Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176 Sosialurin Teitur – Let The Dog Drive Home Hundar koyra heim Teitur Lassen leitar á nýggju útgávuni aftur á slóðina við góðum poppsangum, og hann skrivar betri sangir enn nakrantíð áður. Teitur hugleiðir millum annað um amerikanska dreymin, um at ferðast, um Gud og um at taka lívið, sum tað kemur. Løgini fanga, tekstirnir eru frálíkir, og Teitur leggur sína sál í tónleikin, so at tað endar sum ein framúr góð fløga. Atkvøð fyri Teiti: Send »pla bu1« til 1906 Terji & Føstu­ fressar ­ Tvey Tað gingu næstan 20 ár ímillum, at Terji og Føstufressar góvu fyrstu útgávuna út, og til teir aftur vóru aktuellir við nýggjum tónleiki. Fyrra fløgan hjá Føstufressunum er legendarisk, og hon hevur staðið einsamøll, til Tvey nú kom á gøtuna. Á nýggju fløguni er Føstufressa- ljóðið dagført nakað, og fleiri erum um skriva løgini. Við nýggju útgávuni hava Føstufressar gjørt ein góðan og verdugan uppfylgjara, sum bjóðar vakrar balladur og meira rockkendar sangir. Atkvøð fyri Føstufressum: Send »pla bu2« til 1906 Hanus ­ Hørpuspælarin Hanus G. Johansen hevur sjáldan verið betri, enn hann er á nýggju útgávuni Hørpuspælarin. Enn einaferð tulkar Hanus sítt yndisskald Pól F. Joensen, og samstarvið millum teir er framúr. Hanus hevur sett løg til einar 70 yrkingar hjá Pól F., og nú er hendan røðin av sangunum blivin almenn. Løgini hjá Hanus og orðini hjá Pól F. fáa í felag eitt fantastiskt flog, og teir báðir bjóða bæði vakrar kærleiksballadur og meira speiskar sangir. Atkvøð fyri Hanusi: Send »pla bu3« til 1906 SIC – Fighters They Bleed Tá ið tað kemur til føroyskan tungmálmstónleik verður SIC ikki tikið. Seinasta útgávan hjá teimum er framúr og lyftir bólkin á eitt altjóða støði innan hesa sjangru. Ummælini í útlondum hava eisini verið góð. SIC spælir kompromisleysan, harðan rocktónleik, og tað gera teir betur, enn teir nakrantíð áður hava gjørt. Stórt trúvirði er í tónleikinum, tí tónleikararnir brenna fyri hesum tónleiki, og tað hoyrist aftur á útgávuni. Atkvøð fyri SIC. Send »pla bu4« til 1906 Eivør – Larva Nógv seta Eivør Pálsdóttir í samband við fólkatónleik, men á hesi útgávuni førkar hon seg meira inn á eina rockbreyt. Rocktónleikur er ikki ókendur fyri Eivør, tí hon var í fleiri ár sangari í Clickhaze, og nú er aftur meira krút í tónleikinum hjá Eivør. Hetta klæðir henni væl, og Eivør vinnur eisini í longdini, tá ið hon torir at broyta sítt úttrykk og leggja seg eftir tí, sum hon veruliga hevur hug at gera júst nú – eisini um hon tekur onkran kjans við tí! Atkvøð fyri Eivør: Send »pla bu5« til 1906 Grandma’s Basement – Hon Fær Ongantíð Nokk Ein av populerastu sangunum í Føroyum í ár hevur verið hittið hjá Grandma’s Basement. Kjallarabólkurin úr Klaksvík koma av álvara út millum føroyskan ungdóm við nýggjari fløgu, og sangurin lá viku eftir viku ovast á 15 teimum bestu. Ein lívligur, fangandi og skemtiligur sangur – júst tað, sum bólkurin stendur fyri. Atkvøð fyri Hon Fær Ongantíð Nokk: Send »pla bf1« til 1906 Anna Faroe – Walking On Fire Meðan Anna Faroe framvegis var við í X Factor lógu framleiðarar úti eftir henni fyri at fáa hana at verða við á eini útgávu, sum teir hildu, at hon riggaði perfekt til. Tá ið útgávan so kom, kundu øll staðfesta, at tað ljóðaði júst soleiðis, sum Anna ljóðar, tá ið hon er best. Og sangurin Walking on Fire var stóra hittið á útgávuni. Atkvøð fyri Walking On Fire: Send »pla bf2« til 1906 Jens Marni – Gloria Rocksangarin úr Kollafirði royndi seg í ár í danska Melodi Grand Prixnum, og tað gjørdi hann við sangi, sum danskir komponistar høvdu skrivað. Ein ordans rocksangur, sum klæddi Jens Marna serstakliga væl. Jens Marni vann ikki Grand Prixið, men sangurin Gloria gjørdist eitt av stóru hittunum í hesum árinum. Atkvøð fyri Gloria: Send »pla bf3« 1906 Teitur – You’ll Never Leave LA Á nýggju útgávuni fann Teitur Lassen aftur til røturnar við góðum og flottum poppsangum, sum hann er ein sannur meistari í at gera og framføra. Og sangurin You’ll Never Leave LA hevur verið nógv spældur. Hetta var sangurin, sum skuldi slóða fyri útgávuni, men sangurin stóð eisini eftir sum ein av bestu føroysku poppsangunum í ár. Atkvøð fyri You’ll Never Leave LA: Send »pla bf4« til 1906 Eyðun & Kim – Far so væl Endurinnspælingin av Frændur- sanginum Far so væl gjørdist eitt hitt millum bæði ung og tilkomin. Sangurin, sum upprunaliga var á útgávuni Ung 85, varð latin í nýggjan og nýmótans ham, har Kim Hansen og Eyðun Nolsøe løgdu sínar frálíku røddir til. Eitt gott dømi um ein sang, sum var eitt sindur gloymdur, men sum fekk nýtt lív við eini frálíkari endurinnspæling. Atkvøð fyri Far so væl: Send »pla bf5« til 1906 Besta útgáva Ársins sangur