fríggjadagur 7. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
14
VIKUSKIFTI
Nakrar dagar fyri jól fóru nakrar kvinnur úr
Eysturoy umborð á flakatrolaran Enniberg,
sum liggur við Vestaru Bryggju í Havn, at
vaska. At skip fáa eina høvuðsreingerð eina
ferð um árið – ella við nøkrum árum ímillum
– er ikki óvanligt. Hinvegin eru tað ivaleyst tey
fægstu reiðaríini, sum regluliga lata síni skip
vaska av øðrum enn manningini sjálvari. Men
tey reiðarí, sum soleiðis hava tikið av hesum
møguleika einaferð, eru ofta tey, sum venda
aftur eina aðru ferð.
Alt endavent
Ása Gaardlykke, búsitandi í Saltangará, stílar
líka sum fyri vaskingini av Ennibergi. Veitarin
er Eysturoyar Reingering, og Ása sigur, at hon
hevur vaskað fyri felagið í tilsamans 12 ár.
– Minnist eg rætt, byrjaðu vit at vaska fyrsta
skipið hin 27. desember fyri 12 árum síðan.
Vit vóru einar 8-10 kvinnur, sum kundu traðka
til tey fyrstu árini, men nú eru bert tvær av
teimum ”gomlu” eftir. Hin er Maria Hansen,
sum eisini býr í Saltangará, men hon fekk
ikki verið við í vaskingini hesaferð, tí hon er
burturstødd.
At vaska skip gevur ikki so regluligt arbeiði,
at hetta er nakað, ið livast kann av, um fólk
hava fíggjarligar skyldur at røkja. Tí er tað
komið væl við hjá teimum, sum starvast hjá
Eysturoyar Reingering, at tey seinnu árini eisini
hava vaskað fyri Tryggingarfelagið Føroyar.
– Nú vit hava vaskað Enniberg, hava vit í
sama tíðarbili eisini verið á Skála, har vit hava
vaskað fyri tryggingina. Teir, sum eiga Enni-
berg, eru lagaligir og hava latið okkum tikið
hetta arbeiði inni ímillum.
Tá Sosialurin vitjaði umborð á Ennibergi
seinnapartin mikudagin, var Ása saman við
tveimum øðrum ungum kvinnum til arbeiðis.
- Vit hava áður vaskað umborð á Ennibergi,
men tað eru nøkur ár síðan. Nú verður alt skipið
endavent, øll manningarrúm, uppihaldsrúm,
wc’ir og brúgv fáa ein veruligan umgang. Hvør
koyggja og hvørt skáp verður vaskað, og hvør
madrassa verður støvsogin. Vindeygu verða
pussað, og allar gardinur verða tiknar niður og
vaskaðar í landi. Sjálvt lampustøðini verða tikin
niður, og hvør skermur verður vaskaður.
Ása sigur, at manningin, sum er umborð á
skipinum um dagarnar, hevur verið hjálpsom,
tá tær ikki altíð hava fingið lampustøðini niður
und an – ella okkurt annað hevur verið, sum tær
hava noyðst at biðið teir hjálpa sær við.
– Tað er strævið at vaska skip, serliga undir
loftinum og lampustøðini, sum eru so mong í
tali. Her eru nógv kømur og enn fleiri koyggjur
og skáp at fara um, sigur hon.
Tær, sum vaska umborð á Ennibergi, hava
eisini hitt reiðaran, Mortan og konuna, Hildi-
gunn, og bæði hava verið blíð, fyrikomandi og
takksom fyri arbeiði, ið gjørt er.
Ása sigur, at seinastu skipini, tær hava
vaskað, vóru Stelkur, Bakur, Jaspis og Ametyst,
sum tær vaskaðu í summar.
Misti mammuna
Hóast Ása Gaardlykke hevur verið knýtt at
Eystur oyar Reingering seinastu 12 árini, hevur
hon eisini fingist við ymiskt annað.
Í sjey ár arbeiddi hon í matvøruhandlinum
Napoleon Jacobsen á Glyvrum, men hon hevur
eisini arbeitt í saltfiski hjá D.P. Højgaard í
Oyrunum á Toftum og í flaki á Lynfrost í nøkur
ár. Okkurt skifti var hon eisini á Nyki á Toftum
og á Bakkafrost á Glyvrum.
– Eg var ikki meiri enn 13 ára gomul, tá eg
eftir skúlatíð byrjaði at arbeiða í saltfiskinum
hjá D. P. Højgaard í Oyrunum. Fiskurin var
vask aður í kjallaranum og turkaður og pakk-
aður í erva.
Ása Gaardlykke, sum vaks upp á Nesi, var
bara hálvt triðja ára gomul, tá pápi hennara,
Karl Martin, doyði, og mamma hennara sat
eftir við seks børnum.
– Karl Martin, sum varð uppkallaður eftir
pápa mínum, var nýfrøðingur, føddur 5. juli
sama ár, sum pápi mín doyði 22. september.
Sólrun, sum var elst, var bert sjey ára gomul.
Mamma mín var Magnhild, ættað av Gadd á
Nesi, og hon giftist ongantíð uppaftur.
Ása og maðurin Jørmund, sum er ættaður
úr Lamba, giftust 18. september í 1971. Tey eiga
børnini, Albertu, sum er 24 og Ásmund, sum
er 21 ára gamal.
– Jørmund hevur verið sjómaður øll árini,
síðan vit giftust, undantikið eitt ár, sum var árið,
tá Alberta varð fødd, sigur Ása Gaardlykke.
Ása Gaardlykke, sum vaks upp Á Nesi, var bara hÁlvt triðja Ára Gomul, tÁ
pÁpi heNNara doyði. mammaN sat eftir við seks børNum, hitt yNGsta var
NýføðiNGur, oG hitt elsta var bert sjey Ár. – sjÁlv var eG ikki meiri eNN 13
Ára Gomul, tÁ eG eftir skúlatíð byrjaði at arbeiða í saltfiski, siGur hoN
Tær vaska Enniberg
Myndir: vilmuNd jacobseN
tIl arbeIðIs
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
Fakta
Navn: Ása Gaardlykke
Starv: Vaskifólk
Besta við starvinum: At gleða
viðskiftafólk
Ringasta við starvinum:
Strævið viðhvørt…
Starvstíð: 12 ár
Starvsfólk: Skiftandi
Staður: Eysturoy
Stjóri: Petur Gaardlykke
Ása Gaardlykke hevur vaskað skip í nógv ár, og nú tey vaska flakatrolaran Enniberg, er Astrid Gaardlykke ein av ungu
kvinnunum, sum taka eina hond í. Hon og aðrar hava áður vaskað skip saman við Ásu og hennara vaskiliði