mikudagur 29. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
6
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
apríl
Tað nyttar einki, um øll sita
sum grátikonur við høvdinum
í fanginum og siga, at
landið er farið á heysin.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður
Øll vilja vera ung, eingin vil vera gamal.
Men alternativið er verri. Eg vóni bara, at
eftirlønin er so mikið góð, at hon røkkur
til, so eg fái ein rímiligan aldurdóm.
Sjónvarpskvinnan Sigrún Brend
Føroyingar eiga í hvussu so er eitt
evropamet. Og tað er í høgum prís
um!
Tað er niðurstøðan av eini um
fat andi kanning, sum Heri á Rógvi,
bú skap ar frøðingur, hevur gjørt
hetta síðsta hálvtannað árið við
stuðuli
frá
Kappingarráðnum,
Sam taki, universitetinum í År hus,
Uttanríkisráðnum og Lands banka
num.
Úrslitið av
kanningini
er,
at sum heild er
keypiorkan hjá
fø r oy i n g u m
h eili 14% lægri
enn keyp i ork
an í Danmark.
Tað er áður
staðfest,
at
Danmark er dýrasta land í Evropa
at liva í. Men nú er tað so prógvað,
at tað er uppaftur nógv dýrari at
búgva í Før oyum.
Í kanningini, sum akkurát er
liðug, hevur búskaparfrøðingurin
saman borið keypiorkuna hjá før oy
ing um og danskarum fyri soleiðis
at kunna samanbera livikorini í
báð um londunum.
Ov lítil kapping
Heri á Rógvi staðfestir eisini, at tað
er ikki hvørki flutningur ella av
gjøld sum gera, at tað er so nógv
dýrari at keypa vørur og tænastur
í Fø r oyum, enn í
Danmark.
Heri á Rógvi
sigur: Avgjøldini eru at kalla
tey somu, burtur sæð frá, at vit
hava verjutoll á nøkrum heilt
einstøkum vørum.
Og flutningsútreiðslurnar eru
bara orsøk til eini 5% av prís muni
num.
– Høvuðsorsøkin til, at tað er
so nógv dýrari í Føroyum, er, at vit
hava so lítla kapping á nógvum
av gerð andi økjum.
– Nógv viðurskifti í Føroyum
er merkt av, at vit hava ein, tveir,
ella nakrar heilt fáar veitarar á
øki num. Hetta er eisini galdandi
fyri viðurskifti, sum hava stóran
týd ning fyri brúkaran.
– Tað førir við sær, at
k a p p i n g i n
verð
ur ov lítil og tað førir so aftur til
hægri prísir enn neyðugt.
Hann vil ikki við hesum siga,
at føroyskir handlar og fyritøkur
mis brúka sína marknaðarstøðu til
at smyr ja tjúkt upp á prísirnar.
– Men tað er ein sannroynd, at
monopol og duopol føra til eins
háttað útboð av vørum og tæn
ast um og einsháttaðar prísir. Og
tað eru nógv tekin um, at hetta
er støðan í Føroyum, sigur Heri á
Rógvi.
Marknaðarstøðan, sum er í
Før oy um, elvir til, at prísirnir verða
hægri enn teir høvdu verið undir
van lig um kappingarumstøðum og
tí er tað stak óheppið, at kappingin
er so avmarkað, sigur Heri á Rógvi.
Øskan argar
Øskurokið frá gosinum í Íslandi órógvar alt
Europa. Flogførini kunnu ikki flúgva, tá ið
øksubitlarnir spreiða seg í luftstreyminum,
og í dagavís mugu flogfør standa á jørðini,
meðan bíðað verður eftir, at ættin skal
skifta, ella at øskustreymurin fer at minka.
Ferðslan kring alt Europa verður órógvað,
og flogfeløgini missa stórar upphæddir,
tí tey ikki fáa havt virksemið hjá sær
koyrandi.
500 børn líða neyð
Ein nýggj kanning um korini hjá støkum
uppihaldarum í Føroyum vísur, at í
minsta lagi 500 børn í Føroyum liva í
fátækradømi.
Sambært Siri Hansen og Annika
Antoniussen, sum hava gjørt kanningina,
er hugburðurin í Føroyum sum heild, at her
er onki fátækradømi, og at familjan altíð
traðkar til, tá ringast veit við.
- Men, tá samfelagið á hendan hátt
skákar sær undan vælferðarábyrgdini og
leggur hana yvir á familjurnar, er vandi
fyri, at munurin millum fátøk og rík bara
økist, sigur Annika Antoniussen.
Gunnar í Premier
League
Fyri fyrstu ferð nakrantíð spælir ein
føroyskur fótbóltsspælari í sterkastu
fótbóltskappingini í Europa – ensku
Premier League. Landsliðsmálmaðurin
Gunnar Nielsen er eykamálmaður hjá
Manchester City, og tá ið málmaðurin Shay
Given verður skaddur í seinna hálvleiki av
dystinum ímóti Arsenal, verður Gunnar
Nielsen settur á vøllin. Hann heldur málið
reint seinastu løtuna av dystinum.
Fara burtur frá sprutti
Síðani Rúsan hækkaði prísirnar í heyst, er sølan nógv minkað, og serliga er sølan av sprutti
minkað munandi. Men tað er eisini í fullum samsvari við endamálið hjá Rúsuni, sigur stjórin
- Okkara endamál er avgjørt at broyta drykkivanarnar, so at rúsdrekka ikki bara
verður keypt fyri at virkningum, men heldur fyri njótilsi, sigur Elsa Maria Olsen.
- Í Rúsuni royna vit at menna eina góða drykkjmentan, har tað ikki
bara ræður at drekka seg skít, men har drykkjuvørurnar í størri mun
verða tengdar saman við góðum mati og njótilsi, sigur hon.
Vit hava havt ill gruna um tað leingi. Men nú er tað vís inda liga staðfest: Før oy
ar er nógv tað dýrasta landið í Evropa at liva í. Men tað er ikki tí, at flut nings
kostnaðurin til Føroyar er so dýr ur, ella tí at av gjøld ini eru so høg. Høvuðs
orsøkin er, at kappingin er so lítil og hetta elvir til óneyðuga høgar prísir
Dýrast í Europa
matur
Føroyar eiga so eitt europamet
– tað er í høgum prísum