fríggjadagur 14. januar 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
36
Sosialurin
Í hesi deiligu jólatíð, sum nú
er farin afturum, hava vit,
sum flest onnur verið saman
við familju og vinum, og sum
ikki einaferð fall tosið á fólka
skúlan, dygdina á skúlanum
og PISA.
Vit, sum búgva Føroyum,
gjalda
nógvan
skatt,
so
nógvan, at ikki er so sera
nógv eftir at rutta við, tá ið
allar útreiðslur eru goldn
ar. Millum annað gjalda vit
nógvan skatt til til fólka
skúlan, fyri at okkara børn
kunnu fáa eina góða skúla
gongd. Men fáa tey tað?
Tað halda vit ikki. Vit eru
als ikki nøgd við tað tilboð
um læring og menning, sum
okkara børn fáa í føroyska
fólkaskúlanum.
Seinnu árini er nógv
tosa um skúlan fyri øll. Vit
taka av fullum huga undir
við tankanum um, at skúlin
skal kunna rúma flest øllum
børnum fysiskt eins væl
og pedagogiskt. Men hóast
skúlin fyri øll er veruleiki í
tann mun, at øll børn vera
sett í sama skúla, so er skúlin
ikki fyri øll tá umræður
pedagogiska innihaldið og
fakligu avbjóðingarnar.
Vit eiga eina dóttir, sum
er 4 ár. Hon dugir allar
bókstavirnar og er so smátt
farin at stava orð. Hon dugir
øll tølini og er so smátt farin
at leggja saman, so nógv sum
rúmast á hondunum. Hon
tosar føroyskt og danskt, og
spælir sær við enska málið,
sum hon hoyrir í sjónvarpi
og tónleiki. Heldur hon fram
sum nú, so er hon komin væl
áleiðis við at at lesa, skriva
og rokna, umframt at tosa
danskt og enskt tá hon byrjar
í 1. flokki. Verður støðan til ta
tíð, sum hon er nú, so hevur
skúlin millum lítið og einki
at bjóða henni tá, við teirri
grundgeving, at hon er ‘ov
væl fyri’. Hon verður tískil at
bíða við at læra nakað nýtt,
inntil hon kemur í ein flokk,
har lesiætlanin samsvarar
við hennara støði.
Vit hava uppliva hetta
sama við tveimum eldri børn
um. Tey eru farin í skúla, við
góðum útgangsførleikum í
ávísum fakum, og kanska slak
ari í øðrum. Men ístaðin fyri
at skúlin møtir einstaka barni
num, har tað er, og gevur tí
hóskandi avbjóðingar í øllum
fakum, so endar alt í eini grá
ari súpan, har øll skulu læra
tað sama, til somu tíð.
Skúlatilboðið er gjørt til
‘miðalbarnið’, men miðal
barnið finst bert á pappíri
num og ikki í veruleikanum.
Veruleikin er heldur tann,
at einki barn í føroyska
fólkaskúlanum
fær
eitt
tilboð, sum er lagað júst til
menningarstøðið og tørvin
hjá tí. Ístaðin fáa øll somu
gráu súpan. Og okkara fatan
er, at tað í stóran mun eru
teir ‘góðu’ næmingarnir, sum
eru við sviðusoð.
Tá tað kemur til skúla
skap, er tað heilt forboðið
at tosa um, at býta næm
ingarnar sundur eftir før
leikastigi heldur enn aldri.
Frágreiðingin vit fáa, um hví
so er, hevur ofta nakað við
trivnað at gera. At tað ikki
ber til at býta børnini upp
eftir hvat tey duga, tí at vit
so fáa Alið og Blið. Og at
tað skapar trupulleikar fyri
Bliðið. Vit hava so sera ilt við
at góðtaka hesa frágreiðing.
Innan ítrótt og tónleik
verður gjørt eitt stórt arbeiði
fyri at menna tey bestu
heilt frá at tey eru smá,
men í fólkaskúlanum mugu
næmingar, sum hava lætt
við at læra og sita og hungra
eftir vitan, bara bíða eftir,
at pensum er komið upp á
teirra støðið. Bygnaðarliga
er ikki pláss fyri at menna
hesar
næmingar
so
tey
kunnu nýta sítt potentiali
til
fulnar.
Skúlaskapurin
er so fast stappaður inn í
skema og lesiætlanir at tað,
sambært fleiri lærarum, vit
hava tosa við, er torført ella
næstan vónleyst at stimbra
hesar næmingar til fulnar
innanfyri
karmarnar
av
verandi skúlaskipan.
Nýhugsan kostar einki
Vit halda at politiski myndug
leikin fyrst og fremst og
síðani skúlans leiðslur skulu
tora at hugsa nýggja tankar.
Politiski mynduleikin skal
hugsa um, hvat er hansara
uppgáva, tá ið talan er um
fólkaskúlan. Løgtingið hevur
samtykt
fólkaskúlalógina,
sum sigur endamálið er at
stimbra allar næmingar til
eina fjølbroytta persónliga
menning.
Hetta
endamál
verður ikki rokkið í dag og tí
halda vit, at politiski myndug
leikin eigur at endurskoða og
nýhugsa fólkaskúlan.
Nógvir møguleikar eru,
um tað verður latið upp
fyri
orðaskifti
um
tað.
Vit halda at brúk er fyri
einum grundleggjandi orða
skifti um fólkaskúlan og
einari uppgerð við tann
undirvísingarhátt, sum er
í dag. Hesin undirvísingar
háttur sampakkar týðuliga
ikki við okkara børn og tað
halda vit at PISAúrslitini eru
ein týðulig ábending um.
Ein
vegur
fram
var
kanska, at skúlaleiðslurnar,
í eini menningartilgongd,
fingu
fríari
teymar
til
at
skipa
undirvísingina
alternativt til tað, sum nú
er galdandi. Fortreytin fyri
at hetta skal bera frukt er
sjálvandi, at skúlaleiðslurnar
hava hugflog og dirvi til at
hugsa nýtt og øðrvísi, fyri
harvið
at
gagnnýta
teir
møguleikar sum eru, fyri at
gera skúlagongdina hjá tí
einstaka næminginum meira
spennandi og mennandi.
Tað eru ikki altíð pengar
nir sum avgera, men eisini
dirvið og hugflogið til at
royna nakað nýtt og øðrvísi.
Og vit eftirlýsa dirvi, hugflog
og handlikraft, bæði frá skúla
leiðslunum og frá politiskari
síðu.
Ingibjørg Egholm & Jóanes N. Dalsgaard
Skúlin fyri øll?
Hetta er skrivað í bestu
meining og verður vónandi
móttikið á sama hátt.
Eg havi í mong ár arbeitt
innan ferðavinnuna og havi
sæð, hvussu dugnaloysi er
um at beina fyri hesari vinnu.
Ferð aftaná ferð verða nýggj
fólk sett í starv at leiða hesa
vinnu. Dugnaleys fólk. Ofta
onkur, ið stendur onkrum
politikara mær. Og skilið
hevur verið hareftir.
Nú byrja vit spakuliga,
ógvuliga spakuliga at vakna.
Nú síggja vit, at her er ein
rættiliga stór vinna um at
gleppa okkum av hondum.
Eitt hálvbýtt segði einaferð
í útvarpinum, at vit skuldu
leggja okkum eftir at fáa
ríkfólk at koma higar! Hann
náði meg. Tað eru avgjørt
ikki tey, ið leggja pengar
eftir seg (tí eru tey rík), men
heldur ein norskur, enskur
ella danskur pensionistur.
Tað sita nógv dugnalig,
ung og eldri, fólk kring
landið, ið fegin vilja arbeiða
við ferðavinnuni, t.d. á ferða
ráðnum, kunningarstovun
um, ferðaleiðarar, og fólk, ið
skipa fyri ymsum tiltøkum.
Lat hesi sleppa framat og
hjálp teimum.
Lat ikki øll bert koma
til Havnar, men fái tey út
um alt landið. Lætt um hjá
teimum, ið vilja vinna nøkur
oyru upp á ferðafólk. Ger tað
lætt hjá fólki, ið vilja bjóða
ein drekkamunn, ella eina
máltíð. Sjálvandi skal skil
vera í. Men máti skal vera
við. Skal tað vera so, at konan
í Sumba ella í Fugloy noyðist
at fáa sær køk og útgerð
fyri 100 000 kr fyri at geva
ferðafólki ein kaffimunn og
eina pannukøku, so er onkur,
ið onki hevur skilt.
SET SMYRIL Í SKOT
LANDSSIGLING.
Ger tað lætt og bíligt at
koma til landið.Set Smyril
í skotlandssigling. Eg havi
tosað við fleiri skilafólk í
Suðuroy um hetta. Øll halda
hugskotið vera frálíkt. Men
letur hetta seg gera uttan
at gera fortreð fyri Suður
oyingar? Nei, men ógvuliga
lítið fortreð. Hvussu? Jú,
Smyril fer hósmorgun kl. 6
av Tvøroyri. Av Havnini kl. 9
til Tvøroyrar. Av Tvøroyri til
Scrabster í Skotlandi kl. 12. Í
Scrabster kl. 21. Úr Scrabster
kl. 23. Og verður aftur á Tvør
oyri kl. 8 fríggjamorgun, og
kann so fara aftur í vanliga
sigling.
Suðuroyggin missir EIN
túr, men Suðuroyggin fær
beinleiðis samband til ein
stóran marknað, bæði hvat
viðvíkur ferðafólki og ikki
minst inn og útflutningi.
Sjálvandi skal ferðaseðilin
úr Bretlandi verða galdandi
til Havnar. So fara nógv
ferðafólk í land í Suðuroy,
og tey fara so at ferðast har
nakrar dagar, ella tey steðga
nakrar dagar á veg úr Føroy
um. Suðuroyggin er jú so
framúr vøkur, og ongastaðni
er lættari at koma nær stór
fingnari føroyskari náttúru
enn í Suðuroynni.
Lyndið í Suðuroyingum
er sum gjørt til ferðavinnu:
Fyrikomandi, blíð og vinsæl.
Føroyingar
fáa
eisini
frálíkar møguleikar til so
mangt: Útflutning til stóra
bretska marknaðin. Ferðast í
Skotlandi, Onglandi, Walesog
Írlandi. Og ikki at gloyma:
Tað er nógv bíligari at ferðast
víðari út í heim um Bretland,
enn tað er um Danmark.
Sambandið er gott úr
Scrabster til Orknoyar og til
Hetlands, har vit, ikki minst
Suðuroyingar, hava so nógv
vinfólk.
Tað ljóðar eisini, at North
Link, ið rekur ferjusamband
í Skotlandi, ætlar at fáa í lag
eina rutu millum Scrabster,
Orknoyar, Hetland og Noreg.
Aftur ein møguleiki.
Men. Lat ikki løtuvinning
stýra hesum, sum so mongum
øðrum, vit hava roynt. Hav
prísirnar á einum støði, ið
fær fólk at siga:” Hatta vilja
vit royna aftur”. Ger ikki
sum matstovan Havn, ið tók
375 kr. fyri 3 kaffi og 3 smáar
gularótakøkur. Tað fekk eg,
og tí havi eg verið 2 ferðir á
hesi matstovu: Fyrstu ferð og
seinastu ferð.
At enda: Hugsið væl um
møguleikan við Smyrli og
sambandinum til Bretlands.
Smyril skal sjálvandi ikki
sigla við undirskoti. Men tað
fer hann neyvan, um hesin
møguleikin verður veruleiki.
Ferðavinnan
Set Smyril í skotlanssigling!
Jørleif Kúrberg
ferðaleiðari
Kjak