mikudagur 5. januar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
26
Sosialurin
Arbeiðseftirlitið
søkir eitt skrivstovu- og roknskaparfólk
Vegna natúrliga frágongd hevur Arbeiðs-
eftirlitið brúk fyri einum starvsfólki til fulla
tíð. Miðað verður eftir, at seta starvi sum
skjótast og í seinasta lagið 1. mars 2011.
Starvið er avbjóðandi og sjálvstøðugt,
og fer fram í einum góðum umhvørvi har
leiðsla og starvsfólk arbeiða tætt saman.
Vit ynskja at tú:
• Hevur skrivstovuútbúgving og
roknskaparligan førleika og royndir.
• Ert fyrikomandi og hevur góð
samstarvsevnir.
• Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
• Skrivar rætt føroyskt á ein lættskiljandi
hátt.
• Dugur at arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur kunnleika til FSL (fíggjarskipan
landsins).
• Hevur kunnleika til 360o
(skjalaskráseting/journalskipan).
Starvið umfatar:
• Bókhald og roknskap stovnsins,
harundir FSL.
• Fakturering og brævaskifti við
viðskiftafólk og virkir.
• Telefon- og postavgreiðsla.
• Totalview – tíðarskráseting.
• Vanligt skrivstovuarbeiði.
Vit bjóða tær:
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi har trygd,
heilsa og trivnaður er umráðandi.
• Góð hølisviðurskifti við øllum
viðkomandi hentleikum.
• Lagaligar arbeiðstíðir.
• Sjálvum at vera við í tilrættaleggingini av
arbeiðinum.
• Viðkomandi skeiðluttøku.
• At tín førleiki verður mentur.
Lønar og setanartreytir:
Starvið er fast heiltíðarstarv. Løn og
setanartreytir sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Setanarstaðurin er Tórshavn.
Umsókn:
Skrivlig umsókn, merkt “Umsókn -
skrivstovufólk” skal sendast til :
Arbeiðseftirlitið
Falkavegur 6
Boks 1400
110 Tórshavn
í seinasta lagi 11. januar 2011.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Karl Joensen, stjóra, á tlf. 357811,
og um Arbeiðseftirlitið, á heimasíðu
okkara www.arb.fo
Falkavegur 6 · Boks 1400 · 110 Tórshavn
tlf. 35 78 11 · fax. 35 78 10 · www.arb.fo
Arbeiðseftirlitið
Í hesi fyrstu sendingini í ár verður vitjað hjá Auto Service,
har prátað verður við Otto Andreasen, sølumann, um
tveir bilar: Peugeot 3008 og Peugeot 5008, sum báðir
eru flexsiblir og væl innrættaðir familjubilar.
Eisini er ein samrøða við Tórun Højgaard og
sonin Rúna W. Højgaard, um VW Bobluna,
sum Tórun fekk í jólagávu frá soninum.
Ein samrøða við Ludvík Petersen verður
endursend, har hann fortelur um
sína Harley Davidson motorsúkklu
við undirskriftini hjá fyrrverandi
amerikanska forsetanum Bill Clinton á
bensintanganum.
Hósdagin 6. januar kl. 17.15
Vinnu- & bilradio á
Rúni W. Højgaard
Tórun Højgaard
Otto
Andreasen