mikudagur 29. desember 2010síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
»Umsorganin fyri øðrum er
dýrmætasta ábyrgd, vi tkunnu
átaka okkum. Næstrakærleiki er
størsta gávan, vit kunnu lata«
Kaj Leo Johannesen, løgmaður,
í nýggjársrøðuni til føroyingar
Danskur tónleikur stinkar. Hann er forpestaður
av øllum hesum elektronisku bólkunum, sum eru
nú, og sum eisini taka yvir í Føroyum. Men tað
má vælsaktans vera okkurt, sum kann savna ta
donsku tjóðina, og hví kundu tað ikki verið vit.
Finnur Jensen, sangari í poppbólkinum Páll Finnur Páll
Bíligasta lívstryggingin, sum finst«,
verður sagt um roykvarnarar. Men
gott 20 prosent av øllum heimum í
Danmark hava ongan roykvarnara,
og hóast tað í Føroyum ikki eru
nøkur hagtøl um hetta, kann vænt
ast at støðan er lítið øðrvísi.
Í Danmark er kjakið um royk
varnarar av álvara blussað upp
aftur, eftir at tvey børn brendu inni
í Nivå 2. jóladag. Kanningar hava
síðani víst, at eingin roykvarnari
var í húsunum, og sambært hag tøl
unum kundi ein slíkur havt bjargað
teimum.
Donsk hagtøl vísa, at í umleið
85 prosentum av førunum, har fólk
doyggja í eldsbruna, er eingin royk
varnari í húsunum.
Hóast eingi hagtøl eru í Føroyum
um hetta, heldur Petur Lava Olsen,
deildarstjóri í Brunaumsjón Lands
ins, at hetta er á einari leið.
– At siga, at nakar doyr, tí eingin
roykvarnari er, kunnu vit gita. Vit
vita fleiri dømi um tað, har fólk
og børn doyggja í eldsbruna, og
har eingin roykvarnari er. Vit vita
eisini um fleiri dømi, har fólk eru
bjargað undan eldsbrunanum, har
roykvarnari er í húsunum, sigur
Petur Lava Olsen.
Vinnur nógva tíð
Tá eldur er í, ferðast roykurin langt
áðrenn eldurin. Petur Lava Olsen
greiðir frá, at ein roykvarnari varn
ast eldin heilt tíðliga í roykfasuni,
og at tað tí er í heilt góðari tíð, at
roykvarnarin ger vart við seg.
– Tað er somikið tíðliga, at tá er
enn somikið av luft eftir, at tú klárar
út. Tað er koliltuinnihaldið (CO) í
luftini, sum fer beinleiðis í blóðið,
og sum tú heilt knappliga fellur í
óvit av, og so tíðliga í roykfasuni er
innihaldið av hesum enn sera lágt,
staðfestir Petur Lava Olsen.
Í hvørt einasta hús
Petur Lava Olsen sigur frá, at í
løt uni verður arbeitt við at leggja
sein astu hond á eina kunngerð um
brunaverju og brunatrygd. Nýggja
kunngerðin fer at krevja royk varn
arar inn í hvørt einasta hús í Før
oyum, har fólk búgva.
Hetta má kallast veruligt stórlop,
tá Føroyar í nógv ár hava verið, og
enn eru einasta Norðurland, sum
onga lóg hava um roykávaring. Í
Dan mark og øðrum Norðurlondum
er krav, at í øllum nýbygningum
skal roykvarnari setast upp.
Má kannast regluliga
Petur Lava Olsen greiðir frá, at eitt
er at roykvarnarar eru settir upp í
húsunum, meðan annað og nógv
meira umráandi er at halda teir
viðlíka og kanna teir.
– Har eru fýra punkt, sum mugu
gjøgnumgangast av og á. Eitt er
at taka við dustsúgvaranum eftir
honum av og á, næsta er at royna
hann við royndarknøttinum av og á.
Triðja punktið er at skifta battaríið
hvørt ár, meðan fjórða punktið er,
at roykvarnarin má roynast av og á
við onkrum royki, sigur Petur Lava
Olsen.
Stavifeilir oyði
leggja trú virðið
Stavifeilir skera ikki bara í eyg uni; teir
oyði leggja eisini trú virðið í sjálvt tí besta
skriv inum ella bræv inum, sigur Jonhard
Mikkelsen, cand. mag og lærari, sum lærir
fólk stav seting.
– Fólk, ið duga at stava, síggja fyrst
feilirnar, áðrenn tey lesa innihaldið. Stavi
villur oyðileggja sjálvt tað besta brævið.
Ikki bara hakar tað í eyguni, men tað oyði
leggur trúvirðið í tí, ið sagt verður. Tann
góði boðskapurin, tað góða innihaldið fer
ofta fyri skeyti, tí móttakarin situr bara og
illneitast inná, hvussu óhjálpið brævið er,
sigur Jonhard Mikkelsen.
Nógv dýrari at liva
Tá ið fólk siga, at tað er blivið dýrt at
liva, er tað ikki tikið úr leysari luft. Tølini
vísa, at hesi síðstu 11 árini er tað blivið
yvir 30% dýrari at liva. Hetta sæst í
eini uppgerð frá fíggjarmálaráðnum til
Løgtingið um gongdina í prístalinum frá
1. januar í 1998 til 1. januar í fjør. Her
eru tølini ikki útgreinað á nakran hátt fyri
ymsar vørubólkar, men tilsamans vísa tey
eina stóra øking, tí sum tað sæst í talvuni
er prístalið fyri 1. januar í 1998 sett til
100, men tann 1. januar í 2009 var tað
komið heilt upp á 134,4%. Sostatt er tað
blivið 34,4% dýrari at liva hesi síðstu 11
árini.
Vilja gjalda fyri
barnaansing
Tað hevur lítið at siga fyri havnar fólk,
hvat tað kostar at fáa børn ini ansað. Tað
vísir kanning, sum er gjørd fyri Tórs havnar
komm unu. Sambært spurnar kanning, sum
Lóður hevur gjørt fyri Tórs havnar Komm
unu, er prís urin fyri barnaansing ikki tað,
sum for eldr ini hugsa mest um.
– Úrslitið kann skiljast á tann hátt, at
fer ansingarstøðið upp, so hevur tað ikki
eins stóra nega tiva ávirkan, at prísurin fer
upp, metir Heri á Rógvi, sum hevur staðið
fyri kanningini.
Serfrøðingar gjørdu enda á Dimmu
Ert tú ósamd í eini avgerð skalt tú altíð lurta eftir tær sjálvum, sama hvat
serfrøðingar siga. Tað er ein lærupengi, sum Beata L. Samuelsen hevur fingið burtur
úr fíggjarliga samanbrotinum hjá Dimmalætting, har hon var næststørsti privati
partaeigari. Hon sigur, at tað, sum beindi fyri Dimmalætting, var, at tey keyptu
Vinnuvitan og Vikublaðið. – Eg eri ikki handilsfólk, og serfrøðingar og ráðgevarar
hálovaðu keypinum og greiddu okkum frá, hvussu fantastisk íløgan var, sigur
Beate. – Følir tú tað í búkinum og í høvdinum, at ein avgerð er skeiv, skalt tú halda
fast við tína støðu, sama hvat serfrøðingar og ráðgevarar halda, sigur hon.
Vit vita fleiri dømi
um tað, har fólk
og børn doyggja í
eldsbruna, og har
eingin roykvarnari
er, sigur Petur Lava
Olsen, deildarstjóri
í Brunaumsjón
Landsins
Roykvarnarar
í hvørt hús
Eldur
Roykvarnarnar kunnu bjarga
mannalívum, um eldur kemur í
januar