Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 22 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Kvívík: Ein bilur við sementi hevur júst verið her, og løtu seinni kemur tann næsti lastbilurin við øðrum tilfari til byggingina. Í løtuni eru menn hjá Buli farnir undir enn eini sethús í Kvívík. Teir hava líkasum fingið hús í ein ari hædd sum sítt serøki, men hesi húsini verða tó í tveimum hædd­ um. At tað er bæði kalt og kavi uttan­ dura henda mikudagin í farnu viku, tykist ikki at nerva teir tríggjar arbeiðsmenninar tað allar minsta. Teir ynskja bara at fáa hesi húsini liðug. – Vit hava lagt okkum eftir, at okkara sethús skulu vera bæði góð og byggjast fyri ein rímiligan kostnað. Eg meini so við: Fólk skulu jú eisini kunna liva í húsinum, eftir at tey eru flutt inn, sigur Angi Johannesen við einum brosi. Í farnu viku vóru teir í ferð við at stoypa sokkulin. Ætlanin er at byrja við at seta húsini upp innanfyri ta næstu vikuna. Í summar Byggifyritøkan Bulur hevur staðið fyri uppsetan og innrætting av nógv um lyklaklárum sethúsum kring landið. Vit hava í hesum blað­ num áður umrøtt, hvussu nógv hús teir hava bygt í Vágum. Nú eru menn frá fyritøkuni farnir til arbeiðis við at leggja grund ina til enn eini sethús, hesa­ ferð í Kvívík. Teir fóru undir arbeiðið nakað undan jólum í fjør, men hava verið ikki sørt tarnaðir av liggjandi kav­ anum. – Vit eru tí komnir nakað aftur­ um tíðarætlanina av hesi orsøk, vísir Angi á. – Men ætlanin er kortini, at familjan skal kunna flyta inn í hús­ ini í summar. Fult bookað Hetta er sum nevnt ikki fyrstu húsini sum Bulur byggir. Í roynd og veru hava teir smíðað nærum 150 sethús kring landið seinastu 10 árini. Av hesum 150 húsunum, eru fimm teirra bygd her í Kvívík. Og sambært Angi Johannesen kemur hetta ikki av ongum: – Tað er líkt til, at fólki dámar okk ara sethús, og siga tí fegin øðrum frá okkara fyritøku. Hetta er tí tann besta reklaman sum vit kunnu fáa. Eftir at húsini í Kvívík eru liðug, stendur næsta uppgávan fyri framm an, hesa ferð í Tjørnuvík. Her skulu teirra fyrstu sethús í norð astu bygdini á Streymoynni set ast upp. Tá teir eru lidnir við húsini í Tjørnuvík, standa líknandi upp­ gávur fyri á Nesi og í Vestmanna. – Vit hava í øllum førum arbeiði til restina av hesum árinum, slær Angi fast. snorri@sosialurin.fo Eini sethús verða bygd SETHÚS Tað vóru tær tíðir, tá fleiri sethús vóru í gerð her í Kvívík. Í dag er øðrvísi: Nú er í roynd og veru bert gongd í byggingini av einum húsum uttarlaga í bygdini. - Tey verða eftir ætlan liðug í summar, sigur Angi Johannesen, sum er annar av eigarunum í byggifyritøkuni Bulur á Signabø. Sp/f Bulur á Signa bø varð stovn að í 1998 og hevur síðan lagt seg eftir at smíða sethús, tilevnað føroysk viðurskifti. Eigarar av felagnum eru Jákup Suni Joensen av Signabø og Angi Johannesen úr Kollafirði, sum eiga hvør sína helvt í felagnum. Felagið byggir í høvuðsheitinum sniðhús. Higartil hava teir bygt 150 sethús, harav fimm teirra í Kvívík. Í ár verða sethús frá Bulur somuleiðis bygd í Tjørnuvík, á Nesi og í Vestmanna Fakta ÚR AT GERA Hóast fíggingarstovnarnir hava verið eitt sindur trekir at geva fólki lán til sethús, verða kortini sethús bygd. - Vit eru nú í gongd við okkara fimta hús her í Kvívík, sigur Angi Johannesen (fremst á myndini) frá fyritøkuni Bulur Mikudagin í farnu viku var bæði kalt og ófýsið hjá handverkarunum at arbeiða. Hetta forðaði kortini ikki arbeiðsgleðini. Hesi húsini verða eftir ætlan liðug í summar KALT ARBEIÐI Fólk skulu jú eisini kunna liva í húsinum, eftir at tey eru flutt inn