fríggjadagur 7. januar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
13
VIKUSKIFTI
teirra heima síðum fara úr 300 vitjandi
um vikuna til 2.500.
»Faroe Islands football« kemur eis
ini á fjóðra pláss, tá søkt verður eftir
Før oyum um allan heim.
Hvalaveiða vekjur áhuga
Google Trends vísur eisini hvørji orð,
saman við »Faroe Islands«, vaksa mest.
Tað er kanska ikki so stuttligur lesn
aður, tí »Dolphins Faroe Islands« og
»Faroe Islands dolphin« koma á pláss
eitt og tvey.
– Vit hava eina heimasíðu www.
whaling.fo, har vit sum best royna at
greiða frá, hvat grindadráp gongur út
uppá. Vit hava eisini ætlanir um at økja
ta tænastuna fyri at steðga teim um, ið
koma við pástandum um at grinda dráp
er til stuttleikar, at tað er ein mann
dóms roynd, og at vit drepa einar 400
hvalir um dagin, sigur Rói Magnussen
á Ferðavinnuráðnum.
Ferðaráðið hevur ikki keypt nøkur
leitiorð á Google enn, men umhugsar
at gera tað. Tá er kanska eitt hugskot
at keypa »Dolphin« og fáa fólk inn á
føroysku »Whailing« síðuna.
– Vit hava tænastuna Google Ana
lytics undir øllum okkara síðum, og
síggja hvar fólk koma frá, hvussu leingi
tey steðga á heimasíðuni, og hvat tey
eru áhugað í. Streymurin inn á okkara
síður er rættuliga góður, og tí hava vit
ikki mett, at tað er neyðugt at keypa
nøkur orð enn, greiður Rói Magnussen
frá.
Síður sum oftaverða uppdateraðar,
til dømis bloggar og tíðindasíður, koma
høgt upp tá leitað verður í Google. Tað
hava tey á Ferðaráðnum eisini merkt,
tá tey høvdu nakrar bloggarir inni á
síðuni.
– Vit eru eitt sindur aftanfyri í Før
oyum, men bloggar og sosial media
sum Facebook og Twitter er tað, ein
skal satsa uppá framyvir, sigur Rói
Magnussen.
Dømi uppá hvussu Atlantsflog
keypur orð á Google, og síðani
fær fólk inn á heimasíðuna
Tá ein leitar eftir »Faroe Islands«
kemur »Dolphins« høgt upp