Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176 2 Sosialurin Mikukvøldið 29. desember er ognað føroyskum tónleiki burturav. Aftur í ár spíla vit okkum út og fara at skipa fyri eini gallaveitslu, har tónleikarar og áhoyrarar hittast, og har vit avdúka, hvørji kunnu kalla seg tey bestu í føroyskum tónleiki í 2010. Umframt hetta fara vit at líta aftur á árið við góðum og fjøl broytt­ um framførslum við tónleikarum, sum á ymsan hátt hava gjørt vart við seg í ár. Vit hava í ár heilar tveir pallar, har fólk kunnu njóta liveframførslur av einum breiðum skara av okkara bestu tónleikarum og antin svinga alla náttina í dansi ella njóta eina meiri hugnaliga løtu við róligari jam­framførslum. Gott tónleikaár Tónleikaárið 2010 hevur verið hendingarríkt. Vit hava havt óteljandi útgávur á høgum støði, har fleiri hava fingið góð ummæli uttanlands, vit hava havt tríggjar stórar festivalar, í rúgvuvís av kon­ sertum, tiltakið »í egnar hendur«, har tónleikarar sjálvir tóku stig til eina konsertferð, og skjøtil er settur á eina sera forvitnisliga verkætlan í Saltsilo'ini í Trongisvági, bara fyri at nevna nakað. Tær eldsálirnar, sum standa handan hesi megnaravrik, eiga at verða heiðrað. Hóast bert fá eru kosin vinnarar, tá kvøldið er av, so vilja vit tó við hesum tiltakinum geva øllum tí føroyska tónleika lív­ inum eitt herðaklapp. Takk! Tað er fyri Rás2 sera týdningarmikið at geva tónleikinum nakað aftur. Bæði vit og flestu føroyingar njóta jú gott av honum dagliga, og tón­ listaliga eru føroyingar væl fyri. Bæði í Føroyum og uttanlands hava okkara tónleikarar gjørt vart við seg, og fleiri teirra hava ómetaliga stóran týdning og stóra ávirkan á føroyska fólkið. Vit elska at syngja við til føroysku slagararnar, og vit elska at hoyra okkara egnu folda seg út við sterkum og vøkrum røddum. Og hóast føroysku festivalarnir fáa heimskend nøvn hendavegin, so er neyvan nakar ivi um, at føroysku nøvnini draga minst líka nógv, sum tey heimskendu. Tí vilja vit á Rás2 og í Miðla hús­ inum geva okkurt aftur og siga eina hjartans tøkk fyri øll tey mongu, vøkru løgini, sum okkara egnu hava givið okkum gjøgnum árini ­ og nú í 2010. Við hesum í huga bjóða vit aftur til Planet Awards, og mikukvøldið 29. desember verður ognað før oysk­ um tónleiki burturav. Tí tað halda vit, hann hevur uppiborðið. Tiltakið hevur verið hildið millum jól og nýggjár og hevur húsast í fleiri ymsum hølum í Havnini. Okkurt árið á Hotel Føroyum, okkurt árið á Rex og okkurt árið í Miðlahúsinum. Nú er ætlanin at royna hølini í miðbýnum í Havn, sum í mong ár hava verið savningarstað hjá ung­ um um vikuskiftini. Deep er eftir okkara meting eitt høli, sum egnar seg væl til endamálið. Við tveim­ um hæddum, tveimum barrum og góðari útgerð er lagt upp til, at allir okkara gallagestir fáa eitt spennandi, undirhaldandi og stutt­ ligt kvøld. Tveir pallar Við tað, at Deep hevur tvær hæddir, fáa vit gjørt tiltakið breiðari av tí, at vit kunnu hava ymsar framførslur í senn, og fólk kunnu so ganga ímillum hæddirnar, sum teimum lystir. Eftir sjálva handanina verður dansur uppiá við Páll Finni Páll og DJ Cool, meðan niðara hæddin verður samskipað í samstarvi við Tutl. Har verður ein tónleikacafé við jam session, har ymisk ljóðføri fara at standa frammi, og tónleikarar, sum koma framvið, kunnu tríva í eitt lag ella tvey. Tá hetta blaðið fór til prentingar var listin framvegis ikki endaliga komin uppá pláss, men á skránni eru í øllum førum Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Debes Blues Train, Martin Joensen, Gipsy Train, Magnus á Stongunum, Bárður Johannsen og Kristian Blak við vinum. Fjølbroytt, livandi og spontant. Nýggjar heiðurslønir Umframt tær vanligu heiðurs­ lønirnar, sum vit undanfarin ár hava latið, fara vit í ár eisini at finna bestu føroysku You­Tube video og bestu føroysku tónleikamyndina frá 2010. Meiri um hetta longri inni í blaðnum. Vit vilja sostatt gera alt, vit eru ment, fyri at menna Planet Awards, soleiðis, at tiltakið av álvara fær fast undir fótum og kann virka sum ein liður ímillum tónleikararnar og áhoyrararnar. Rás2 vil geva okkurt aftur Hesuferð í Deep – við fleiri heiðurslønum Sum tøkk fyri allar tær framúrskarandi tónleikaupplivingarnar, vit hava fingið í 2010, fara Rás2 og Miðlahúsið aftur í ár at skipa fyri Planet Awards