mikudagur 29. desember 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
4
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
februar
Ein tíma áðrenn, eg fyrstu ferð
var at síggja í X Factor, kendi
eingin í Danmark meg. Ein tíma
eftir sendingina sat eg í metroini,
og ein drongur kom og spurdi,
um eg ikki var hon í troyggjuni.
Anna Nygaard, føroysk songkvinna
Lívið gongur við tí rúkandi ferð, so njót lívið
á tamb og ver takksom fyri øllum tí vakra
rundanum teg oga llar avbjóðingarnar, sum
eru og hav í huga, at tú hevur altíð lísið hjá
einum øðrum í hondum. Bið um fyrigeving og
fyrigev, tí tá loysir tú teg og onnur úr hafti.
Armgarð Arge, útvarpskvinna
Grøna, føroyska passið hevur beina
leið móti at avtaka seg sjálvt. Tað
vísa hagtøl frá Løgregluni, sum
umsitur og útvegar pass í Føroyum.
Samstundis velja alsamt fleiri at
fáa sær eitt reytt ES-pass.
Eftir nógva togan aftur og fram
og drúgt kjak gjøgnum fleiri ár,
gjørdist tað á vári 1997 møguligt hjá
føroyingum at velja, um teir vildu
hava eitt reytt danskt ES-pass, ella
eitt av grønu, føroysku passunum.
Men nú gott 13 ár seinni, sær tað
út sum, at føroyska passið er við at
avtaka seg sjálvt so lýðandi, og at
tað í alsamt størri mun verður tað
danska ES-passið, sum føroyingar
helst vilja nýta.
Av teimum 5122 passunum, sum
vórðu útskrivað í 2009, vóru bert
722 pass av teimum grønu føroysku,
meðan hini 4400 passini vóru tey
reyðu donsku ES-passini. Býtið er
16,4 prosent móti 83,6 prosentum.
Hetta merkir tað sama sum, at
fyri hvørji seks, sum biðja um pass,
biðja fimm um eitt ES-pass og ein
um eitt føroyskt pass.
Støðug gongd
At býtið millum føroysk og ES-pass
er so markant er ikki nøkur nýggj
støða.
Í 2008 vórðu 5198 reyð ES-pass og
887 grøn pass útskrivað, svarandi
til at 17,66 prosent eru grøn, meðan
hini 82,34 prosentini vóru reyð.
Árið fyri, í 2007, vóru tað
uppaftur fleiri, sum valdu grøna
passið. Tá vóru 5404 ES-pass
útskrivað, meðan talið av grønum
passum var 1107 pass. Tá var
prosentbýtið 79,5 prosent reyð pass
og 20,5 prosent grøn pass.
Útdeytt um 12 ár
Hvør orsøkin til hesa gongdina er,
er ilt at gita um. Staðfestast kann
tó, at tað ganga nógvar søgur um
bæði passini.
Eitt nú siga fleiri, at tey velja
tað reyða ES-passið, tí tað skal vera
verri at sleppa inn í summi lond við
tí grøna passinum. Onnur sigast
velja reyða passið, tí tað eru bert
»tjóðskaparligir tjóðveldismenn«,
sum velja grøna, føroyska passið.
Hinvegin sigur onkur, at meðan
Muhammeds-kreppan stóð við,
var frægari at hava eitt grønt
pass, tí danir vóru í ringum ljósi
nógvastaðni í heiminum júst tá.
Men óansæð hvør orsøkin man
vera til, at fólk heldur velja at fáa
sær reytt pass, kann staðfestast, at
við verðandi gongd, har minkingin
í býtinum av føroysku passunum
er góð 1,36 prosent um árið, verður
síðsta føroyska passið útskrivað
um góð 12 ár, ella í 2022.
Sørvágur tók alt
Sørvingar vóru stóru sigursharrnir og
–kvinnurnar, tá ið steypafinalurnar í
flogbólti vórðu spældar. SÍ var í finalunum
hjá bæði monnum og kvinnum, og SÍ vann
eisini báðar finalurnar. Hjá monnum
dystaðist SÍ við Mjølnir og vann 3-0. Hjá
kvinnum var Dráttur eisini í finaluni, og SÌ
vann 3-2.
Flestu prestarnir
víga fráskild
Fýra av hvørjum fimm prestum í Føroyum
eru fyri at víga fráskild.
Seinastu árini eru komnir nakrir
prestar, sum taka sær av rættinum, ið teir
hava, til at nokta at gifta upp aftur fólk,
sum eru fráskild. Sosialurin hevur spurt
flestu prestarnar í landinum, hvat teir siga
til henda spurning. Prestarnir, sum ikki
hava trupulleikar við at víga fráskild, aftra
seg ikki við at siga tað. Onkur sigur seg
gera tað gjarna, nakrir siga, at teir eru ikki
settir at vera dómarar, og at ta, sum um
ræður er, at hjún eru góð við hvørt annað.
Át 80 hítir við hassji
Tey, sum smuggla rúsevni, strekkja seg
rættiliga langt í royndunum at lumpa
tollvald og løgreglu, og hugflogið er
gott. Seinasta rákið er bæði mannfólk
og konufólk eru farin at smuggla rúsevni
innvortis.
Løgreglan og tollvaldið hava varnast,
at smugglarar hava pakkað smáar
nøgdir av rúsevnum í hítir og hava
svølgt tað, og so fer tað ígjøgnum alla
sodningarskipanina og út aftur hinumegin.
- Tann síðsti smugglarin vit tóku, sum
hevði svølgt rúsevni, hevði svølgt 80 hylki
av rúsevnum, har smáar nøgdir á stødd við
eina pinocchiokúlu, varð pakkað inn í hítir
og svølgt, sigur løgreglumaður.
Neistin og Stjørnan vunnu
Steypafinalurnar í hondbólti endaðu við, at Havnin og Klaksvík
vunnu hvør sína finalu. Hjá monnum stóð finalan millum
høvuðsstaðarfeløgini Neistan og Kyndil, og Neistin vann 31-
27. Hjá kvinnum hittust Stjørnan og VÍF í finaluni, og tað
vóru favorittarnir í Stjørnuni, sum vunnu finaluna – úrslitið
var 29-22. Nógv fólk var í ítróttarhøllini á Hálsi og hugdu at
finalunum, sum eisini verður varpaðar í útvarpi og sjónvarpi.
Fyri hvørjar seks
íbúgv ar, sum fáa nýtt
pass í Føroyum, er
bert tann eini, sum
vel ur grøna, føroyska
pass ið. Hinir fimm
vil ja heldur hava
tað reyða ES pass
ið, og hvørt ár
velja alsamt fleiri
grøna passið frá
Grøna passið
vekk um 12 ár
pass
Føroyingar vilja heldur hava reyða
ES-passið enn grøna føroyska