Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 16 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Tað besTa í 2010 Føroysk bók úTlendsk bók bilur luTur Kári Árting: Marjun S. Kjelnes Skriva í sandin Ikki er lætt at velja eina bók burtur úr rúgvuni sum ársins bók millum tær um 150 nýggju føroysku bøk ur­ nar, sum komu út í 2010, tí bøk ur nar eru so ymiskar. Tað kundi t.d. verið ein yrkisbók ella ein søgulig bók, tí hesar fylla nógv mest í rúgvuni. Tær fylgja flestallar einum vælkendum leisti, og bróta sum so ikki burtur úr nýggjum, tó at tað ofta liggur ára langt arbeiðið við at leita eftir og skipa tilfarið aftan fyri, og fleiri av teim un eru bæði áhugaverdar og væl skrivaðar. Í mun til hesar, kemur ikki nógvur upprunaføroyskur skald­ skapur út og als ikki til ung, og tí havi eg hug at velja ungdómsbókina hjá Marjun S. Kjelnes; Skriva í sand­ in sum ársins føroyska út gávu. Skriva í sandin er sum sagt ung­ dómsskaldsøga ella søgusavn í tíggju kapitlum. Søgugondin fylgir ikki einum tráðið, hóast øll søgan fer fram eitt vikuskifti ymsastaðni í Havn, men er skriva hegnisliga soleiðis at allar søgurnar vera flætt aðar saman. Tað er ein nýggjur høvuðs persónur í hvørjari søgu, men flest allir persónarnir ganga aftur í hinum søgunum, soleiðis at høvuðs persónurin í einum kapitli er hjápersónur í tí næsta, og soleiðis vera fleiri av persónumum væl lýst­ ir, hóast teir eru nógvir í tali. Evnini og sum Marjun tekur upp eru stór og djúp, og kunnu hvørt sær sakt­ ans fylla eina heila skaldsøgu. Hon skrivar um seksualitet og sjalusi, fráverðandi foreldur, trupul leikar millum foreldur, for eldur og tann­ áringarnar, rúsevnis trupuleikar, et­ ingar ólag og nógv annað, sum ligg­ ur frammalaga í hugaheiminum hjá einum tannáringi. Í so nógv yvur­ broderað kann onkur kanska halda, gamaní, men av tí at søgurnar bæði kunna og tola at standa einsamallar, klárar bókin at bera hesum. Við hesi bókini hevur ung dóm­ urin fingið eitt framúrskarandi doku ment um, hvussu tað var at vera ungur í føroyum í 2010. Eg eri vísur í at bókin verður fastur lest­ ur á fram haldsdeildunum og mið­ náms skúlunum í nógv ár fram yvur, líka so væl sum foreldur kunnu lesa bókina fyri at fáa eina mein ings­ fulla samrøðu um bókina sam an við tannáringinum. Stórstu styrkirnar hjá Marjun er hennara evni at fáa tekstin bæði viðkomandi og nútímans eins væl at hann er lættur og flótandi. Persónarnir eru trúligir og liv­ andi. Eg gleði meg til Marjun hevur tilfar til eina skaldsøgu til vaksin. Magnus Gunnarsson: Nissan Juke Persónbilur At velja bestu bilnýggjheit í 2010 er ikki so einfalt sum tað ljóðar. Besta nýggheit kundi jú verið tann mest praktiski bilurin, tann sum koyrir longst upp á liturin ella tann sum dálkar minst – alt eftir hvat dentur verður lagdur á. Um vit nýta design sum máti­ stokk fyri bestu bilnýggjheit, eru fleiri spennandi bilar komnir til landið í 2010 sum t.d. Citroën DS3, Volvo S60, Mitsubishi ASX, Hyundai ix35 og Nissan Juke, sum er tann mest sermerkti av hesum bilum. Flest allir nýggir bilar líkjast onkrum vit hava sæð fyrr, men Nssan Juke er ein bilur, sum veru­ liga skilir seg út, og fólk venda sær eftir í ferðsluni. Bilurin er eyð­ kendur av, at hann er høgur frá veg num við stórum hjólum og út­ bygd um skermkassum. At ein bilverksmiðja torir at koma á marknaðin við einum slíkum bili, sum sær so nógv øðrvísi út, enn tað vit eru von við, er áhugavert. Um øðrvísi og annarleiðis design er ein góð nýggjheit, er Nissan Juke eitt boð. Inna Tørnroos: iPad Peikitelda Í langa tíð hevði verið teskað og tutlað um, at Apple skuldi koma við onkrum slóðbrótandi innan teldur. Nógv gittu, at tað skuldi vera ein sokallað peikitelda, og rætt fingu tey. Í mars í ár kallaði Steve Jobs til tíðindafund og iPad var víst fram. iPad er í mongum førum eitt syskina barn hjá tí vælkendu iPhone. Sniðið er tað sama, heim­ knøtt urin er tann sami, og á síðuni ber til at minka ella økja um ljóðið. Grundin til, at iPad er ársins lut­ ur, eru ikki køirnar, ið hava verið um allan heim, tá teldan er komin í handlarnar, nei, tað er hátturin sum iPad fer at ávirka internetið fram yvir. Bonnier, ið er ein av størstu blað­ fyritøkum í Norðurlondum, segði fyri stuttum: »Vit taptu internet, vit tapa ikki iPad«. Við tí meina tey, at við iPad fer tað at bera til at vinna pening. Brúkararnir fáa betri vøru og tænastu, og tí verður gjørligt at taka pening fyri tað. Aðrar vinnur, sum eisini fegnast um iPad, eru tey, sum framleiða bøk ur, film, tónleikur og spøl. Øll hesi síggja iPad sum ein frálikan hátt at byrja av nýggjum við inter­ netinum. Kári Árting: Sofi Oksanen Renselse Hyggja vit út um landoddarnar er tað bókin hjá Finsku Sofi Oksanen, sum á donskum hevur fingið heiti Renselse, sum hevur bitið seg fasta. Tað er ikki á hvørjum sinni at virðisløntar bøkur eisini fanga áhugan hjá breiða lesaraskaranum. Men bókin hjá Sofi Oksanen, sum vann Norðurlensku Bók menta­ virðislønina, brýtur frá í so máta, tí bæði ummælarar og lesarar flest vera bergtiknir av hesi søguni. Søgugongdin fyrigongur lutvíst í Estland undir sovjettisku innrásini undir seinna heimsbardaga, men eisini fyrst í nítiárunum, eftir at múrarnir eru fallnir og eitt nýtt Europa er um at taka skap. Ein dagin í 1992 finnur tann gamla Aliide eina unga illa á holdum komna gentu í túninum. Hun gerst ótrygg og bangin, men at enda vinnur samkenslan, og hon tekur gentuna inn. Soleiðis møtast Aliide og Zara. Tann eldra hevur livað alt lív sítt á Vestur Estlenska garðinum, tann yngra vaks upp í eystur Russlandi og leitaði eftir eydnuni í vestur Europa. Hin gjørdist offur fyri sextrælahandli, men flýggjar nú undan bakmonnunum sum elta hana. So líðandi gerast vit greið yvur hvørji bond knýta báar kvinnurnar saman, samstundis sum vit fáa søguna um eina familju sum kemur í klemmu og fer í upploysn tá nýggj leiðsla tekur valdið í einum landið. Ikki kann sigast at skaldsøgan er reinur jólalestur. Hárini hava hug at reisa seg undir lestri, og søgan blívur við at spøkja, langt aftaná at seinasta síðan er vend.