mikudagur 12. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
16
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyggjablaðið
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Vaksandi
inntøka
í Kvívík
18,5 mió krónur!
Hóast búskaparligu krepp una,
fekk Kvívíkar kommuna meiri
inn í skatti í fjør enn væntað.
Sambært nýggjasta yvir lit
inum frá kommununi sæst, at
inn kom so nógv sum 18.575.209
krónur í komm unuskatti í 2010.
– Hetta eru 657.987 krónur
fleiri enn í 2009. Tá komu inn
17.917.222 krónur, verður upplýst.
Munurin – ella vøkst urin –
er uppá 3,67%.
Í 2009 var inntøkan øðrvísi.
Tá var munurin 0,62% í mun til
2008.
Væntaða inntøkan í fíggj
ar ætlanini fyri 2011 er 18,5 mió
krónur.
sb.
Støðugt fólkatal
Fólkatalið í Kvívíkar kommunu,
sum fevnir um bygdirnar Válur, Kví
vík, Stykkið, Leynar og Skælingur,
hevur verið rættiliga støðugt sein
astu árini.
Í einum yvirliti frá Hagstovuni
sæst, at fyri 25 árum síðani búðu
513 fólk í kommuni, men síðani er
tað vaksið ár undan ári.
Seinastu 20 árini hevur tað ligið
rættiliga støðugt um tey 600 fólkini.
Við seinastu teljing vóru 594 fólk í
teimum fimm bygdunum.
Tá tað búðu flest fólk í komm
ununi búðu so mong sum 615, með
an fægst vóru í kommununi í 1985,
tá 102 fólk færri búðu her.
Í løtuni eru fleiri grundøki tøk
í kommununi, millum annað í
Leynum, og tí eru útlit fyri, at fólka
talið aftur kann fara at vaksa í Kví
víkar kommunu.
sb.
Oyggjablaðið í næstu viku:
Trøllanes
Hesaferð:
Kvívík
Hetta Oyggja
blaðið hevur
Kvívík og Kví
víkar kommunu
í fokus.
Lesið í hesum
blaðnum hetta:
Síða 16:
Stubbar úr Kvívík
Síða 18-19:
Gunnvá: Deiliga
bygdasligt í Kvívík
Síða 20-21:
Ein barnagarður
til framtíðina
Síða 22:
Hús nr. 5 í Kvívík
Síða 24-25:
Borgarstjórin: Ikki
bara leggja saman
Síða 26:
Lítil handil við
stórum úrvali
Baksíðan:
Lina skrivar fyri
kommununa
VØKSTUR
Bæði í fólkatali og inntøku hevur vøkstur verið í Kvívíkar kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang
Eitt stykki av Stykkinum
Beint fyri middag mikudagin í
farnu viku, loysnaði ein 2025 tons
tungur klettur úr beninum framvið
landsvegnum á einum stykki tey
kalla “Í Sortanum” á Stykkinum
við Leynar.
Hóast nakað av smágróti kom
á gongubreytina, var kortini ongin
vandi á ferð, skrivaði Landsverk
tá.
Hetta er tíðin við skiftandi frosti
og bloti í jørðini, og tí kann altíð
væntast, at grót ella annað tilfar
loysnar úr lendinum ymsastaðni í
landinum.
Landsverk arbeiðir við at kanna
og tryggja benið á Stykkinum móti
fleiri lopum. Framvið staðnum hava
teir sett upp fráboðan um vandan
fyri, at meiri kann loysna.
snorri@sosialurin.fo
Tað sær ógvusligt út, nú hesin
stóri kletturin loysnaði úr
beninum mikudagin í farnu viku.
Tíbetur hendi eingin skaði
Mynd: Jens Kristian Vang
STÓRT STYKKI