Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Nevndin í felagnum varð kunnað um ætlanirnar í gjár. Tað sigur Tor Hallaråker, ítróttarstjóri í Volda, við Rás2 í dag. – Vit vita ikki annað enn, at teir verða ikki partur av leik ara hópinum hjá okkum, sigur Hallaråker, sum harmast støðuna. Felagið hevur havt ávísar útreiðslur av føroy ing­ unum, og nevndin fer at krevja pengarnar aftur. Boðini frá Hendrik Rubeksen og Thomas Hans Rubeksen koma óvart á ábyrgdar menninar í Volda. Nevndin fer skjótt at meta um av leiðingar nar av avgerðini. Hópurin er framvegis breiður, men liðið manglar ein vong og ein framherja. – Vit harmast avgerðina, men skilja ikki niðurstøðuna. Tað hjálpir hinvegin lítið at grenja, sigur Tor Hallaråker við Rás2. Føroysku brøðurnir vóru við í venjingardysti fyri Volda stutt fyri jól. Liðið spældi 3­3 móti Larsnes/Gursken. Thomas Hans Rubeksen skeyt fyrsta málið í dystinum. uni@sosialurin.fo Stutt ævintýr hjá Rubeksen- brøðurnum Fótbóltur Hendrik Rubeksen og Thomas Hans Rubeksen fáa seg ikki royndar í norskum fótbólti á hesum sinni. Teir hava boðað Volda frá, at teir eru sinnaðir at flyta til Noregs, hóast alt Neistin – VÍF 31-20 (14-7) Dómarar: Ragnar Simonsen og Rúni Mohr 10 min.: 4-3 20 min.: 8-5 40 min.: 22-11 50 min.: 28-15 Neistin: David Edvardsen 9, Áki Mørk 6, Sjúrður Thomassen 5, Heini Hanusarson 5, Jákup Apol 2, Jugoslav Djumic 2, Ingi Olsen 1, Heini Ragnarson 1. VÍF: Áki G. Olsen 4, Rúni Fossdal 4, Joen P. Høgnesen 3, Sámal Joensen 2, Jákup Kristiansen 2, Magnus Muller 2, Jákup A. Joensen 2, Holgar Durhuus 1. Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3. Neistin – Tjaldur 23-31 (14-16) Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen 10 min.: 4-5 20 min.: 10-11 40 min.: 16-22 50 min.: 19-25 Neistin: Bára Hansen 7, Jacklin Durhuus 3, Lovisa Andreasen 3, Katrin á Neystabø 2, Rakul Magnussen 2, Unnur Danielsen 2, Elin Holm 2, Birita Wardum 1, Marjun Danberg 1. Tjaldur: Adina Petra 12, Simona Petersen 8, Annika Thomsen 4, Heidi Sevdal 2, Sarah Ann Thomsen 2, Cornelia Rimbu 2, Jóhanna í Króki 1. Útvísingar: Neistin 1, Tjaldur 1. Uni Holm Johannesen Tjaldur og Trygvi Mortensen, venj­ ari, buldra víðari. Kvinnurnar úr Runavík vunnu 31­23 á Neistanum í fyrru hálv­ final uni. Hálvleiksstøðan var 16­14 til gestirnar. Barbara Brauer, sum hevur gingið undan hjá Neistanum í hesum kappingarárinum, var ikki tøk, tí hon varð útvíst í lands kapp­ ingardystinum móti VB um viku­ skiftið. Tað merktist serliga væl í álops­ spælinum. Liðini togaðust um leiðsluna í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin fóru gestirnir, við Adinu Petra á odda, undan heimaliðnum. Greiði sigurin gevur Tjaldur eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld 2. februar í Runavík. Tá verða Barbara Brauer og Nicoleta Radu Hansen væntandi tøkar hjá Neistanum. Adina Petra, Tjaldur, var topp­ skjútti við 12 málum. Bára Hansen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Uni Holm Johannesen Tað er mest sum greitt, at Neistin verður annað av finaluliðunum í steypakappingini í ár. Greipuvinnararnir vunnu 31­20 á VÍF í fyrru hálvfinaluni í høllini á Hálsi í gjár. Hálvleiksstøðan var 14­7 til Neistan. Heimaliðið var við yvirlutan allatíðina, og gestirnir, sum vóru væl við fyrstu minuttirnar, runnu mest sum bara aftaná. Bartal Hansen, sum loysti av Ára Egason Dam, ið ikki var við vegna sjúku, stóð seg væl sum málverji. David Edvardsen rann fremst í álopsspælinum. Hann var eisini toppskjútti við níggju málum. Áki G. Olsen skeyt flest mál fyri vestmenningar. Hann fekk fýra mál. Seinna hálvfinalan verður spæld í høllini í Vestmanna tann 1. februar. Tjaldur nærkast finaluni Neistin vann við 11 málum Hondbóltur Tjaldur hevur annað beini í steypafinaluni. Kvinnurnar úr Runavík vunnu við átta málum í høllini á Hálsi í gjár Hondbóltur Tað er líkt til, at Neistin verður annað liði í mansfinaluni í steypakappingini í ár. Greipuvinnararnir vunnu greitt á VÍF í gjár Tjaldur vann við átta málum og hevur kós í finaluna Myndir: Álvur Haraldsen Thomas Hans Rubeksen Savnsmynd 11 mál vóru á muni í Høllini á Hálsi í gjár Mynd: Álvur Haraldsen