fríggjadagur 7. januar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
Sosialurin
Gamalt orðatak sigur, at ikki
ber til at blása og hava mjøl
í munninum. Hetta orðatak
kemur mær til hugs, tá ið
eg lesið greinina hjá Sjúrði
um kringvarpsgjaldið. Hann
førir fram, at skipanin við at
gjalda eitt kringvarpsgjald
pr húski er órættvíst, og
hann ivast í um hetta ikki er
ólógligt.
Gamaní at Sjúrður er farin
at ivast, um hetta er lógligt,
men so undrar tað meg, at
hann sjálvur atkvøddi fyri
hesum uppskoti, tá ið tað
var samtykt á løgtingi tann
11. mai 2010. Skipanin við at
gjalda eitt gjald pr. húski er
ikki nýggj, men hevur verið
galdandi í nógv ár. Tí kann eg
ikki annað enn undrast yvir,
at Sjúrður nú ivast í um tað
er lógligt, hóast vit øll kunnu
koma á betri tankar.
Brúkaragjøld í
prinsippinum sunn
Síðan
hugleiðir
Sjúrður
um brúkaragjøld mótvegis
skatti. Hann kemur til ta
niðurstøðu, at brúkaragjøld
í prinsippinum eru sunn,
men hetta er ikki galdandi
fyri kringvarpsgjaldið, tí tað
er órættvíst.
Havi hug at seta spurn
ingin, kann Sjúrður Skaale
vísa á nakað brúkaragjald,
ið er rættvíst? Eyðkenni við
øllum brúkaragjøldum er
vælsaktans, at tað er eitt og
sama gjald, ið øll gjalda fyri
eina tænastu, óansæð, um
tey eru væl fyri fíggjarliga,
pensionistar, stakir uppi
haldarar ella lesandi.
Vanliga
grundgevingin
fyri at hava brúkaragjald
á ymsum tænastum er, at
tú í ein ávísan mun kann
velja, um tú vil gera brúk
av tænastuni og at við
brúkaragjaldi fær tú tey
at gjalda, sum framman
undan ikki gjalda so nógv
til samfelagið. Kringsvarps
gjaldið er ikki eitt gjald, ið
tú kann velja til ella frá og
tað er eitt gjald, ið rakar
sosialt skeivt. Tí ivist eg
onga løtu í, at tað rætta er
at gjalda kringvarpsgjaldið
yvir skattin. Hinvegin má
eg ásanna, at tað ikki var
politiskur meiriluti fyri hes
um, tá ið omanfyrinevnda
lógarbroyting var samtykt á
tingið í mai 2010.
Gjaldið tað sama
sum áður
Tykist sum at fleiri misskilj
ingar eru frammi í samband
við sjálvt kringvarpsgjaldið.
Ført verður millum annað
fram, at nú verður mvg lagt
aftrat kringvarpsgjaldinum,
hetta er ikki rætt.
Í kunngerð um kringvarps
gjald frá 21 desember 2006 er
gjaldi ásett, at verða júst tað
sama sum í 2011, umframt
mvg.
Kringvarpsgjaldi
í
2011 er sostatt óbroytt. Øll,
sum higartil hava goldið
kringvarpsgjald, fara at
gjalda tað sama í 2011, sum tey
hava goldið síðan kunngerðin
frá 2006 var lýst.
Sjúrður Skaale blæsir og hevur
mjøl í munninum
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna
Gamalt
orðafelli
sigur
at “eitt orð er eitt orð og
ein maður er ein maður”.
Jóannes Eidesgaard, fíggjar
málaráðharri, boðaði á fundi
hin 24. juni 2010, har pen
sjónsnýskipan var á skránni,
frá, at hækkaðu almennu
lønirnar á heysti 2010 við
ávísum prosenti so hækk
aðu pensjónir og almanna
veitingar við sama prosenti
hin 1. januar 2011. Landsfelag
Pensjónista
var
sjálvsagt
fegið um hetta lyfti, tí her
boðaði landsstýrismaðurin
frá, at fólkapensjónistarnir
fóru at fáa júst somu “lønar
hækkan” sum aðrir bólkar í
samfelagnum.
Tá umboð fyri landsins
ráðandi vald geva slík lyfti,
eiga vit sum vanligir borgarar
at kunna líta á, at givnu lyftini
eru álítandi og eftirfarandi.
Landsfelag
Pensjónista
hevur tískil síðan nevnda
fund tikið sum sjálvfylgju,
at
Jóannes
Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri fór at
boða
landsstýriskvinnuni
í almannamálum, fíggjar
nevnd
og
løgtingslimum
í hvussu er í samgonguni,
frá lyftinum sum hann gav
Landsfelag Pensjónista á
nevnda fundi, ið var á Hotel
Hafnia henda dag í juni
mánaða 2010.
Vísandi
til
omanfyri
standandi skilir Landsfelag
Pensjónista púrt onki tá
Eyðgunn Samuelsen, næst
forkvinna í fíggjarnevndini
í gjárkvøldið, hin 3. januar
2011 sigur við útvarpið viðv.
hækkan av grundupphæddini
í fólkapensjónini, at “ sjálvt
um allar almannaveitingar
verða lagaðar til lønarhækk
ingina á almenna arbeiðs
marknaðinum,
so
verður
grundupphæddin í Fólka
pensjónini ikki hækkað” og
varð somuleiðis greitt frá,
at hetta er tí, at tað stendur
í seinasta setningi í § 2 í
Løgtingslóg frá 22. desember
1999 at grundupphæddin
ikki hækkar. Í § 2 í nevndu
lóg verður sagt um javning
av almannaveitingum v.m.
§ 2. www.logir.fo
Almannaveitingar, sam
bært løgtingslóg um almanna
pensjónir o.a., løgtingslóg
um uppihald á stovni o.l.,
løgtingslóg um viðbót til
ávísar pensjónistar v.fl. og
løgtingslóg um barnagjald
til einsamallar uppihaldarar
v.fl., verða frá og við 1. januar
á
hvørjum
ári
javnaðar
við 1% sambært §§ 56. Tó
verður grundupphæddin til
fólkapensjón ikki javnað.”
(okkara undirstriking)
At løgtingslimur meldar út,
at grundupphæddin, ið fevnir
um heili 57% av samlaðu
fólkapensjónsupphæddini,
heldur ikki hækkar hesu
ferð, og grundar útsøgnina
við, at tað stendur í einari
12 ára gamlari løgtingslóg
at
grundupphæddin
til
fólkapensjón
ikki
verður
javnað, tykist okkum løgið.
Vit vita, at prístalið sam
bært Hagstovu Føroya er
hækkað uml. 25% seinastu
12 árini, og er útmeldingin
hjá løgtingskvinnuni viðvíkj
andi óreguleraðu grundupp
hæddini tískil sera ódámlig
og ikki sørt skelkandi. Ráð
andi politikarar mugu vita,
at fólk skulu liva av tí løn/
pensjón tey fáa, eisini fólka
pensjónistar. Og tí hoyrir tað
ongastaðni heima, at grund
upphæddin, sum er ætla til
mat og aðrar leysar útreiðslur
13 árið á rað stendur í stað,
alt meðan prísirnir á mati og
øðrum gerandisvørum v.m.
er hækkaður ár undan ári.
Eyðgunn Samuelsen, løg
tingslimur og fíggjarnevnd
arlimur,
veit
somuleiðis
óivað, at ein grundleggjandi
spæliregla og virði í polit
isku skipanini er, at lyfti, ið
landsstýrismaður gevur sam
felagsbólki viðv. prinsippi
ellum máli, sum í hesum
føri, lyfti um pensjónshækk
an má virðast og sjálvsagt
eisini haldast. Flestu fólk
her á landi vita, at lóggev
arar landsins, landsstýrið
og løgting, javnan leggja
uppskot fyri tingið, og løg
tingið
javnan
samtykkir
lógarbroytingar.
Lógir kunnu broytast og
lógir verða javnan broyttar.
Tey
eldru
í
samfelag
okkara
hava
serstakliga
seinastu trí árini upplivað
at landsins lóggevarar, tá
serstakliga Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna í almanna
málum, er komin við hópi
av lógarbroytingum, sum
hava gjørt, at veitingar og
vælferðartilboð
á
eldra
økinum eru minkað ella
skerd. Henda gongd vísir
greitt, at tað er sera lætt hjá
politiska valdinum at koma
við lógarbroytingum, og at
tað er lætt at samtykkja lógir.
Tað velst bert um viljan.
Løgtingslóg um áseting
og javning av allmanna
veitingum frá 22. december
1999 er mangar ferðir broytt
hesi farnu 12 árini. Og § 2 í
lógini er broytt ikki færri enn
5 ferðir, áðrenn hon nú tann
9. december 2010 varð broytt
fyri 6. ferð. Tað fær tí illa verið
annað enn politiskur illvilji
móti fólkapensjónistum, sum
ger, at Eyðgunn Samuelsen
og aðrir politikarar tvíhilda
um ta ávísu ásetingina í §
2, sum sigur, at grundupp
hæddin verður ikki javnað.
Hetta hevur kostað fólka
pensjónistum
dýrt:
Einki
endurgjald fyri prísvøksturin,
sum hevur verið 25% hesi
12 árini, ongan lut í vanliga
inntøkuvøkstrinum, og nú
í 2011 fáa fólkapensjónistar
minni enn helmingin av teirri
javning, øll onnur fáa.
Áheitan á Rósu Samuel
sen, landsstýriskvinnu,
at broyta Almanna
pensjónslógina
Landsfelag Pensjónista fer
tískil við hesum at heita
á Rósu Samuelsen, lands
stýriskvinnu í almannamál
um, ið varðar av Almanna
pensjónslógini, beinanveg at
leggja uppskot fyri løgtingið,
at broyta § 2 í løgtingslóg nr.
107 frá 22. desember 1999
um áseting og javning av
almannaveitingum,
sum
seinast broytt við løgtingslóg
nr. 106 frá 12 desember 2008.
Hetta soleiðis at seinasti
setningur í § 2, ið sigur “Tó
verður grundupphæddin til
fólkapensjón ikki javnað”
verður
strikaður.
Og
at
kunngerð um áseting um
javning av almannaveitingum
frá 13. desember 2010, verður
broytt, so hon eisini fevnir
um
grundupphæddina
í
fólkapensjónini.
Nevndin í Landsfelag
Pensjónista
Sigvald Kristiansen
Arne Thorsteinsson
Inna Nattestad
Finnur Johansen
Alma Petersen
Landsfelag pensjónista: Brotin lyfti
Mugu broyta Almannapensjónslógina, frá 22. desember 1999, so grundupphæddin í fólkapensjónini
umsíðir verður hækka, júst sum aðrar almannaveitingar í almannapensjónslógini