mikudagur 29. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
august
Tað ljóðar kanska stuttligt at ganga í handlar,
meðan man er til arbeiðis, men eg havi runnið
Stroyið upp og niður við 15 pørum av skóm,
smúkkum og øðrum, og tað er altso ikki stuttligt.
Stylisturin Anna-Rósa á Rógvu
Miseydnaðist tað hesaferð,
hevði eg neyvan komið aftur til
Føroya. Tað hevði verið skomm.
Livar Nysted, sum saman við
øðrum róði um Atlantshavið
Kristianna Hammer hevur júst vart
sína Phd-ritgerð um krabbamein
og vón. Sera stórur áhugi er fyri
hennara úrslitum, sum vísa, hvussu
starvsfólk innan sjúkrahúsverkið
kunnu
hava
vónina
við
í
krabbameinsviðgerðunum.
- Vit mugu venda við gerðar hátt-
inum á høvdið. Vit mugu hava sjúk-
lingin við í síni egnu viðgerð, og ein
háttur er at tosa um vónina. Tí um
sjúklingurin missir vónina, er alt
farið, sigur Kristianna.
Orsøkin
Kristianna Hammer hevur ar beitt
sum sjúkrasystur á krabba meins-
deild í nógv ár, millum annað innan
strálu v iðgerð á sjúkrahúsinum í
Odense.
- Tá eg starvaðist á stráludeildini,
upp livdi eg ofta, at sjúklingar høv-
du tørv á at práta við okkum, men
vit høvdu bara eitt korter til hvønn
sjúkling, so tað bar ikki til.
- So minnist eg, at ein ungur
mað ur kom inn. Hann hevði fingið
krabba í hálsin. Vit vóru tvær, sum
skuldu geva honum viðgerðina. Hin
sjúkrasysturin tók ímóti honum og
vísti honum, hvar hann skuldi vera,
og eg fór eftir tí, hann skuldi hava.
- Eg hoyrdi hann spyrja hana, um
hann fór at doyggja av hesum. Hon
byrjaði at tosa um statistikk, og
hvussu stórt yvirlivilsisprosentið
var. Hann stóð bara tigandi og
hugdi uppá hana, og eg sá á honum,
at hann slóknaði. Tað var, sum um
øll vón hvarv.
- Eg fór so yvir og tosaði við
hann og helt í hondina á honum,
men onki batti, tað var ov seint, eg
fekk líkasum ikki fatur á honum
aftur.
- Og tað, sum hendi við hesum
manninum og sum gjørdi, at eg
seinni fór at kanna, hvat vón er
fyri nakað, var, at dagin eftir hevði
maðurin hongt seg. Tí tá vónin
fer, so er einki eftir at byggja
viðgerðina á, staðfestir Kristianna
Hammer.
- Tá hugsaði eg, hvat er tað í
grundini, vit gera? Vit geva strálur,
kemo og operatiónir, men vit tosa
ikki við sjúklingarnar. Og tá vit
endiliga tosa við teir, so gloyma vit
sjálvt menniskjað og taka tað ikki
í nóg stórum álvara. Hvat nyttar
statistikkur, tá fólk eru bangin?
Slóðbrótandi kanningar
PhD ritgerðin er skrivað í trimum
pørt um. Kristianna hevur fyrst
savnað alt tað, sum er skrivað og
granskað um vón frammanundan.
Hesinv
fyrsti
parturin
er
heimskendur, tí Kristianna hevur
savnað nógvar træðrir og skrivað
alt saman til eina ritgerð.
Harumframt hevur Kristianna
kortlagt hvat vón er, og hvar
menniskjað finnur sína vón.
- Eg havi tikið tað mystiska av
vónini, og havi sett tað upp í ein
formil, so tað er lættari at fyrihalda
seg til. Og til tað arbeiðið havi
eg nýtt tekningarnar hjá hesum
damunum, sum eg tosaði við, beint
eftir, at tær høvdu fingið staðfest
krabba.
Við at nýta tekningar, sum
vísindaliga impiri, hevur hon víst
á ein heilt nýggjan hátt at fáa
upplýsingar frá sjúklingum, sum
annars hava ilt við at orða seg um
stórar kenslur sum vón, vónloysi,
ótta, gleði og sorg.
- Av og á heldur tú einum
menniskja í tínum hondum. Tú
hev ur ávikan á, hvør lagnan verð-
ur, tí tey hava sjálvi einki vald.
Til dømis, tá tey fáa krabbamein.
Sjúkrasystrar og læknar hava tá
eina ábyrgd av hesum mennisk ja-
num. Tað nyttar einki at tosa við
sjúk lingar um statistik, tí tey skilja
tað ikki og kunnu ikki brúka tað
til nakað. Tað, sum hevur nakað
at siga, er, at tú ert har. Ofta er tað
nokk. Men tað má lærast, sigur
Kristianna.
Lættari at sleppa
til Íslands
Hóast nakrir sjúklingar seinastu árini
eru sendir til Íslands at fáa viðgerð fyri
sjúku, hevur einki formligt samstarv
verið – fyrr enn nú. Avtala um føroyskt-
íslandskt heilsusamstarv er undirskrivað,
og haraftat er eisini avtala gjørd millum
Landssjúkrahúsið og Landspitalið í
Reykjavík um samstarv.
- Nú ber líka væl til at senda sjúklingar
til Landspitalið sum á Ríkissjúkrahúsið,
og læknar og sjúklingar hava fingið ein
møguleika aftrat, sigur Aksel Johannesen,
landsstýrismaður.
Ung verða sjúk í køki
August er mánaðin, har tey ungu flyta
heimaífrá. Men frælsiskenslan verður
ofta køvd í botninum á vesikummuni, tí
tey ungu hava ikki lært grundleggjandi
reinføri í køkinum. So verða tey smittað av
campylobacter-bakterium, sum strótrívast
í einum skitnum køki! Hetta sigur danska
matvørustýrið í herferðini ”clean eller
klam”.
Sagt verður, at ung, sum júst eru flutt
heimanífrá, eru tí í tríggjar ferðir so stórum
vanda fyri at gerast sjúk av matbakterium
enn børn og ung, sum búgva heima.
Danska matvørustýrið metir, at av teimum
umleið 50.000 sjúkutilburðunum árliga
vegna campylobacter-bakteriur, eru eini
10.000 ung millum 15 og 24 ár.
Meldaðir fyri harðskap
Tveir løgreglumann verða meldaðir fyri
harðskap í sambandi við eina hending á
Summar Festivalinum. Løgreglumenninir
handtaka tveir ungar menn, og fleiri
vitni halda, at teir fara alt ov harðliga
við teimum ungu monnunum. Ferðaliðið
hjá løgregluni kemur til Føroya at kanna
málið, og teir brúka fleiri vikur í Føroyum.
Seinni verður málið slept, tí prógv eru ikki
fyri, at løgreglumenninir nýttu óneyðugt
vald.
Løkke og Sólrun á vitjan
Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona
hansara, Sólrun Jákupsdóttir, vóru á almennari vitjan í Føroyum. Tey
hittu politikarar, vinnulívsfólk, mentafólk, skúlanæmingar og onnur. Á
Studentaskúlanum á Kambsdali slapp Løkke at svara nógvum spurningum
frá næmingunum – millum annað um grindadráp. Hann segði seg ikki
hava trupulleikar við drápinum, og hann etur sjálvur grind. Hann helt
eisini, at ríkisfelagsskapurin skal stuðla føroyingum í hesum máli.
- Vit mugu hava
sjúklingin við í síni
egnu viðgerð, og
ein háttur er at tosa
um vónina. Tí um
sjúklingurin missir
vónina, er alt farið,
sigur Kristianna
Hammer, sum
seinastu seks árini
hevur granskað í
krabbameini og vón
Uttan vónina
hava vit einki
ávirkan
- Av og á heldur tú einum menniskja í tínum hondum. Tú hevur
ávikan á, hvør lagnan verður, tí tey hava sjálvi einki vald. Til
dømis, tá tey fáa krabbamein, sigur Kristianna Hammer