Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2010 mars Anna Nygaard stóð seg sera væl í donsku X Factor kappingini, og hon var av nógvum mett sum tann besti sangarin í kappingini. Men tónleikavinnan snýr seg um nógv annað enn at syngja væl, og tá ið dómarin Remee kom í støðuna, at hann skuldi velja ímillum tveir av sínum luttakarunum, gjørdist spenn ingurin øgiligur. Remee var í trongum skóm, og hann fekk ikki tikið støðu, um hann skuldi senda Jesper ella Annu úr kapp ingini. Remee fór enntá úr studionum eina løtu fyri at hugsa seg um, og tá ið hann so umsíðir kom við síni avgerð, sendi hann Annu úr kappingini. Fleiri grundgevingar vóru fyri, hví Remee valdi at gera, sum hann gjørdi, og hann helt sjálvur, at Anna skuldi nokk fara at klára seg uttan­ fyri X Factor. Fingið umrøðu Eisini føroysku ummælararnir Malan Eyðunsdóttir og Uni Leitistein Hansen halda, at tað var best fyri Onnu, at hon fór úr kapp­ ingini sum ein stjørna. – Taka vit The Dreams sum dømi, so fóru teir í Grand Prix – ikki tí teir ætlaðu at vinna kappingina, men tí teir vildu hava reklamuna. Og júst hetta hevur Anna eisini fingið. Hon hevur ikki fingið X­Factor vinnara heitið, og er tí enn óspilt. Hon er eisini vorðin kend bæði í Føroyum og Danmark, og hevur fingið ótrúl­ igan stuðul, siga tey bæði. Tá valið fríggjakvøldið stóð ímill um Jesper og Onnu, so er Anna eis ini nøgd við, at hon fór og ikki Jesper. – Eg hevði allarhelst havt tað verri, um eg stóð eftir, og Jesper bleiv sendur heim, sigur Anna Nygaard. Heldur fram Anna Nygaard byrjaði sína song­ karrieru í føroysku kappingini Ársins Songrødd, sum hon vann í 2008. Føroyingar fingu tá eyguni upp fyri henni, og nú er hon nær­ um vorðin ein landshetja her á klett unum. Og hóast dómararnir í byrj anini av kappingini sáddu iva um, hvørt hon fór at megna at útvikla seg nóg nógv, so hevur hon, á hennara X­Factor leið, ment seg til at verða sterkasta songrøddin, ið hevur staðið á X­Factor pallinum. Og spurd um, um hon aftur ætlar at halda fram við sangkarrieruni sigur hon. – Ja! Avgjørt. Eg komi sterkt aft­ ur, sigur Anna Nygaard. Nyttar ikki at rýma heim til mammu Gunnar Nielsen, málmaður í enskum fót bólti, heldur at ov nogvir føroyskir fótbólts spæl arar eru ov ótolnir og ov skjótir at venda heimaftur, tá ið teir fara út at royna seg. – Tað er hart í fótbóltsheiminum. Tað nyttar einki at vilja tað, og so fara heim, tá tað gongur tær ímóti, tí tú mást veruliga vilja tað. Hetta við at venda heimaftur, tá tað gongur illa, dámar mær einki. Tú noyðist at ofra nakað, um tú vilt nakað, tí tað nyttar ikki at fara heim til mammu í heilum, sigur Gunnar Nielsen. Besta turra kjøt var úr Bø Gott og væl 200 fólk sótu til borðs á Hotel Føroyum, tá kjøt frá sjey ymsum bóndum kring landið skuldi smakkast og metast, og Jón Joensen, bóndi í Bø, átti besta turra kjøtið. – Skalt tú hava gott kjøt, mást tú røkja tað væl og hava góðan hjall, heldur bíggjarbóndin. Kostar í 25 ár at kuta blokkin Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur latið kanning gjørt, har hugt hevur verið eftir umleið 60 londum við færri enn trimum milliónum íbúgvum, sum hava fing ið fulveldi eftir 1960. Tað vísir seg, at tað í miðal tekur 25 ár hjá hesum londum at koma á sama støði, sum tey høvdu verið á, um tey framvegis vóru í einum ríkis felagsskapi. – Taðm sum mann sær, er at tað er eitt stórt fall í intøkustøðinum at byrja við, men aftaná tað, hava tey havt størri búskaparvøkstur enn lond, sum ikki hava frásagt sínar fíggjarligu fyrimunur, sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur. Økja um sveiggini Búskaparráðið sigur í nýggjari frágreiðing, at tað almenn økir um sveiggini í búskapinum. – Í góðum tíðum ríður tað almenna við á uppgangsbylgjunum og økir um búskaparligu sveiggini, og tí er einki at standa ímóti við, tá tíðirnar versna, og tað almenna skal verða við til at seta ferð aftur á búskaparhjólini. Tí er tað almenna eisini við til at høgga bremsurnar í, tá vit uppliva ringar tíðir, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum. Tárini trillaðu, tá ið Anna Nygaard varð send úr donsku X Factor kappingini. Hetta var eisini mest dramatiska løtan í ársins kapping Best at Anna ikki vann drama Stórur dramatikkur í sjónvarpskappingini X Factor, tá ið Anna Nygaard varð send heim Jóanes Nielsen sigur sovorðið, sum eg vildi ynskt, at eg sjálvur tordi at siga og uppá ein máta, har sjálvt tað ljóta blívur so óvanliga vakurt. Alexandur Kristiansen, yrkjari Vit halda okkum vera so ómetaliga original, men veruleikin er, at vit liva í eini listarligari kuvøsu, har lítil og ongin luft kemur útifrá. Hetta listarliga kopiveldið, sum ræður her heima, má steðga. Sunleif Rasmussen, tónaskald