fríggjadagur 14. januar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
Sosialurin
Stjórin fyri ílegusavnið fær ábyrgd-
ina av leiðsluni, menningini og
rakstrinum av Ílegusavninum, sum
húsast á Landssjúkrahúsinum og
í Eirargarði. Virksemið hjá Ílegu-
savninum er í tøttum samstarvi
við Heilsuverkið um verkætlanir,
prøvatøkuhandfaring og biobanka
og við Landsskjalasavnið um ættar-
bandsskránna.
Høvuðsuppgávan er at skipa,
byggja upp og fyrisita:
· Ættarbandsskránna
· Vevnaðarskránna (biobankan)
· Diagnosuskránna og at viðgera
umsóknir um at granska í skrá-
unum og samstarva við hesar
granskingarverkætlanir. Onnur
týðandi uppgáva tengd at hesum
er at viðvirka og skapa fyritreytir
fyri nýggjum granskingarverkætl-
anum innanhýsis í heilsuverkinum
og í samstarvi við útlendskar
granskingarstovnar.
Ynski er at fáa umsøkjara, ið hevur
útbúgving frá hægri lærustovni
innan samfelagsvísindaliga ella
innan fyri náttúruvísindaliga økið.
Umframt omanfyrinevnda
ynskja vit, at tann, sum settur
verður, hevur:
· Leiðsluroyndir frá tí almenna
ella privata arbeiðsmarknaðinum
ella útbúgving og royndir, ið
kunnu javnsetast við hesi.
· Evni at seta í verk fyriskipanir
og menna verkætlanir saman
við samstarvsfeløgum.
· Nútíðar leiðslueginleikar.
· Góð samstarvsevni- og vilja.
· Evni at eggja og menna
starvsfólk.
· Vilja til at royna nýggj virkisøki
og røkka út til nýggjar sam-
starvsfelagar.
· Kunnleika til enskt á høgum
støði, bæði í skrift og talu.
· Kunnleika til kunningartøkni,
dátugrunnar o.l.
Starvið verður sett undir Heilsu-
málaráðnum við tilvísing til aðal-
stjóran. Setanarøki umfatar tó alla
miðfyrisitingina, t.e. Løgmansskriv-
stovuna og øll stjórnarráðini. Tann
setti má tola broytingar í setanar-
viðurskiftunum, herundir eisini, at
Ílegusavnið møguliga fer at verða
lagt saman við øðrum stovni.
Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið
við at venda sær til Poul Geert
Hansen, aðalstjóra, á t-posti: poul.
geert.hansen@hmr.fo ella tel
30 40 50, ella Sigurð Ó. Vang, á
t-post: director@biobank.gov.fo og
tel 30 40 12. Nærri kann lesast um
Ílegusavnið á www.biobank.gov.fo
Umsókn við avriti av viðkom-
andi skjølum skal sendast til:
Heilsumálaráðið
Att.: Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2, 100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er
26. januar 2011 kl. 14.
Stjóri til
Ílegusavnið
s o z o p r e p r e s s
Áhugavert starv sum stjóri fyri Ílegusavnið er leyst
at søkja. Ætlanin er at fáa sett starvið skjótast til ber.
Heilsumálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn
tel 30 40 50, fax 30 40 25, hmr@hmr.fo, www.hmr.fo
um starvið
Førleikakrøv/ynskir
setanartreytir
Vinnu- & bilradio á