Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 32 Sosialurin SEV sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at byrja skjótast tilber til millum annað at taka sær av lønarbókhaldinum. Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv í fyrisitingini hjá SEV, sum umframt lønarbókhaldið eisini umfatar ymsar uppgávur í fíggjar- og debitorbókhaldinum og vanligt skrivstovuarbeiði annars. Setanarøkið er alt SEV, men starvsstaðið er í Vestmanna. Hjá SEV starvast í løtuni umleið 150 fólk. Talan er bæði um mánaðar- og tímalønt starvsfólk. Lønirnar verða útgoldnar í skipanini LøttLøn. Førleikar Tað er ein fyrimunur, at tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir og góðan kunnleika til lønarbókhald og bókhald yvirhøvur. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum er nærlagt og nágreiniligt, dugir væl at samstarva og er tænastusinnað. Løn Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmanna- felagið og elfelagið SEV, og verður ásett eftir útbúgving og starvsaldri frammanundan. Umsóknir Vinaliga send umsókn saman við prógvum og møguligum ummælum til Elfelagið SEV, Postrúm 319, 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er mikudagin 19. januar 2011. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til John P. Danielsen, deildarstjóra ella Oluffu undir Kletti, starvsfólkaleiðara, bæði á telefon nr. 346800. Uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelag­ num. Veljast skulu 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár og tiltaks­ limirnir fyri 1 ár á aðalfundi felagsins 12. mars 2011. Uppstillingin skal verða liðug innan 1. februar 2011. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 1. februar 2011. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar val­ evni arbeiðir. Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis við vanligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji stilla upp til nevnarval verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini. Fráboðanir um uppstilling verða at senda til Starvsmannafelagið J.H. Schrøtersgøta 9 Postboks 165 110 Tórshavn 2 Námsfrøðingar til Náttúru­ barnagarðin Sóljuhjarta Vit hava tvær barnagarðsstovur við 18 børnum á hvørjari. Av tí at Sóljuhjarta er ein nýggjur stovnur, hevur tú serliga góðar møguleikar at vera við til at seta tín dám á eitt spennandi og mennandi arbeiði. Vit hava eitt ríkt námsfrøðiligt umhvørvi, og leggja dent á at vera so nógv sum gjørligt í náttúruni, og at brúka hana sum eitt námsfrøðiligt amboð. Vit hava brúk fyri 2 námsfrøðingum á 30 tímar um vikuna til hvør sína stovu. Størvini eru fyribilsstørv við setan frá: Á Grønanum frá 1. februar 2011 til 15. juli 2011 Í Ósanum frá 1. mars 2011 til summarfríðtíðina 2012 Førleikakrøv: Vit ynskja at tú ert nýhugsandi, ígongdsetandi, opin, jalig, dugir at veita umsorgan, og hevur góð sam­ starvsevnir. Vit ynskja eisini at tú sært allar teir møguleikar ið nátturan hevur, og gert brúk av teimum í dagliga arbeiðinum. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Lønin: er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Káru Løkin, leiðara. Tlf. 21 43 06 ella 66 71 70 Søk starvið: Við at senda umsókn við avriti av prógvi og møgu­ ligum viðmælum til Runavíkar kommununi í seinasta lagi fríggjadagin 21. januar 2011, kl. 12.00. Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 · Postsmoga 139 · FO­600 Saltangar Lesið -so eru tit við! www.sosialurin.fo ÍSLENDSKUR LESTRARSTUÐUL Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (114.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2010/2011. Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum. Námið byrjar 1. september 2011 og endar 30. apríl 2012. Umsóknir skulu sendast til Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum, Stofu Sigurðar Nordals, Posthólf 1220, IS-121 Ísland. Umsóknarfreistin er 1. mars 2011. Umsóknarblað og kunning fáast á www.setur.fo ella við at venda sær til Setursskrivstovuna. Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhalds- studning fyri næsta skúlaár innan 2. februar 2011. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo