Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 15 VIKUSKIFTI Mikumorgunin bar Útvarpið tíðindi um, at ein umsókn var komin til leysa prestastarvið í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Meira skelkandi var tað, tá ið útvarpskvinnan segði, at Ólavur Rasmussen fór úr Leirum við Allah fyri einum ári síðani. Vit hava ikki hoyrt um nakra konvertering hjá fyrrverandi prestinum í Hvalba, og vit hava heldur ikki hoyrt, at Allah er við í siloprojektinum á Drelnesi. SoSIalurIn hevur hITT TeIr báðar FólKaTIngSlImIrnar Høgna Hoydal og Edmund JoEnsEn á ChrISTIanSborg TIl KjaK um loySIng og Samband í ljóSInum av FíggjarKreppunI. edmund joensen: Hey, hvat hendir her? Jú, føroyskt filmskvøld í Norð­ ur landahúsinum. So frægt veit eg, uttan at spyrja so býtt. Men filmurin beint nú eitur ”Toilettet”. Og Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt hann, fingu vit at vita. Men, álvaratos, hvat hendir her? Siti ørkymlaður og spyrji meg sjálvan. Hvønn annan skal eg spyrja? Er hetta Katrin Ottars­ dóttir? Svarið kemur nakrar minuttir seinni, tá filmurin endar. Idé og manuskript Hildigunn Eyðfinns­ dóttir og dóttir Katrina. Javell. Hildi gunn er eisini einasti leik arin í filminum. Og so kemur ”Køkkenet”, sama Hildigunn. Eri líka so ovfarin. Hesir báðir stuttu filmarnir, fimm minuttir hvør, eru í ein ari verkætlan hjá Katrini Ottars dóttur, sum eitur "Lejlig heds minder". Søgurnar úr hinum trim um rúmunum í íbúðini eru á veg. Hesir báðir fyrstu vóru ikki heilt lidnir, segði Katrin í Norður­ landahúsinum. Og lat meg so siga tað: hesir báðir fyrstu eru sannar films­ perlur. Frálíkar søgur, framúr væl sagdar á einum miskunnarleysum myndamáli, ósmurd realisma, einki uttanumtvætl, einki jóla pynt. Júst soleiðis er tann góða, tann veruliga filmslistin. ”Toilettet” er svartur og hvítur, tíbetur, og tíverri er ”Køkkenet” ikki tað. Tíverri, sigi eg, tí svartir/hvítir filmar eru ein heilt annar miðil enn filmar í litum. Sum plátur og fløgur. Sjálvandi er tað ómentað møsn at tosa um svartar/hvítar filmar og litfilmar, tí svart og hvítt (og grátt) eru eisini litir. Nógv tann besti filmurin í fjør, ”Hvíta bandið” hjá Michael Haneke er svartur og hvítur. Hann hevði ikki riggað annars. Og ímyndið tykkum fyrstu ­ og bestu ­ filmarnar hjá Ingmar Bergmann í litum. Nei, ha? ”Toilettet” og ”Køkkenet”. Søg urnar í báðum hesum film­ un um hjá møðgunum eru so eirinda leysar, klaustrofobiskar og kompaktar, at tú fært ilt í sinnið av teimum. Frásøgnin er so neyv og intim, so skitin, kynisk og kortini so empatisk. Sum sagt, ósmurd realisma. ”Køkkenet” er um bróstkrabba, óttan fyri bróstkrabba. Og tann siropstjúkki súmbolikkurin við teimum báðum kókaðu knett­ unum, sum verða karvað sundur við einum stórum køksknívi, kann í fyrsta umfari tykjast vera langt uttan fyri øll sømilig mørk. Men tað er hann ikki. Hann riggar jú, súmbolikkurin, og hann ikki bara riggar, hann riggar for bannað væl. Ørstutt brot í filmunum verða endurtikin. Eisini tað riggar, tey siga okkum, at minnini koma fram. Katrin Ottarsdóttir tosar ong­ antíð alment, eg havi ikki hoyrt tað í hvussu so er, uttan at tosa um pengar, sum ikki eru til. Hesir báðir filmarnir kostaðu ongar pengar, segði hon í Norð­ ur landahúsinum. Kanska ikki lagnunnar, men onkur speisemi er tað. Tí hesir filmarnir, sum einki kostaðu, eru teir bestu, Katrin Ottarsdóttir higartil hevur gjørt. Pengar, ja, eg noyðist at minna á orðini hjá meistara Fass binder sála, hvørja ferð, eg hoyri filmsfólk kæra sína neyð um pengar. Fassbinder segði: hevur tú hug at gera film, so læn tær eitt filmstól, stjal nakrar rullur av filmi (hetta var í trýssunum) og ger so film. Tað gjørdi Fassbinder, eitt meistaraverkið fyri og annað eftir. Verkætlanin hjá Katrini Óttars­ dóttur er ikki bara fimm filmar, fimm ferðir fimm minuttir, fimm minni. Ætlanin er at strika eina íbúð á gólvið í einum stórum rúmi, og so verður hvør filmur sýndur á einum skíggja, hvør í sinum rúmi, allir í senn. Ein innstallasjón. Veit ikki rættiliga, um tað fer at rigga. Og sama ger. Tvær filmsperlur higartil, og tær rigga. Eg gleði meg til at síggja søg ur nar úr stovuni, gongini og sovi kamarinum. Helst í svørtum og hvítum og gráum. UmaftUrafturum Høgni DjurHuuS Nakin í klæðum? Hvat er galið við einum flott­ um, naknum kvinnukroppi í føroyskum klæðum portal.fo Sigur seg næstan sjálvt Eftirlønir til tænastumenn fara at tyngja landskassan Kringvarp.fo Sett í hálsin? Kvaldist av massagutóli portal.fo Vilja heldur fiska ræstan fisk Feskfiskaveiðan má steðgast Norðlýsið Snakka vit livitíð? Niðursett tíð kostar kvinnunum seinni í lívinum Dimma Kommunalt fiskaarbeiði Tórshavnar kommuna hevur áhuga fyri Fiskavirking Kringvarp.fo Fáast tær ikki inn? Vilja hava fleiri konufólk til FM í inniróðri Portal.fo Endilga fáa vit okkurt fyri kringvarpsgjaldið SvF fylgir føroyskum strippara Portal.fo Vónandi fara foreldrini við Óvist nær tvíburarnir fara heim Dimma ranga í strúpan Ósmurd realisma Við Allah úr Leirum? Tað hevur verið dult sum mansmorð, at løgtingsmaðurin Hans Pauli Strøm hevur skift flokk mitt í tí heila. javnaðarmaðurin er nú farin yvir um miðjuna til teir borgarligu at virka. Í øllum førum sambært grein í Sosialinum mánadagin. Har skrivar blaðið soleiðis: - Nú skal tað vera slutt við hesum skammiliga mismuni ímillum tímalønt og fastlønt á arbeiðsmarknaðinum. Tað sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Soleiðis! Svart upp á hvítt! Hans Pauli skift flokk Drápilig flyting rás2 bar í farnu viku tíðindi um, at búfólk á umlættingardeildini í Gøtu skulu flytast til runavíkar. men tað var ein øgilig flyting, talan var um. Í øllum førum sambært tíðindamanninum hjá rás2, sum segði soleiðis: Tordur Niclasen ger greitt, at búfólkini á umlættingardeildini í Gøtu verða flutt á Eysturoyar Røktar- og Ellisheim í Runavík í smáum.