mikudagur 29. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
mai
Lívsgleði er eisini ein spurningur
um val, og tú kanst velja
at verða lukkuligur
Niklas Heri Jákupsson, fyrilestrahaldari
Eg havi møtt onkrum føroyskum
kvinnum í Danmark, men mær dámar
betur myrkar, eksotiskar kvinnur enn
ljósar kvinnur sum tær føroysku.
Reality-stjørnan Sidney Lee vitjar í Føroyum
Hvønn einasta dag hvørva vørur av
hillunum í handlunum, og soleiðis
hevur altíð verið.
Niels Mortensen, stjóri í SMS
sigur, at vanligt er at seta svinn til
millum hálvt annað og trý prosent,
og tað heldur hann passa væl.
Upp í svinnið kemur stuldur, men
hvussu stór stuldursupphæddin er
í handlunum Miklagarði, Bónus
og Brotinum er torført at siga
nágreiniliga. Stuldur er ein minni
partur av svinninum, men um árið
verður í teimum handlunum stolið
fyri nakrar milliónir krónur.
Torført er at gera nakað við
stuldurin. Starvsfólkini mugu bara
hava eyguni við sær, um tey hava
illgruna til onkran.
Fleiri sløg
- Tað eru fleiri sløg av tjóvum,
múgvandi og minni múgvandi, ung
og gomul, sigur Niels Mortensen.
Eitt eru børn og ung, sum stjala
til stuttleikar, ella tey munga ella
fyri alt í verðini vilja hava onkra
vøru.
Nøkur stjala, tí tey hava ikki
pening at keypa fyri.
Og so eru tað tey, sum ikki
kunnu lata vera við at stjala,
kleptomanarnir. Hjá teimum er tað
ein sjúka at stjala.
- Tað sæst á tí, sum tey stjala. Vit
tóku eina ferð eina konu, sum stjol
kettumat, sjálvt um hon onga kettu
hevði, sigur Niels Mortensen.
Pínligt fyri øll
Hann heldur tað verða pínligt fyri
allar partar, tá ið ein handilstjóvur
verður tikin. Tjóvurin skammar
seg, og tað er alt annað enn stuttligt
hjá handilsfólkunum ella leiðsluni
at skula siga tað við tey og ofta
eisini fara niður í tasku teirra.
- Summi fólk halda tað vera
løgið, at vit ikki melda hvørja ferð.
Eg plagi at svara, at tað kunnu vit
ikki, tí vit búgva í Føroyum, og fleiri
kkara kennast so væl, sigur Niels
Mortensen.
Fyri nógvum árum síðan høvdu
hesir handlarnir eitt fólk, sum gekk
runt við uppgávuni at fanga tjóvar,
og í miðal varð tikin ein um dagin.
Handlarnir góvust kortini við tí
loysnini.
Handlar hava einki samstarv
um, hvussu teir skulu bera seg at
viðvíkjandi handilsstuldri, og teir
brúka heldur ikki nakra sínamillum
fráboðanarskipan, soleiðis sum
handlar í øðrum lagi gera.
Miklagarðarnir og hinir nevndu
handlarnir
hava
ongar
feasta
reglur. Summi verða rópt inn á
skrivstovuna, og eru tað børn ella
ung, verður ringt til foreldrini.
- Vit ringja bara onkuntíð
til politiið. Tað kann vera, tá ið
stuldurin er skipaður, ella fólkini
ikki eru til at tosa við, sigur Niels
Mortensen
Fleiri ung í viðgerð
Fleiri ung fólk leita sær í viðgerð fyri
rúsevnistrupulleikar. Tað vísur seinasta
frágreiðingin frá Blákrossheiminum.
- Eftir okkara tykki siga hesi tøl, at
broytingar eru í nýtslumynstrinum. Tey
ungu nýta í størri mun sterkaru rúsevnini,
sum eitt nú hash, amfetamin, kokain og
onnur narkotisk evni saman við rúsdrekka.
Hetta ger, at viðgerðin aloftast er truplari
at fáast við og tekur longri tíð.
Blákrossheimið sigur, at fleiri av
teimum ungu vera send av landinum til
viðgerð, men tað hevði verið munandi
betri fyri tey - og bíligari fyri samfelagið
– um tey fingu viðgerð í Føroyum.
6 ára gomul ikki í skúla
Stovnsleiðari ávarar ímóti at senda 6 ára
gomlu børnini í føroyska fólkaskúlan, sum
ætlanin annars er.
- 6 ára gomul børn eru kensluliga á
einum vegamóti, har tey eru serstakliga
viðbrekin. Tí hava tey tørv á nógvari
umsorgan og forstáilsi frá teimum vaksnu,
sum eru um tey, sigur Asta í Toft.
- Tað er óamannaverk at senda 6 ára
gomul í skúlan, har lærarin ikki kann geva
barninum tað, sum tí tørvar. Hann hevur
snøgt sagt hevur ikki tíð til tað, heldur
hon.
Varafútin stungin
Tað var dramatikkur í luftini, tá ið
varafútin varð stungin í lærið við einum
dolki. Finn Ougaard kom úr Dómhúsinum,
og har bíðaði ein 40 ára gamal maður eftir
honum við einum dolki. Álopsmaðurin,
sum er ein gamal kenningur hjá løgregluni,
varð handtikin. Hetta er fyrstu ferð, at
ein vápnaður maður leypur á ein ákæra í
Føroyum.
Tey flokkaðust um Seebach
Eitt tað størsta navni í føroyskum popptónleiki,
Rasmus Seebach, brúkti eitt vikuskiftið í Havn. Hann
var millum annað gestir í sendingini Hvonn Live á
Rás2, og eftir at hann hevði gjørt interview og sungið
ein sang live flokkaðust ungir fjepparar um Seebach.
Hann var blíður og vildi fegin skriva teimum autograf
– tað tók bara eina góða løtu at fáa øll avgreidd.
Stórir matvøruhandlar missa hvørt einasta ár fyri milliónir
krónur, tí børn og vaksin stjala í handlunum
Stjala fyri milliónir
stuldur
Nøkur stjala, tí tey hava ikki pening
at keypa fyri. Og so eru tað tey, sum
ikki kunnu lata vera við at stjala