mánadagur 10. januar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
28
Sosialurin
Kjak
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Tey tímaløntu eru fyri stórum
vanbýti á føroyska arbeiðs
marknaðinum, samanborið
við øll fastlønt starvsfólk,
bæði á almennum stovnum og
privatum fyritøkum. Tað snýr
seg um lønarlag, starvs og
setanarviðurskifti, pensjónir,
útbúgvingarmøguleikar, upp
sagnarviðurskifti og nógv
annað.
Ein ljótur mismunur á
arbeiðsmarknaðinum
Ein av ljótu mismununum
er, at tey tímaløntu sum tey
einastu á føroyska arbeiðs
marknaðinum ikki eiga rætt
til lønarendurgjald fyri at
vera heima barnsins fyrsta
sjúkradag. Hetta er slík sjálv
fylgja hjá øllum øðrum, at
vit hugsa als ikki um tað.
Men tað kostar eina dagløn
fyri tann tímalønta – sum
frammanundan hevur ta
lægri lønina og ongan trygg
leika í starvinum. Meðan
starvsfólk bara nýtast at taka
telefonina og siga frá: tíverri,
eg kann ikki koma í dag og
kortini fáa fulla dagløn, uttan
váttan av nøkrum slag.
Nú skal tað vera slutt
við hesum mismuni
Týsdagin t. 18. jan. fer løg
tingið at viðgerða ikki minni
enn tvey lógaruppskot, um
at tímalønt skulu eiga rætt
til
lønarendurgjald
fyri
barnsins fyrsta sjúkradag.
Annað er frá mær sjálvum
vegna
Javnaðarflokkin,
og hitt frá Miðflokkinum.
Annað uppskotið frá flokki
í samgongu, hitt frá flokki
í andstøðu. Tí ivist eg ikki í,
at eftir nógvar miseydnaðar
royndir fer nú endiliga at
eydnast, at fáa ein meiriluta
tvørtur um samgongu og and
støðu fyri málinum. Tí eri eg
so vónríkur í yvirskriftini
omanfyri.
Í 5 ár reist 5 ferðir
í løgtinginum
Nógvar royndir hava verið
gjørdar at fremja hetta málið
í løgtinginum, higartil uttan
úrslit.
Uppskot til samtyktar
varð lagt fyri løgtingið av
Miðflokkinum í okt. 2006.
Tað varð felt við 16 atkvøðum
ímóti og 3 fyri. Grundgevingin
frá meirilutanum var, at eg
sum landsstýrismaður tá var
farin ígongd við at fyrireika
málið saman við pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum.
Sum landsstýrismaður í
almanna og heilsumálum
legði eg so lógaruppskot um
hetta málið fyri løgtingið
í nov. 2007, vegna tásitandi
ABCsamgonguna.
Upp
skotið var ikki liðugt við
gjørt í løgtinginum, áðrenn
Sambandsflokkurin frampro
vokeraði, at val varð útskriv
að, so málið datt burtur.
Í teirra andstøðu undir
CHEsamgonguni
løgdu
Fólkaflokkurin, Sambands
flokkurin
og
Sjálvstýris
flokkurin uppskot fram um
sama mál, tó broytt soleiðis,
at nú skuldi Almannastovan
(!) og ikki arbeiðsgevarin
gjalda fyri barnsins fyrsta
sjúkradag. Tað varð felt við
17 ímóti og 13 fyri.
Uppskot til samtyktar
varð lagt fram av Mið
flokkinum í febr. 2009, at
landsstýrismaðurin í vinnu
málum skuldi koma við
lógaruppskoti, sum tryggj
aði tímaløntum rætt til løn
barnsins fyrsta sjúkradag.
Eftir einmæltum áliti frá
Vinnunevndini samtykti løg
tingið málið við 26 atkvøðum
fyri og ongari ímóti!
Aftur í juni 2010 legði
Miðflokkurin
uppskot
til
samtyktar fyri løgtingið um
sama mál. Hesaferð, at lands
stýriskvinnan
í
almanna
málum skuldi leggja lógar
uppskot fyri løgtingið. Hóast
hetta var andstøðumál, so tók
Javnaðarflokkurin sum ein
asti samgonguflokkur undir
við málinum, so tað varð sam
tykt við 18 fyri og 12 ímóti.
Landsstýrisfólk
nokta at fylgja
løgtingssamtyktum
Løgtingið hevur sostatt í 2009
og 2010 tvær ferðir samtykt,
at landsstýrisfólkini Rósa
Samuelsen í almannamálum
og Johan Dahl í vinnumálum
skulu leggja lógaruppskot
fyri
tingið,
so
tímalønt
skulu fáa rætt til barnsins
fyrsta sjúkradag. Men bæði
landsstýrisfólkini nokta at
gera tað, sum tingið hevur
samtykt. Rósa Samuelsen
hevur enntá sagt tað bart út
á fundi í Trivnaðarnevndini,
at hon ætlar ikki at koma við
slíkum lógaruppskoti, tí tað
heldur hon ikki er hennara
uppgáva.
Samgonguflokkar
vilja ikki vera við
Eg havi spurt landsstýris
fólkini, um tey ætla at koma
við hesum lógaruppskoti,
sum løgtingið hevur álagt
teimum. Nei, tað ætla tey
ikki. Tí havi eg tikið mítt
egna uppskot frá 2007 fram
aftur og broytt tað soleiðis, at
tað ikki krevur nevnisverdar
umsitingarligar
útreiðsl
ur. Eg havi spurt mínar
samgongufelagar
í
Sam
bandsflokkinum og Fólka
flokkinum, um teir vilja vera
við til at leggja uppskotið
fram. Nei, tað vilja teir ikki.
Tí er onki annað at gera, enn
at gera tað sjálvur vegna mín
flokk, Javnaðarflokkin.
Hvør skal gjalda barn
sins fyrsta sjúkradag
Í
grannalondunum
hava
tímalønt eins og fastlønt rætt
til barnsins fyrsta sjúkradag,
og tað er í øllum førum
skylda arbeiðsgevarans at
rinda fyri hesum rætti hjá
starvsfólkunum – sjálvsagt.
Í tjakinum her heima vilja
teir borgarligu, Fólkaflokkur
og Sambandsflokkur, hava
at tað almenna skal gjalda
fyri hetta, tí, siga teir, tað
er eitt sosialmál og ikki eitt
arbeiðsmarknaðarmál.
Nú nýtist hetta ikki at vera
so innviklað. Frammanundan
hava vit eina lóg um sjúka
dagpening, og hon áleggur
arbeiðsgevaranum at gjalda
fyri fyrsta og annan sjúkra
dag hjá starvsfólkunum. Tí
vil barnsins fyrsti sjúkra
dagur, tá hann verður tryggj
aður
sambært
sjúkadag
pengalógini, av sær sjálvum
koma undir skylduna hjá
arbeiðsgevaranum.
Hava arbeiðsgevarar
ikki ráð?
Arbeiðsgevarar grenja illa um,
at slíkt hava teir ikki ráð til.
Lat okkum hyggja at, hvussu
føroyskir
arbeiðsgevarar
standa í mun til teirra felagar
í hinum Norðanlondunum, tá
tað snýr seg um lønarendur
gjald fyri sjúku hjá teirra
starvsfólkum:
Argumentið hjá borgar
ligum politikarum eins væl
og
hjá
arbeiðsgevarum,
at teir ikki hava ráð at
rinda fyri barnsins fyrsta
sjúkradag, tykist tí púra
ógrundað.
Norðurlendskir
arbeiðsgevarar
gjalda
úr
9 upp í 30 arbeiðsdagar, tá
løntakarin er vorðin sjúkir.
Og teir gjalda eisini fyri
barnsins fyrsta sjúkradag, í
flestu førum eftir sáttmála.
Við lóg ella eftir
sáttmála?
Tað hevur verið ein aftur
vendandi undanførsla hjá
borgarligu flokkunum, at tað
almenna skal ikki blanda seg
í barnsins fyrsta sjúkradag, tí
tað eiga partarnir á arbeiðs
marknaðinum
at
klára
sjálvir. Landsstýriskvinnan
í almannamálum hevur ofta
ført hetta fram sum grund
geving fyri, at hon onki vil
gera við málið.
Vit vita av royndum, at
hóast tað mangan hevur verið
við í sáttmálasamráðingunum
millum partarnar á privata
arbeiðsmarknaðinum,
so
hava arbeiðara og hondverk
arafeløgini ongantíð fingið
arbeiðsgevaran til at geva
teim tímaløntu endurgjald
fyri barnsins fyrsta sjúkra
dag. Sum landsstýrismaður
á økinum royndi eg sjálvur at
fáa semju millum partarnar
um málið. Til fánýtis.
Nú skal løgtingið
taka sær um reiggj!
Tí
kunnu
vit
ikki
lata
standa til longur: tað kann
ikki góðtakast, at ein so
stórur partur á arbeiðs
marknaðinum framhaldandi
skal liva við hesum mismuni.
Tí er tað neyðugt, at løgtingið
tekur sær um reiggj, og ger
av, at tímalønt skulu eiga
sama rætt sum fastlønt, tá
tað snýr seg um barnsins
fyrsta sjúkradag.
- Nú skal vera slutt við hesum mismuni millum tímalønt og tey fastløntu
Endiliga, at eisini tímalønt fáa rætt til
barnsins fyrsta sjúkradag