Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 2 Sosialurin Eydna Skaale – Tað ber ikki til at kappast um tónleik, tí tú kanst ikki kappast um list, verður onkuntíð ført fram. Og tað er jú rætt, at Planet handanin í grundini er ein kapping, har vit kjósa nakrar vinnarar. – Men, ber so hinvegin til at siga, – við tað, at vit skulu finna ein vinn­ ara til ymsu handanirnar, seta vit samstundis fokus á alt tað føroyska tónleikalívið, sum heild. Vit tosa um tilnevningarnar, eru samd ella ósamd, og við í kjakið koma eisini nøvn, sum á hesum sinni ikki komu á listan, hóast tey hava staðið seg væl. Við at ogna føroyska tónleikinum eitt kvøld móti ársloki hava vit somuleiðis eitt gylt høvi at líta aftur á árið og minnast tað, sum hendi. 2010 var eitt gott tónleikaligt ár. Tað var serliga eitt framúr fram­ leiðsluríkt ár. Tað var av sonnum lív í føroysku tónleikarunum, og umframt sera nógvar framførslur, bæði smáar og stórar, so eru ongan­ tíð áður givnar so nógvar føroyskar fløgur út. 2010 var sostatt eitt metár fyri føroyskar útgávur. Vit kunnu tó eisini staðfesta, at stóra arbeiðið hjá okkara tón­ leikarum ikki ferð óansað afturvið borðinum. Føroyska fólkið keypir nevniliga eisini tær fløgurnar, sum koma á marknaðin. Tí umframt, at eitt føroyskt met var sett við útgávum, so toppaðu føroyingar eisini alheims sølulistan. Í 2010 seldu føroyingar nevnliga flestar fløgur pr. íbúgva í øllum heiminum. Vit vóru uppi á nærum tveimum seldum fløgum pr íbúgva í 2010, og tað var langt frammanfyri nakað annað land. Við hesum Planetinnlegginum vilja vit takka tykkum fyri eitt gott kvøld, tá Planet handanirnar vóru, nógvar góðar framførslur í farna árinum og óteljandi útgávur í 2010. Vit gleða okkum at uppliva, hvat tit tónleikarar fara at ríka okkum við í 2011. eydna@sosialurin.fo Besta útgáva: Terji & Føstufressar – Tvey Teitur – Let The Dog Drive Home Hanus – Hørpuspælarin SIC – Fighters They Bleed Eivør – Larva Besti nýggi bólkur/einstaklingur: Hamferð Grandma’s Basement Anna Faroe Bárður Johannesen Fróði Hansen Ársins sangari: Jens Marni Hansen Jógvan Hansen Teitur Hallur Joensen Brandur Enni Ársins songkvinna: Anna Katrin Egilstrøð Eivør Guðrið Hansdóttir Lív Næs Anna Faroe Ársins einstaklingur/bólkur: The Dreams ORKA Páll Finnur Páll Týr Hanus G. Johansen Ársins sangur Grandma’s Basement – Hon Fær Ongantíð Nokk Anna Faroe – Walking On Fire Jens Marni – Gloria Teitur – You’ll Never Leave LA Eyðun & Kim – Far so væl Ársins youtube video Effo-drongurin Sonhard Mariuhønan Klæmint Klakk Ársins tónleikamynd Jón K. Joensen Eileen Sandá Kasper Solberg Herðaklappið: Rútmiska kórið í Hoydølum fyri sangleikir síð ani 1997 2010 – eitt gott tónleikaligt metár So eru planetheiðurslønirnar lætnar – sætta árið á rað. Summi eru ovurfegin, meðan summi eru vónbrotin. Tað vil so vera So var sætta Planet handanin av, og eftir standa nøkur, sum eru vald at vera tey bestu í 2010 Tilnevnd og vinnarar á Planet Awards 2010