mánadagur 17. januar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Hann var gitin sum málrevurin í
B36. Hann var vanliga púra kaldur,
tá hann fekk møguleikan.
Tað prógva hagtølini væl og
virð iliga. Sambært faroesoccer.
com, hevur hann skotið 162
mál í 184 dyst um fyri B36.
Tað hevur givið hon um
sanna hetjustøðu millum
hvítu og svørtu fótbólts
fjeppararnar í Havn.
Nú
hava
hann
og
Mikkjal Thomassen tikið
fast um stýrisvøll in á
B36skútuni.
Árstals
felagið kunn gjørdi á
sínari heimasíðu um
viku skiftið,
at
John
Petersen og Mikkjal
Thomassen
skulu
stjórna besta mans liðnum
hjá B36 næstu tvey árini.
Tað eru sjey ár síðan,
at fyrr verandi landsliðs
framherjin veittr aði felag
num farvæl. Hann hevur
síðan roynt seg sum venjara á
Skála og AB, umframt at hann var
hjálparvenjari á føroyska lands
liðnum.
Nú fer hann aftur at hava sína
dagligu gongd í B36húsinum. John
Petersen væntar ikki, at hansara
avrik sum leikari fara at hjálpa hon
um í hesum venjarastarvinum.
– Eg kenni væl umstøðurnar
og felagið sum heild. B36 er mítt
fótbóltsheim. Sigfríður Clementsen
stóð seg væl sum spælari her, og
hann hevur áður vunnið føroya
meistara heitið og steypakapp ing
ina við B36. Hann var hinvegin við
farin eins og aðrir venjarar í fjør.
Mín fortíð í felagnum verður ikki
ein fyrimunur í so máta, sigur John
Petersen.
Eingin málsetningur enn
Úrslitini hjá B36 hava ikki verið
nøktandi seinastu tvey kapp ing
ar árini. Liðið hevur ikki spælt seg
í Evropa. Undirtøkan hevur eis
ini verið minkandi. Færri og færri
áskoðarar hava verið til heima dyst
irnar í Gundadali.
John Petersen veit ikki at siga,
hvør málsetningurin er fyri kapp
ingarárið 2011. Tað er ikki greitt,
hvussu endaligi hópurin fer at
síggja út, og tað ber illa til at gera
greið ar niðurstøður í løtuni.
Hjalgrím
Elttør,
Magnus
Olsen, Bárður Olsen, Christian
Mouritsen og Jónas Tór Næs
eru farnir í annað felag.
– Vit royna fremst av
øllum at fáa nýggjar spæl
arar í hópin, sum skulu
loysa hinar av. Vit hava víst
áhuga í fleiri spælarum,
men tað eru vit ikki einsa
mallir um. Eingin veit at siga,
hvør hópurin verður, áðrenn flyt
ingar vindeygað letur aftur tann 23.
februar. Tá vita vit, hvørji mál eru
realistisk at seta sær, sigur John
Petersen.
John hevur
ongan fyrimun
Fótbóltur John Petersen hevur hetjustøðu millum
B36-fjeppararnar við sínum 162 málum í 184 dystum
fyri felagið. Tað gevur honum hinvegin ikki stórvegis
fyrimunir í venjarastarvinum, heldur hann
John Petersen skoraði 162
mál í 184 dyst um fyri B36
Savnsmynd
Eg kenni
væl um støður
nar og felagið
sum heild.
B36 er mítt
fótbóltsheim
John Petersen og Mikkjal Thomassen. Eitt venjarapar,
sum í stóran mun hevur sín samleika í B36. Báðir
umboðaðu felagið í fleiri ár sum leikarar. Tað hevur
verið at hoyrt í fleiri mánaðir, at teir skuldu seta seg í
venjarasessirnar. Nú er tað staðfest. Partarnir hava
støðugt tosað saman, og seinastu luturnir komu upp á
pláss um vikuskiftið. Sámal Ímundarsson sigur, at báðir
eru høvuðsvenjarar, og tað er ein fyrimunur. – John og
Mikkjal eru ikki líkir sum persónar, og vit halda, at teir
standa sterkir sum ein eind. Soleiðis stuðla teir hvør
øðrum, sigur hann. Men hvørgin hevur stórvegis úrslit
at vísa á sum venjarar. Hví meta tit, at teir kunnu venda
kósini? – Mikkjal hevði eina nærmast ómøguliga uppgávu
sum venjari í 2009, tá B36 var í niðurflytingarvanda.
Hann hevur ikki havt karmarnar at prógva sítt virði.
John var partur av venjaratoyminum hjá AB sama ár,
og argjamenn stóðu seg væl, vísir formaðurin á. Hann
váttar, at nevndin hevur tosað við aðrar venjarar, men
tað hevur allatíð verið ætlanin, at John Petersen og
Mikkjal Thomassen skuldu standa á odda fyri liðnum.
Tí valdi nevndin hesa loysnina
Uni Holm Johannesen
Vit vita ikki í løtuni, er stutta
svarið hjá Sámali Ímundarsson,
tá hann verður spurdur, um
Dmitrije Jankovic og Herbert
í Lon Jacobsen spæla við B36
í ár.
Dmitrije
Jankovic
skifti
aftur til árstalsfelagið undan
kappingarbyrjan í fjør. 35 ára
gamli verjuleikarin hevði stór
sveiggj í sínum avrikum. Nú
nevndin so smátt er í holt við
at byggja eitt nýtt lið upp frá
grundini, er ikki vist, at tað
verður pláss fyri serbanum.
– Hann er ikki ungur í fót
bólts høpi longur. Dmitrije veit,
at hann skal ikki bíða eftir
okkum, um hann fær til boð frá
øðrum feløgum. Spurn ing urin
er, um B36 hevur fíggjar liga
orku at hava hann í hópinum.
Vit vóna at svara spurn ing
inum skjótast tilber, sigur
Sámal Ímundarsson.
Herbert í Lon Jacobsen
hevur boðað frá, at hann um
hugsar, um hann fer at spæla
fótbólt yvirhøvur.
uni@sosialurin.fo
Óvist við Janko-
vic og Herbert
Fótbóltur Sámal Ímundarsson,
formaður, veit framvegis ikki at siga,
um Dmitrije Jankovic og Herbert í Lon
Jacobsen verða partar av hópinum hjá
B36 í 2011. – Dmitrije er ikki ungur
í fótbóltshøpi longur, sigur hann
Uni Holm Johannesen
Tað sigur Sámal Ímundarsson,
formaður í B36.
Rógvi Baldvinsson er 21 ára
gamal verjuleikari. Hann hevur
verið partur av føroyska U21
landsliðnum, umframt at hann
var við í landsliðshópinum hjá
Brian Kerr í vetur.
Kenneth Monson er 21
ára gamal miðvallari. Hann
hevur áður spælt við Bryne í
næst bestu deildini, umframt
Ålgard.
– Vit kenna Rógva Bald vins
son, men vita lítið og einki um
Kenneth Monsen. Teir venja
við næstu dagarnar, og síðan
taka venjararnir støðu til,
um teir kunnu gagna liðnum.
Vit fáa at síggja, sigur Sámal
Ímundarsson.
uni@sosialurin.fo
Tveir royndar-
venja við B36
Fótbóltur Rógvi Baldvinsson
og Kenneth Monsen, sum seinastu
mánaðirnar hava spælt við Ålgard í
triðbestu norsku deildini, royndar-
venja við B36 hesa vikuna