fríggjadagur 14. januar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Vegna
sáttmálaloysi
mill um Heilsutrygd og
Ergo terapifelagið hevur
Heilsu trygd
seinastu
mána ð ir nar ikki goldið
fyri ergoterapi til børn við
lima sbreki ella varðandi
sjúku.
Men nú er ljós fyri
stavn.
Heilsumálaráðið hev
ur gjørt eitt uppskot til
sátt má l a, og hetta upp
skot verður lagt fram á
fun di mánadagin millum
Heilsu málaráðið
og
Heilsu trygd
øðrumegin
og Ergo terapi felagið hinu
meg in.
Aksel V. Johannesen,
lands stýrismaður heldur
ikki, at børnini longur
kun nu bíða eftir eini
loysn.
Vit miða eftir at gera
ein fyribilssáttmála longu
mána dagin, so leið is at
ein skip an er at gjalda út
eftir. So er bara spurn
ingur in um Ergo terapi
felag ið
góð tek ur
hesa
fyribilsloysnina,
sigur
Aksel V. Johannesen.
Hann hugsar sær, at
hesin fyribils sáttmálin
skal vera í gildi, til semja
er gjørd um regluligan
sátt mála.
Eirikur Lindenskov
– Hetta gera vit við at tryggja,
at tað framhaldandi verður
virkaður fiskur í býnum!
Soleiðis siga tey bæði
verka feløgini, Havnar Ar
beiðs kvin nufelag og Havnar
Ar beiðsmannafelag, sum eru
far in at savna penging til at
fáa latið uppaftur fiskavirkið
í býnum.
Feløgin siga, at fyrsta
treyt in er, at virkið verður
rik ið á handilsligum grund
ar lag.
– Okkara sannføring er, at
einans rakstur á handils lig
um grundalag kann tryggja
hesi hundrað arbeiðs plássini,
siga feløgini.
Útrokningar, sum eru gjørd
ar fyri feløgini vísa, hes ar 10
milliónir krónurnar fara at
føra við sær:
• at umleið 100 arbeiðspláss
aftur verða sett á stovn í
Havn
• at hetta fer at føra við sær
eina árliga lønarútgjalding
á umleið kr 32 milliónir
• at lønarútgjaldingarnar
fara at føra við sær
framhaldandi privatan
eftirspurning eftir vørum
og tænastum í Havn
• at lønarútgjaldingarnar
tí fara at tryggja
grundarlagið undir
vinnulívinum í Havn
• at árliga úrslitið áðrenn
skatt á nýggja virkinum fer
at liggja omanfyri kr 5 mió
Feløgini siga, at rávøru
grundarlagið undir virkinum
verður frystur fiskur um
framt feskur fiskur. Væntað
verð ur, at 6.000 tons verða
virk að árliga á virkinum.
Her um framt verður góðs
king ar virkið nýtt til pakking
og góðsking av fiski – eisini
frá øðrum virkjum í Før oy
um.
– Tað er einans virkið í
Havn, sum hevur møguleika
fyri hesum, siga feløgini, sum
leggja dent á, at ein treyt
fyri virkseminum er, at Tórs
havn ar Kommuna keyp ir
bygn ingin og maskinurnar á
Vesta ru bryggju.
– Vit vóna, at tú ynsk ir
at hjálpa okkum at trygg
ja fíggjarliga grund ar lagið
undir nýggja virk i num, siga
Havnar Arbeiðs kvinnu felag
og Havn ar Arbeiðsmanna
felag í felags áheitan.
Aksel V. Johannesen mælir til at gera eina
fyribilsloysn, meðan samráðst verður
Miða eftir
fyribils sátt
mála fyri
ergoterapi
Um Ergoterapeutfelagið gongur
við til tað, verður fyribils
sáttmáli gjørdur mánadagin, so
børn við limabreki og varðandi
sjúkum kunnu fáa ergoterapi
goldna av Heilsutrygd
Verkafeløg vilja
tryggja 100
arbeiðspláss
AREBIÐSPLÁSS Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag arbeiða við at savna 10 milliónir krónur
at fáa fiskavirkið í høvuðstaðnum latið uppaftur