Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 20 Sosialurin Jógvan við Keldu Ætlaði at skriva hesa grein í jólamánaðinum, men mær dámar best frið framman­ undan og um jólahalguna. Fari fyrst at ynskja øllum landsmonnum mínum eitt gott og eydnuberandi nýggj­ ár og at vit vinnuliga fáa neyðuga eyðsýnda fram­ gongd, so landið bjargast í komandi árum. Føroyingurin er vanliga tolin, letur sær nógv bjóða, men samstundis síggja vit, hvussu føroyski bygnaðurin í seinastuni hevur lagt upp til, at vit skulu liva av berari sentralistiskari “vælferð”, og sum føroyski búskaparráð­ gevin Hermann Oskarsson, tók til í útvarpsrás ­ nakað soleiðis ­ at “jú, sjálvandi skal vinnulívið eisini vera her”! Hetta er ikki bara út­ søgn av handahógvi, men umhugsaður skaðiligur tendensur, sum er tangeraður av mongum og fleiri ferðir. Styrkja økini Tá ið leið nakað út á sein­ asta heyst, kom mentamála­ ráðharrin við teirri avgerð at savna nakrar útbúgvingar so­ leiðis, at maritimu útbúgving­ arnar skuldu leggjast í Klaks­ vík, har hesar útbúgvingar frammundan hava verið. Hetta var sjálvsøgd og ein búskaparlig sparandi menn­ ing av hesum útbúgvingum. Tað var syndarligt at síggja, hvussu ein fyri og annar eftir av býráðslimunum í høvuðsstaðnum poppaðu upp við mótmælum, tí “Havnin verður ruinerað”. Vit eiga at gera okkum púra klárt, at Føroyar hava fyrimunir av at hava nøkur sterk øki í landinum, sum ikki bara liva av innspræningum frá danska blokkinum men eisini av útflutningsvinnuni, sum fyri tað mesta er úti um landið. Samstundis skulu vit samfelagsliga gera okkum greitt, at skulu hesi sterku øki úti um landið hava møguleika fyri at yvirliva, hava eina víðari menning og framvegis geva gylt til samfelags út­ og uppbyggingina, so skulu tey vera ein heild. Burðardygga Eysturoyarøki og Klaksvík Lat meg geva eitt dømi: Eysturoyggin og Klaksvík eru vinnuliga samanlagt sterkastu øki í landinum, Kambsdalur og Klaksvík hava uppbygt eina sunna miðnámseind og einum hollum sjúkrahúsi og øðrum, samstundis at Skálafjørðurin er sera sterkur á mongum økjum, gevur Føroyum yvirlivingarmøguleikar. Leggjast skal afturat, at verða fleiri almennir stovnar fluttir til hetta øki so fáa vit: ° Eina dynamiska heild, sum ikki bara livir av blokki­ num og tess avleiðingum ° Bíligari leiguprísir tí tað avlastar “trykkventilarnar” í høvuðsstaðnum ° Krøvini frá arbeiðsfólki gerast heldur realistiskari til føroysk viðurskifti ° Eina sunna blanding av fría fyritaksseminum og almennum stovnum Eitt nógv sunnari og meiri burðardygt samfelag. Ongastaðni er staðfest heldur, at Strandferðslan ikki virkar væl, nú hon er í Suðuroy og heldur ikki Skipaeftirlitið í Miðvági. Nú skal eg ikki pástanda – tvørturímóti! Einki er at taka seg aftur í, at høvuðsstaðarpressan – møguliga uttan at hugsa um tað – skorðar væl undir burðartungu sentralismuna við teirra tørvandi sjónaringi. Eg havi varðhugin av, at tá teir eru uttan fyri teirra sjónaring, úti um landið, halda teir, at “tað eiga før­ oyingar úti um í landinum at “takka okkum fyri””! Føroyar áttu at havt eitt virðiligari býráð í høvuðs­ staðnum, tað er bæði synd, skomm og syrgiliga samfelags­ skaðiligt at føroyski høvuðs­ staðurin er mannaður við 13 grátubørnum, tí ikki skulu tey bara hava alt, men ongin annar skal hava nakað! Nei, Føroyar hava brúk fyri vinnuligum útflutnings­ dynamikki og nøkrum fáum sterkum blandaðum økjum kring landið, tí vit droyma okkum við blokkinum ikki burturúr samfelagskreppuni, vit í dag eru í, sum kann gerast djúpri og djúpri! Høvuðsstaður føroyinga uppiborið virðiligari býráð Bæði synd, skomm og syrgiliga samfelagsskaðiligt, at føroyski høvuðsstaðurin er mannaður við 13 grátubørnum, tí ikki bara skulu tey hava alt, men eingin annar skal hava nakað Kjak Tað spardi (møguliga) danska statinum 200 mio krónur, um EIK fylgdi við dótturfelagnum EIK Bank Danmark undir av­ tøkufelagið Finansiel Stabili­ tet. So einføld og so syrgilig er søgan um gomlu føroysku Eikina, sum varð feld. Landsstýrið hevur tví­ hildið um, at tað var løg­ frøðiliga ógjørligt at loysa EIK frá dótturfelagsveð­ haldinum. Tí var eingin vegur uttanum. EIK mátti fylgja við til statspartafelagið, hvørs høvuðsuppgáva er at taka av vánaligar bankar, til tess at tryggja fíggjarligum støðufesti í Danmark. Føroyski EIK hevði allar møguleikar at klára seg, og nýggir íleggjarar stóðu til reiðar at seta hundraðtals milliónir í, at styrkja bankan. Men, teir fingu hurðarnar á nasarnar. Undirritaða eftirlýsti í grein herfyri eina løgfrøðiliga útgreining av lagnutungu avgerðini at nokta, at bankarnir báðir vórðu loystir sundur. Danska Búskapar­ og vinnumálaráðið skuldi lata Fíggjarmálaráðnum eitt slíkt notat “snarest”. Kringvarpið umrøddi í dag notatið, sum loksins er komið. Tað tók sostatt ministeriinum tríggjar mánaðir at orða útdýpandi frágreiðingina, sum landsstýrið sjálvandi átti at havt kent út í odd og egg, áðrenn ein høvuðsbanki í Føroyum glapp okkum av hondum. Prísurin fyri føroyskt støðufesti Hóast EIK enn ikki er seldur, hevur Búskaparmálaráðið roknað út, at tað hevði kostað danska statinum umleið 200 milliónir eyka, varð føroyski EIK ikki drigin við undir avtøkufelagið. Men, hvør hevur roknað upp á virðismissin av EIK av hesum, eitt nú hvussu nógv álitistap og kapitalflýggjan hevur máað av virði bankans? Og merkir hetta so, at um landsstýrið hevði bjóðað danska statinum eitt garanti fyri tap upp á 200 milliónir, so var føroyska Eikin ikki fallin? Tí, so varð danski statskassin ikki verri stillaður. Tað er skjótt at rokna út, at tað hevði verið munandi bíligari enn at noyðast at keypa bankan aftur fyri kanska milliardina. Og hvør metti um prísin fyri at tryggja fíggjarligt støðufesti í Føroyum, tá ein høvuðsbanki varð tikin av og túsundtals íleggjarar mistu hvørja krónu? Hvør vardi yvirhøvur okkara áhugamál? Løgmaður og hansara lið, hava nógvar spurningar eftir at svara í hesum máli. Bjørt Samuelsen løgtingskvinna Tá landsstýrið lat EIK fara undir kong II Tað vóru pengar, ikki løgfrøðin, sum avgjørdu talvið, tá føroyska Eikin gjørdist donsk statsogn. Og landsstýrið má nú viðganga, at tað hevur sagt ósatt fyri fólkinum.