Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 30 Sosialurin Virkisbygningur til sølu Um hóskandi boð fæst, verður vegna trotabúgvið P/F Snodd við hesum lýstur til sølu virkisbygningur á kajøkinum á Toftum, matr. nr. 435h, Toftir. Talan er um ein bygning á leigaðum grundøki til víddar 2600 m2 við ástandandi virkisbygningi, við eini grundvídd á 1012 m2, umframt skrivstovuøki á 210 m2, við tilhoyrandi skrivstovuinnbúgvi. Í bygninginum er eisini ein skiljilinja til heilan fisk av slagnum Marel, umleið 300 fiskakør, 4 trukkar, umframt onnur útgerð. Bygningurin liggur væl fyri á kajøkinum í vælskip­ aðum havnaøki og hevur verið brúktur til fiski­ vinnuendamál og útleigan. Áhugað kunnu venda sær til Óla Hansen, advokat­ fulltrúa á telefon 669904 ella á teldupostadressu oha@faroe­law.fo Advokatpartafelagið Faroe Law Yviri við Strond 15 · Postboks 158 · FO-110 Tórshavn Tlf. 66 99 00 · fax 66 99 01 Kunningar- og samskiftisfólkið er knýtt at Setursskrivstovuni, sum er miðfyrisitingin á Fróðskaparsetrinum. Í løtuni eru 13 starvsfólk beinleiðis knýtt at Setursskrivstovuni. Fremsta uppgávan hjá kunningar- og samskiftisfólkinum er at samskipa og menna heimasíðuna hjá Setrinum. Aðrar týðandi uppgávur eru at gera kunningartilfar, samskipa starvsfólkatiltøk umframt arbeiða við vanligum kunningar- og fyrisitingarmálum. Høvuðsuppgávur: • hava ritstjórnaliga ábyrgd av heimasíðuni • samskipa arbeiðið við støðugt at dagføra innihald og snið • gera mannagongdir sum góðskutryggja og menna heimasíðuna • samskipa kunningar- og lýsingarherferðir • samskipa innanhýsis kunning og samskifti • lýsa innanhýsis heimasíðupolitikk, reglur og mannagongdir saman við heimasíðubólkinum • læra starvsfólk at brúka heimasíðuskipanina • gera brúkaravegleiðingar til heimasíðuna • umsita brúkarar á heimasíðuni Førleikakrøv: Tú skalt hava bachelor- ella kandidatútbúgving ella samsvar- andi útbúgving frá lærdum háskúla. Harumframt skalt tú hava hollar royndir og vitan frá samskiftis- ella kunningar- arbeiði. Vit ímynda okkum, at tú: • sum persónur er ágrýtin, miðvísur og hevur evni og hegni til at arbeiða sjálvstøðugt • dugir væl at samstarva í toymi, er ábyrgdarfullur og álítandi • dugir væl at skriva og skrivar rætt, serliga á føroyskum, men eisini á enskum • er framkomin teldubrúkari • hevur góðan kunnleika til ymisk tekstviðgerðarforrit • skal læra at brúka ritstjórnarliga partin av typo3-skipanini (í minsta lagi svarandi til skeiðið “Redaktør udvidet”, leinki: linkfactory.dk) Tað er ein fyrimunur, um tú: • skilir hvussu html virkar • hevur gott skil fyri PR-arbeiði • dugir at brúka forrit til at gera lýsingar, eitt nú í PhotoShop, Illustrator • hevur gott innlit í og áhuga fyri universitetsheiminum Løn og setanartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsókn Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til: Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovuna J.C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 FO-110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. januar 2011. Starvið verður sett 15. februar 2011 ella skjótast til ber. Fleiri upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni www.setur.fo. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rúnu Hjelm, fyrisitingarstjóra á runah@setur.fo ella á telefon 292504 ella Jóan Paula Joensen, rektara á jopajo@setur.fo ella á telefon 292503. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Kunningar- og samskiftisfólk til Fróðskaparsetur Føroya Søkt verður eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og miðvísum kunningar- og samskiftisfólki til Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetur Føroya hevur sum høvuðsuppgávu at inna gransking og veita frálæru á hægsta altjóða stigi. Hesar deildir og skúlar, ið øll bjóða út hægri útbúgvingar, hoyra undir Fróðskaparsetrið: Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin, Søgu- og samfelagsdeildin, harundir Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. Arbeitt verður framvegis við bygnaðarbroytingum. Samlaða nettoútreiðslujáttanin fyri 2010 er 68 mió. kr. Umleið 100 starvsfólk arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya. Tað eru umleið 540 fulltíðar lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Vinnubygningur/høli ynskist Til leigu ella keyps í Tórshavn Umleið 130 m2, góð parkeringsviðurskifti, og annars væl egnað til alment virksemi. Skal kunna innrættast eftir egnum ynski. Bill. mrk. 281210 KOYRIKORT SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! www.ebenezer.fo