Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. desember · Nr. 176 16 Sosialurin Kanning í Svøríki fyri einum ári síðani avdúkaði, at 400.000 svensk børn líða av umsorganarsvíki vegna rúsdrekkanýtslu foreldra. Umrokna til føroysk viður­ skifti svarar hetta til, at fleiri enn 2000 føroysk børn á ein ella annan hátt eru rakt av rúsdrekkanýtslu í heimum teirra, tað verði seg kensluliga, likamliga ella á annan hátt. Hóma vit bert brotpart av ísfjallinum Leiðarin aftan hjálpartiltakið ” í menniskjum góður tokki ” sigur frá, at millum tey, ið hjálp teirra fevnir, eru 759 børn. Aðrir felagsskapir og einstaklingar, sum kenna um­ støðurnar og royna at hjálpa, siga frá somu sorgarleikum í einum av heimsins ríkastu tjóðum. Eru svensku tølini samanberilig bendir alt á, at tiltøkini, ið hjartagóð fólk og felagsskapir í hesum døgum veita, bert røkka einum minni parti av ísfjallinum. Eitt fátækramark má ásetast Hetta eigur at fáa okkum at seta spurnartekin við, um hugtøkini sosial raðfesting og vælferðarsamfelag eru vorðin okkum fremmandaorð og hugtøk, sum vit siga uttan at hugsa nærri um týdning teirra. Tiltøkini seinastu árini móti teim á niðastu og mest sárbaru samfelagsrókunum kundu tíverri bent á at so er. Sum skjótast eiga vit tí at fáa ásett eitt fátækramark, ið politiskt og samfelagsligt annars má virðast og virkast út frá. Beinanvegin í nýggja árinum fer Miðflokkurin at fáa málið um fátækramark viðgjørt á Løgtingi við tí endamáli at fáa hetta ásett og lógarfest. Vit mugu víðari. Kunnu svensku tølini førast yvir á føroyska samfelagið, mugu grundleggjandi verju­ átøk setast í verk. Her og nú mugu vit tí finna føroysku tølini og harnæst seta í verk tiltøk, ið kunnu veita hesum líðandi børnum tryggar og virðiligar umstøður at vaksa og mennast undir. Miðflokkurin fer at seta málið á dagskrá á Løgtingi, og øll góð og bøtandi hugskot eru meira enn vælkomin. Jenis av Rana Umsorganarsvikin vegna rúsdrekkanýtslu teirra vaksnu …kenna vit veru­liga talið á neyðstøddu­m føroysku­m børnu­m? Kjak Skúli og útbúgving ikki rakt av lønar­ sáttmálum Tað eina procentið sum kom upp á lønarsáttmálan í 2011 ger tað sjálvandi dýrari at reka fólkaskúlan, miðnáms­ skúlarnar, sjómansskúlarnar, fróðskaparsetrið, sernáms­ frøðina osfr. Tilsamans var neyðugt at finna uml. 6 milli­ ónir krónur til útbúgvingar­ skipanina, so at hon kann halda fram í 2011 sum í 2010. Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkara næmingar, fyri okkara ung­ dóm og fyri okkara lesandi. Hevði tað ikki eydnast, hevði tað verið neyðugt at fara harðliga til verka og at niðurlaga virksemi, sum er farið í gongd. Til stóra óeydnu fyri mong. Eg eri sannførd um, at flestu føroyingar eru samdir um, at skúlaverk og útbúgving telist millum týdningarmestu vælferðartænastur. Nú mugu bygnaðar­ broytingarnar koma Fólkaskúlin hevur longu verið fyri stórum tillagingum orsakað av fíggjarkreppuni, og enn eru vit ikki komin á mál. Semja er framvegis ikki um tær neyðugu bygn­ aðarligu broytingarnar. Broytingar sum eisini av fakligum og námsfrøðiligum ávum eru neyðugar. Men í sambandi við semjuna um fíggjarlógina varð ásannað, at nú skal skjøtil setast á. Útbúgving minkar um ungdómsarbeiðsloysi Og tey mongu, sum eru farin undir eina miðnáms­ útbúgving, eina verkliga útbúgving ella eina hægri útbúgving kunnu nú eisini føla seg trygg. Tað vildi verið at bitið høvdið av allari skomm, at drigið teppið und­ an aftur hesari góðu tilgongd. Vit síggja at ungdómsarbeiðs­ loysið er nógv minkað, og vita at tey ungu eru í holtur við skilagóða útbúgving. Nógv togan og ein góð loysn Nógv togan hevur verið hesar seinastu dagarnar um at fáa seinastu semjurnar um fíggjarlógina upp á pláss. Eg haldi at tað er at fegnast um, at ein skilagóð semja er funnin, og at semjan bert í sera avmarkaðan mun ávirkar undirskotið á fíggjarlógini. Vit hava sjálvandi ikki framt ta seinastu sparingina enn – tað fer at vera á politisku dagsskránni leingi afturat, hvussu vit beina burtur stóra undirskotið á fíggjarlógini við skilagóðum bygnaðarligum broytingum – við sparingum, og fram um alt við øktum inntøkum. Og lat meg at enda sláa fast við sjey­tumma seymi. Tað er ikki endamál Javnaðarfloksins at økja um hallið á fíggjarlógini, soleiðis sum onkur hevur róð uppundir ­ tvørturímóti. Tí eiga vit eisini at fegnast um, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2010 er uml. 200 milliónir lægri enn væntað. Orsakað av skilagóðum fíggjarpolitikki. Endamál Javnaðarflok­ sins er at fyribyrgja, at grund­ leggjandi vælferðartænastur verða niðurlagaðar. Og at finna skilagóðar loysnir, heldur enn at læsa okkum inni í einari fíggjarlógar­ spennitroyggju, sum forðar fyri røttum politiskum avgerðum. Politikkur, ið munar Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í Mentamálum Ja so ljóðar bræv til Kaj Leo Johannesen og Sambandsflokkurin. Í greinini kann lesast millum annað hetta. Hin vegin vilja vit ikki vera við til at knúsa týdn­ ingarmiklar vælferðar­ tænastur, sum skúlaverk, heilsuverk almannaverk. Eg haldi, at hetta er langt úti, at tú fer út og tosar um, at vælferðin er í vanda í Føroyum. Vælferðin kom longu í vanda tann dagin, tá tú saman við fullveldis­ samgonguni vóru einigir um, at nú skuldi blokkurin burtur, og harvið sendi ein stóran part av honum niður aftur til Danmark. At tað eru stórir trupul­ leikar í heilsuverkinum og skúlaverkinum í dag, kunna tit sjálvir takka tykkum fyri. Um eg ikki minnist heilt skeivt, so var tað júst til hesar tríggjar vælferða­ tænasturnar, blokkurin var útroknaður til, so at vit skuldi vera á sama støði sum hini Norðanlondini innan vælferð. Tí kann eg bara standa spyrjandi, tá eg lesi tína grein, har tú fer eftir Kaj Leo, og Sambands­ flokkinum. Mær vitandi var tað Sambands flokk­ urin sum tann einasti, ið ikki stemmaði fyri at minka blokkin, og harvið senda okkara vælferatæn­ astur 50 ár aftur í tíðina. Nei nú er ikki at geva øðrum skyldina Jóannes, og royna at kasta ábyrgd­ ina yvir á onnur, og sjálvur sleppa sær undan teimum avgerðum man hevur tikið. Vælferðin hótt, Jóannes Eidesgaard??? Gudmund Larsen Semjan í landsstýrinu­m u­m fíggjarlógina fyri 2011 merkir, at lagt verðu­r u­pp fyri lønarhækkingu­nu­m innan alt útbúgvingar- og u­ndirvísingarverkið