Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein – Havnarfólk eru býtt og ó rein við klaksvíkingar! – Klaksvíkar Sjúkrahús hótt eft ir lívinum – Klaksvíkar Sjúkrahús livir upp til krøvini – Sjón varpið ber ósannindi – Nú er nokk! – Frustratiónsherðini javnaðarmanna – Eitt trygt og vælvirkandi sjúkrahúsverk – Klaksvíkar Sjúkrahús fyri órætti í miðlunum – Landsstýrismaðurin í heilsumálum má taka seg saman – Detta nú 10 milliónir niður í Klaksvík – Trygd og dygd Hetta vórðu nakrar av yv ir­ skrift u num í Norð lýs i num, sum Klaks víkar Kommuna sendi í hvørt hús í landinum fríggj a dagin. Tað er ikki hiss­ ini átak, sum Føroya næst­ størsta kommuna er far in undir. Ein herferð við lok al­ blað num, sum fyri pengar hjá skat t a borg a r um í Klaksvík verð ur sent í hvørt hús í landinum fyri at vinna ljóð fyri sjón ar mið um hjá ávísum poli tik ar um, sum bara ynskja áv ís ar spurningar og ávís svar og at ávísir spurningar ikki verða svaraðir, um svarið ikki er hóskandi. Vit bíða við spenningi, til Heð in Mortensen fer at royna at keypa Sosialin ella Dimm a lætting til sama end­ a mál. Samstundis um hetta brand ing ar tiltak hjá Klaks­ vík ar kommunu er láturligt, so er tað eisini grátuligt. At so nógv fólk við ábyrgd í Klaks vík í senn skulu vera so frustrerað og hava so nógvar konspiratiónsteoriir um, hvussu órein havnarfólk eru, og hvussu býtt øll tilmæli, sum verða skrivað í Havn eru, tað er veruliga bekymrandi. Vit kenna støðið hjá Norð lýsi num. Vit yppa øksl og hugsa ikki meira um tað, tí tað, sum har stend ur, um­ boðar ikki miðal intelligensin hjá norð oy ing um. Men tað um boð ar eftir øllum at døma støð ið hjá ovastu leiðsluni í Klaks víkar býráð, og tað er bein leiðis depirmerandi. Miss iónin er veruliga im­ poss i ble... At tað almenna gongur undan í oyðsli eru so mong dømi um. Í blaðnum mánadagin kundu vit vísa á, at Nærverkið rindar 40.000 krónur í leigu fyri eini hús, sum als ikki verða brúkt. Tað ringasta av øllum er, at leigusáttmálin ikki kann sigast upp fyrr enn um hálvtannað ár. Tað vil aftur siga, at Nærverkið rindar út við eina millión krónur í leigu fyri eini hús, sum Nærverkið als ikki brúkar og ikki hevur brúkt í mánaðir. Tað skal máti vera við oyðsli. Tað verður áhugavert at síggja, hvør hevur ábyrgdina av, at skattgjaldarans peningur verður viðfarin á hendan hátt. Og hetta er neyvan heldur eindømi, tí í veruleikanum er her bara talan um ein tilvildarligan leigusáttmála av mongum, sum Sosialurin hevur tikið úr rúgvuni. Vit hava sæð tað fyrr, at Nærverkið hevur leigað fyri okursprísir. Her fyri flutti Nærverkið úr bygninginum í Bókbindaragøtu í Havn, sum hevði landsins hægsta leiguprís. Men hvat hendi? Jú Fiskimálaráðið flutti inn. Hvør skal siga  klárar eitt aðalráð ikki at oyðsla nóg nógv, so kann eitt annað aðalráð taka yvir. Tað margháttliga í øllum hesum er spurningurin, hví tað almenn ikki kann byggja sær egnaðar umsitingarbygningar. Tað hevði verið so upplagt, at ein bygningur varð bygdur, sum kundi hýst øllum aðalráðunum, uttan teimum, sum skulu húsast í Tinganesi. Ein slíkur bygningur kundi eisini hýst mongum stovnum undir aðalráðunum. Sjálvandi kostar ein slíkur bygningur  ella bygningar  nógvar pengar, men tað man muna lítið í mun til alla ta leigu, sum tað almenna rindar ymsataðni í landinum, serliga í høvuðsstaðnum. Men trupulleikin er kanska tann, at politiskur vilji ikki er at grundfesta almennar stovnar í Havn. Teir skulu miðspjaðast. Og somu politikarar, sum tosa so nógv um sparingar og um at effektivisera almennu umsitingina  teir tosa við fleiri tungum, tí samstundis vilja teir spaða alskyns stovnar kring landið sum bygdamenning. Tað hevði verið áhugavert at sæð eitt yvirlit yvir samlaðu leiguútreiðslunar hjá tí almenna  og samstundis sæð, hvussu ábyrgdin er plaserað, og hvussu avgerðir verða tiknar, sum føra við sær at eitt hús kann standa tómt í eini tvey ár, meðan vit skattaborgarar gjalda eina millión í húsaleigu til púra onga nyttu. Hvat privata vinnan ger  tað má hon um. Men tá ábyrgdarfólk í alemnnu umsitingini bera seg soleiðis at, so eigur tað at fáa avleiðingar fyri onkran, so tað ikki kann endurtakast. Hvør hevur ábyrgd av slíkum oyðsli? At Fólkaflokkurin av sín um ein tingum hevur gjørt av at minka talið av lands stýr is­ monn um merkir, at nývalið nærk ast av álvara. Sosialurin veit, at Fólka­ flokk ur in hevur ikki tosað við sín ar sam gongu felagar um hesa ætlan, áðrenn av­ gerð in varð tikin. Tí er utt­ an iva talan um spinn frá Fólka floks ins síðu. Fjøl miðl ar nir vórðu kunn að ir áðrenn sam gongu ­ flokk ar nir, og með an blað­ mað ur okk ara tosaði við Jó annes Eid es gaard, kom tíð ind a skriv frá løgmanni um, at hann hevði loyst Jørg en Niclasen úr starvi og sett Jacob Vestergaard sum lands stýr is mann í utt an rík­ is ráð num eisini. Uttan iva skal Fólk a ­ flokk ur in brúka hetta til at vísa, at flokkurin ynsk ir sparingar í lands um sit ing­ ini. Men við hesum er spar­ ing in ógvuliga minimal ­ og fyri árið í ár er talan um eina eyk aútreiðslu fyri lands kassan. Anfinn Kallsberg legg­ ur frá sær í politikki. Hann hev ur ver ið valdur ting­ mað ur í góð 30 ár, hann varð fyrstu ferð vald ur á ting 8. november í 1980 og er valdur hvørja ferð síð ani, Hann hevur ver ið lands­ stýr is mað ur og løgmaður í til sam ans 10 ár. Tað merkir, at hann hevur rætt til fulla løg mans pensjón frá tí at hann er 60 ár. Hann er 63 ár. Tað merkir, at hann fær um­ leið 30.000 krónur í pensjón so leingi hann livir. Ein landsstýrismaður fær í løn og ágóðum slakar 50.000 krónur. Tað merkir, at spar in gin við at koyra ein lands stýrismann út og koy­ r a Anfinn Kalssberg upp á pen sjón er einar 20.000 krón ur. Men bæði Anfinn Kalls ­ berg og Jørgen Nicla­ sen skulu hava á vik a vist løgtings­ og lands stýr is­ manna løn í seks mánaðir, so tað merkir, at landskassin fær eina eykaútreiðslu av hesum í ár. Tá ein samgonguflokkur ger slíkt í óðum verki – uttan at kunna sam gong u fel ag ar­ nar áðrenn, so merkir tað, at stev ið í samgonguni er ringt, at flokkurin skal pro­ fi ler a seg – og at nýval er í væntu. Nú nærkast valið av álvara Alment oyðsl og ábyrgdArloysi Mission: Impossible Sjúk­ ling urin í fok us Aksel V. JohAnnesen kJAk á síðu 27 Fýra falnir und­ ir ver andi eftirliti uni Arge kJAk á síðu 29 eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo