Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 Sosialurin Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður Seinastu tíðina hava tos og gitingar verið í fjølmiðlunum um, nær løgtingsval verður útskrivað. Eg vil tí gera heilt greitt, at eg havi ongar ætlanir um at skriva út val í úrtíð, og at næsta løgtingsval verður eftir ætlan 19. januar 2012. Mín meining er, at eitt valskeið eigur at vera fýra ár. Stýrisskipanin ásetur, at eitt valskeið er fýra ár, og tey fólkavaldu hava fing­ ið heimild frá fólkinum at útinna sítt starv hetta tíðarskeið. Ein og hvør skipan og samfelag tørvar støðugar karmar. Val í úrtíð skapar ótryggleika, darvar politiska arbeiðið og forðar fyri lang­ tíðarætlanum. Um politiska skipanin hevur eina óvissu um val hangandi yvir sær, hevur hon ikki hóskandi umstøður at virka undir. Politska arbeiðið kemur at liggja í dvala, og illa ber til at leggja ætlanir tilrættis. Ofta verður sagt, at størri mál og broytingar bert kunnu fremjast fyrstu tvey árini av einum valskeiði. Hesum eri eg ósamdur í. Tað velst um, hvør myndar politisku skipanina. At gera tað til meginreglu, at politiska skipanin ikki skal fremja størri mál seinnu helvt av einum valskeiði er at halda borgaran fyri gjøld­ ur. Eg trúgvi ikki, at nakar arbeiðsgevari hevði sett nakran í starv fyri eitt fýra ára skeið, um hesin bert ætlaði at arbeiða helvtina av tíðini. Fíggjarlógin Samgongan, sum eftir ætlan fer at taka við í 2012, kemur at leggja fíggjarkarmar fyri 2013, sambært nýggju játtanarskipanini. Við nýggju játtanarskipanini er fíggjarlógararbeiðið broytt munandi og hevur fingið betri hóskandi karmar. Endamálið er at skapa meira støðugar karmar, fyrst og fremst við at geva landsstýrinum longri tíð at leggja fíggjarætlanina til rættis. Longu 1. apríl skal uppskot til játtanarkarm leggjast fyri Løgtingið. Játtanarkarmurin er grundarlagið undir fíggjar­ lógini, og landsstýrisfólk og stjórnarráð fáa at vita samlaðu játtanina, tey skulu halda seg innanfyri. ABC samgongan eigur ábyrgdina av fíggjarlógini fyri 2012 við húð og hár, men eg vóni og vænti, at vit megna at fáa eina breiða semju. Fíggjarlógin fyri 2011 er úrslit av einari semju við andstøðuna, og so at siga alt Løgtingið atkvøddi fyri henni. Um vit megna at halda fast við hesi gongd og fáa skapt breiðar semjur um okkara fíggjarpolitikk, fáa vit skapt støðugar karmar fyri okkara búskap. Arbeiðið er ikki liðugt Ætlanin er ikki, at landsstýrið skal sita, bara fyri at sita, tí arbeiðið, sum vit hava sett okkum fyri, er ikki liðugt enn. Vit hava týdningarmiklar bygnaðarligar broytingar eftir at fremja, eitt nú pensjónsnýskipanina og umskipan av kommunum og skúlarøkinum. Hesar umskipanir hava ligið á láni alt ov leingi, og vit ætla at seta tær í verk, áðrenn hetta valskeiðið er runnið. Vit ætla ikki at niðurleggja arbeiðið, áðrenn arbeiðstíðin er av. Vit niður­leggja ikki ar­beiði áðr­enn ar­beiðs­ tíðin er­ av Tummas Arabo var herfyri frammi við grein um almenna bygnaðin – og hvussu Javnaðarflokkurin bara ger ilt verri í hesum døgum. Tummas umboðar javnaðin sum vit kendu hann í gomlum døgum: teknokratar við greiðari visjón um betri samfelag fyri øll, um vit bara gera soleiðis­og­soleiðis. Maðurin við reyðum lastbilum, um­ settari stýrisskipan og skipapakkum hevur helst av lívsroyndum mýkt fatan sína á fleiri punktum, m. a. at enda politisku stýringina av vinnulívinum og gevast at brandskatta allan vinning. Hetta er sera áhugavert, men hesuferð vil eg viðmerkja um almenna bygnaðin. Vinstra­ flokkar um allan heim gerast ofta flokkar hjá teimum, ið umsita vælferð heldur enn teimum, ið treingja vælferð. Í USA verjir demokratiski flokkurin serlig rættindi hjá skúlalærarum; í Fraklandi halda sosialistar fast um, at mong almenn starvsfólk skulu kunna leggja frá sær við fullari pensjón 55 ára gomul. Tummas vil hava vinstra­ vongin at gera neyðugar til­ lagingar í vælferðarumsiting – bygnaðurin skal tæna, og aðalráðini mugu ikki friðast. Rætt er, at eisini Kitty May Ellefsen hevur verið nógv frammi, men júst hennara landsstýrismenn eru kjarnin í trupulleikanum, so hon má gera sum Poul Michelsen fyri at vera partur av loysnini. Góð ráð eru ikki altíð dýr Fyrstu landsstýrini eftir kríggið høvdu trý landsstýris­ fólk, men samstundis lá fyrisitingin í sera mongum stovnum uttan stórvegis ávirkan landsstýris. Síðani gjørdis landsstýrið sterkari men eisini smyldrað sundur í ov nógv ov lítið samskipaði ráð. Vit mugu sum Tummas taka støðu til bæði at fækka tey og skipa tey betur. Og ja! Hetta merkir, at onkur má leita sær nýggjar avbjóðingar, og summi mugu fáa løn í upp­ sagnartíð; men landið skal fáast at virka og skal ikki krevja meira í skatti enn neyð­ ugt. Landið skal ikki seta sær ov nógv fyri, men skal fremja tann valda setningin. Tilmæli mítt skal vera fylgjandi. Vit eiga at taka av løgmansskrivstovuna. Stovn­ ur, sum bara sendir pappír til ummælis aðrastaðni og hýsir landsins regenti, ið ikki vil dálka sær fingrarnar politiskt, er ikki verdur útreiðslurnar og má avtakast saman við tí fjara, sveimandi løgmanni. Løgmaður eigur í staðin at velja sær eitt av fakráðunum, helst fíggjar­ málaráðið, har virkandi forsætisráðharri nú situr. Síðani eiga vit at enda serstøðuna hjá fiskivinnuni, eins og miseydnaða uttan­ ríkisráðið má fara sín veg; og eftir grannskoðanargøluna kunnu vit líka gjarna niður­ leggja vinnumálaráðið eisini. Á toftunum av hesum trimum eiga vit at reisa nýtt tilfeingismálaráð, sum tekur á seg allar vinnur og tilfeingi, eisini uttanríkispolitikk, sum í landi okkara fyrst og fremst er tilfeingispolitikkur. Mentan eigur at halda fram sum ráð, men fígging og stýring av skúlaskapi skal flytast, so partvíst komm­ unur og partvíst stovnar sjálvir fáa fleiri heimildir. Tey bæði almanna­ og heilsu­ málaráðini eru longu eitt ráð, sum letst at vera tvey. Eftir er løgmálaráðið, sum eigur at vera stjórnandi ráðið, ið skarar framúr, samansett av øllum verandi myndugleika­, eftirlitis­ og skrásetingar­ stovnum – faktisk fyrisiting sum strandferðsla og lands­ verk eiga at flyta í tilfeingi. Løgmál eru mest forsømdu mál okkara – sum ikki minst grannskoðaragate prógvar. Samanumtikið: fíggjar­ mál, løgmál, mentan, tilfeingi og almanna&heilsa. Nú er kjakið so byrjað. Kári á Rógvi løgtingsmaður, formaður Sjálvstýrisfloksins Yvir­bygnaður­in – 5 aðalr­áð er­ r­ætta talið Nógv er talað og skrivað um almenna bygnaðin. Tíðin er komin at taka støðu. Nú vit í Sjálvstýrisflokkinum skulu orða ætlanir fyri komandi valskeið er tilmælið mítt: 5 aðalráð! Hevði eina lítla grein um »Deyðans blokkstuðul« frammi herfyri. Hilmar Simonsen hevði eitt jánkasligt og hálvfjákut aftursvar. Niðurstøðan av tí er, at hann als ikki hevur lisið nevndu bók, sum afrikanska Moyo hevur skrivað. Sostatt skilir hann als ikki grundgevingarnar. Men svar hansara er eitt týðuligt NOY! Hann biðjur okkum koma í gongd (við frælsinum). Tað hava nógvir landsmenn verið í stórthundrað ár. Men ómegd og imperialisma (fólkaatkvøða og hervald) hevur higartil klárað at hildið tørn í sokallaða »ríkisfelagsskapinum«. Eisini samanber hann okkum, ið trúgva á eitt føroyskt framtíðarlív – uttan blokk, við Erasmus Montanus. Ein skemtilig roynd. Men. Eru nakrir Erasmussar í Føroyum, so eru tað øll tey, ið dúva á danskar blokk­ mylnusteinar. Hjá stuðulsfjepparum er so onki flúgvandi vit! Einar frælsar Føroyar fara at gerast væl betri fyri fíggjarliga enn verandi støða er. Minnist til regluligu oyðandi bankakrakkini, tíggjunda hvørt ár. Lærið tykkum bara eitt lítið sindur um nasjonaløkonomi, og tit koma til somu niðurstøðu. Tit kunnu kanska byrja við at lesa bókina hjá Moyo á føroyskum, men tað tora tit kanska ikki! Vit hava einans eitt sera avmarkað fólkaræði. Og tað er ikki í ordan. Hvørki so ella so. Bloksmjar­r­ Hilmar­s og annar­a Hanus Vang