Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 3 · 7. januar 2011 6 VIKUSKIFTI VIKUSKIFTI Bløð og Bloggar eru í hesum døgum íðin í at gera listar yvir tað Besta í farna ári. eitt blað, ið seinastu 13 árini hevur latið sínar lesarar velja bestu húðkrem og smyrsl er svenska Damernas. ársins listi er júst komin, okkurt er nýtt, men gamlir kenningar eru eisini á listanum. TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo 6 Eight Hour Cream frá Elizabeth Arden feiðraði í fjør 70 ára føðingardag. Hetta krem verður nýtt til tað mesta á kroppinum - varrar, hár og húð. Grundin til navnið Eight Hour Cream er, at ein mamma, ið nýtti kremið til skursl hjá soninum, vildi verða við, at tað lekti eftir átta tímum. Eight Hour Cream er ein klassikari á slíkum listum sum hesum. Mínar royndir: Sovni við tí á vørrunum, nýti tað til avtiknu húðina hjá soninum og rundanum neglirnar. Lukturin er also ikki nakað serligur, men sum tað hjálpur! Body Butter frá Body Shop. Feita kremið hjá Body Shop er eisini ein gamal favorittur, ið regluliga kemur í nýggjum anga. nógv dáma best ”Moringa”-angan, men frukt og nøt eru eisini vælumtókt. Mínar royndir: Havi átt nógv ymisk Body Butter, og eru tey perfekt, tá húðin er ógvuliga turr, men eitt sindur ov feit at nýtast dagliga. Touche Éclat frá Yves Saint Laurent. Drotningin millum dekkstift. Tá Touche Éclat kom 1992, var hon fyrsta dekkstift, ið ikki bara lovar at goyma pirrur og skøvur, uttan eisini gevur húðini lit og javnar húðlitin. nú verður ein Touche Éclat seld hvørt tíggjnda sekund um allan heimin. Mínar royndir: Keypti hetta fyri ikki so langari tíð síðani og eri einig í, at tað er avbera gott at javna húðlitin við, men dekkar ikki líka væl pirrur. Persónligi favoritturin eitur infallible frá L’Oreal. Juicy Tubes frá Lancome. Litríka varraglinsi Juicy Tubes var millum tey fyrstu á marknaðinum, tá tað gjørdist modernað við glinsandi vørrum. Hóast rákið hevur vent, og varrarnar ikki eru so glinsutar nú, so eru Juicy Tubes enn vælumtóktar. Mínar royndir: Sorry, her eri eg ósamd. Havi ongantíð skilt tað fantastiska við Juicy Tubes. Mær dámar litirnar og luktin, men haldi at tað klebrar og kennist ov feitt á vørrunum. Hypnose frá Lancome. nógv dáma hesa maskaruna best, tí at bustin er tjúkk, liturin heldur sær leingi, og vippurnar klumpa ikki saman. Í tí dýrara endanum, men varar leingi. Mínar royndir: Hesa havi eg ikki roynt enn, favorittarnir eru annars Diorshow og Great Lash frá Maybelline, ið er ein favorittur hjá make-up artistum. Microshadow frá Make Up Store. nýggjasti vakurleikahandilin í Føroyum vann eisini inn á listan. Eygnaskuggarnir ”Microshadow” eru at fáa í ikki minni enn 89 ymiskum litum, og tí er lætt at finna sín egna yndislit. Mínar royndir: Lætt at nýta, men í so dýrt fyri bara ein lit. Best í 2010