Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176 4 Sosialurin 2010 1. Marnar & Árni Føroyskir Sangir Teir selja fleiri túsund fløgur hvørja ferð útgeva, tí at teir duga at fanga tann breiða skarðan av føroyingum, ið dáma hettar slagið av løttum væl­ svingandi dansitónleiki, og lætt­ skilj andi tekstum. Onkursvegna tyk ist leiðin uppá tónleikatindin at verða beiggjunum báðum eitt spæl, soleiðis sum teir rista landaplágur úr ermuni, eina fyri og aðra eftir. Jú Árni og Marner eru komnir strúk­ andi innaftur á marknaðin í ár, og er tað longu um at verða greitt, at teir fara at eiga mest seldu útgávuna í ár. 2. Dynamit Dynamit Live Bólkurin sum tú antin elskar, ella elskar at hata. Manningin í Dyna­ mit eru frá Klaksvík og fæst við lættan popp, hvørs tekstir mangan eru sera undirhaldandi fyri summi, og heldur flatir fyri onnur at hoyra uppá. Men hvussu er og ikki, so vóru tey flestu sum vóru tilstaðar á Summarfestivalinum í ár rør­ andi samd um, at teir áttu eina tað bestu framførsluna í ár. Fleiri eru landaplágurnar, sum teir hava latið frá sær, eitt nú; Pápi tín býr ei í Tórshavn, Rudolf og Grøv nr. 13. Hettar og meira finnur tú á væl mót­ tiknu live útgávuni hjá Dynamit, ið somuleiðis inniheldur eina undir­ haldandi dokumentar DVD um bólkin. 3. Anna Faroe Because I Want To Í 2009 flutti Anna Nygaard til dan­ markar at útbúgva seg innan sang á Complete Vocal Institute. Árið eftir valdi hon at royna seg í nógv umrøddu sangkappingini X­Factor har hon frá fyrstu sending vann sær trúfastar fjepparar. Fleiri vóru tey, ið hildu at Anna átti at vunnið kappingina, og gjørdist fleiri skuff­ aði tá hon á vinnaragáttuni varð vald frá. Men søgan endaði ikki har, tí at Anna fekk stutt eftir kapp ingina plátusáttmála við danskt felag og í ár kundi hennara fjepp arar aftur hoyra hana syngja, hesa ferð á útgávuni; Because I Want To. Síðan kappingina hevur Anna sungið hópin av konsertum, um framt at hon eisini hevur haft sang skeið í Føroyum fyri ungum ágrýtnum sangarum. 4. Syng Mín Sál Nýggja fløgan við sálmaløgum er sera væl móttikin av føroyingum og sýnist hon at verða eina útgáva sum føroyingar hava sóknast eftir. Kringvarpið tók stig til upp­ tøkurnar, ið eru gjørdar í ymsum kirkjum kring landið, og eru tað ágrýtnir sjálvboðnir sangarar sum eru at hoyra. Um tú fyrr hevur sitið í kirkju og fegnast yvir vøkru sálma løgini sum har eru at hoyra, so hevur tú nú møguleikan at ogna tær 19 av teimum á fløgu. 5. Páll Finnur Páll Du Ved, At Gjørt Er Gjørt Tað var í fjør, at fløguboksin hjá Páll Finnur Páll kom á marknaðin. Við øllum trimum fløgunum, sum vælumtókti bólkurin hevur latið frá hondum, var eisini ein LIVE fløgu í fløguboksini. Innan fáar mánaðir var fløguboksin skrædd av hillunum, og var ikki longur at fáa hendur á í Føroyum. Men fyri stuttum kom fløguboksin aftur á marknaðin, og telist aftur í ár millum mest seldu fløgur í Føroyum. Við frekum, fúlum og fríum sangum hava Páll Finnur Páll megnað at bergtikið ung sum gomul seinastu árini, og teljast teir ivaleyst millum bestu LIVE bólkarnir í Føroyum – og tí er LIVE fløgan helst eisini tann best umtókta hjá bólkinum. 6. Hanus G. Hørpuspælarin Eitt meistaraverk av eini fløgu, har inniligt tónaspæl og bergtakandi yrkingar flóta saman í eina fagra eind, ið tú seint gloymur. Væl hevur Hørpuspælarin verið móttikin av bæði fjøldini og ummælarum og hevur Hanus enn einaferð veitt okkum eitt megnarverk, við góðari hjálp frá ljóð­flogvitinum Jónas Bloch Danielsen og navnframa Mikael Blak, ið hevur framleitt. Hoyr hana! 7. Terji & Føstufressar Tvey Samstundis sum fyrsta legindariska fløgan varð endurprentað, kom nýggj fesk útgáva frá hesari dreyma­manningini av tónleika­ úr mæl ingum á marknaðin. Tvey avdúkar nakrar eldri, men enn hug tak andi tónleikarar, í frálíkum formi. Anker Eli Petersen hevur yrkt flestu áhugaverdu tekstirnar, sum saman við góðari framleiðslu gera »Tvey« til eina minniliga út­ gávu. 8. V4 40 Ár Tað var undan jólum í fjør at hettar verkið kom á marknaðin. Heilar 4 fløgur, ið á hugtakandi hátt lýsa nakrar av bestu løtunum frá V4 sendingunum, við bæði stuttligum innsløgum og livandi tónleiki og tekstum, ið vóru gjørdir til send­ ingar nar. Ein mentanarvarði, ið heilt nógvir føroyingar hava tikið til sín og ognað sær. 9. Teitur Let The Dog Drive Home Aftaná at LIVE DVD fløgan; A Night At The Opera, kom á marknaðin í vár, kom fimta studio fløgan hjá Teiti út við heitið; Let The Dog Drive Home. Tað er Teitur sjálvur, ið hevur framleitt hana, tó samstavaði við fleiri aðrar sangskrivarar tá løgini vóru gjørd. Tað er føroyski komponisturin Tróndur Bogason, ið hevur staðið fyri orkestratiónini, og einum parti av instrumenteringini og arrangemangunum av løgunum. Her er talan um inniligan, væl úr greiddan tónleik, ið nemur við teir fínaru hjartastreingirnar. Tekstliga er útgávan á sera høgum støðið, og Mest seldu fløgur