mánadagur 27. desember 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
26
Sosialurin
Sendandi oman av
Myrkjanoyrarfjalli
Randi Jacobsen
Hóast kavin ikki er nógvur hvønn
vetur, livir skíítrótturin væl í
Klaksvík.
Í ár hava klaksvíkingar gjørt
fleiri skítúrar av Myrkjan oyra
fjalli.
Vit geva boð um Facebook
og ringja annars runt, sigur ein
av fyriskiparunum, Petur Martin
Sol munde.
Í góðveðrinum mikudagin fóru
teir ein túr, 14 menn. Teir fingu
tyrlu na hjá Atlantsflog at flyta
seg niðan og rindaðu 250 krónur
hvør. Tyrlan tekur sjey ella átta
menn hvørja ferð.
Teir flestu eru sera royndir í at
standa á skí.
Í nógva kavanum fyrst í ári
num gjørdu teir fleiri túrar. Ein
dag vóru teir 27 menn.
Mikudagin í jólavikuni flutti tyrlan 14 menn niðan á
Myrkjanaroyrarfjall, haðani teir óku á skí oman.Ein
ótrúlig uppliving, sigur Petur Martin Solmunde