mikudagur 19. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
18
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Mikladalur: Klokkan er farin beint
av 2 henda mikudagin í farnu viku,
og Aslaug er so smátt farin at gera
ein drekkamunn kláran til yngstu
dóttrina, Bjørg.
Bjørg gongur í 4. flokki í
Mikladals skúla, ið liggur beint
hinumegin ánna. Fyri hana er
skúladagurin brátt at enda komin,
og tá er gott at vita, at hon hevur
eina heimagangandi mammu.
Møðgurnar
báðar
eru
einsamallar í húsi í dag: Maðurin er
við skipi, og hini trý eldru systkini
eru øll undir útbúgving í Klaksvík.
Nú kemur Bjørg rennandi so
findarglað úr skúlanum. Hetta
verður ein góður dagur: Fyrr
um dagin høvdu tey vitjan av
umboðum fyri tíðindatænastuna,
og nú hittir hon tey aftur heima við
hús. Og um eina løtu liggur leiðin til
Klaksvíkar við Sam.
- Ja, næmingarnir eru hvønn
hósdag í Klaksvík í skúla, og tí
sleppa vit okkum bara avstað
longu í dag. So kann Bjørg sleppa
í svimjihøllina eina løtu, meðan
eg geri nøkur ørindi í býnum. Og
síðani fara vit norður til mammu,
har vit yvirnátta.
- So tað er í fínasta slag at kunna
kombinera tað heila soleiðis, sigur
Aslaug sum er ættað úr Norðdepli,
men hevur búð her í Mikladali
síðani 1987, tá hon giftist Markusi.
Aslaug
er
heimaarbeiðandi
húsmóðir,
men
hevur
ávísar
uppgávur at røkja: Hon vaskar
skúlan í bygdini, hevur ábyrgd av
bingjuplássinum og ansar egnum
seyði og seyði hjá øðrum.
Átta ferðir
Hóast hon er ættað norðanfyri
tunlarnar á Borðoynni, hevur
hon trivist væl her í Mikladali,
næstnorðastu bygdini á Kalsoynni.
- Tað eru tey sum halda, at
Kalsoyggin er ein útoyggj. Eg havi
búð her í mong ár, men havi ongatíð
hugsað nakað serligt um, at hetta
er ein útoyggj, ella at tað er trupult
ella ógjørligt at búgva her, vísir hon
á.
Tað var kanska meiri aktuelt
fyrr í tíðini, tá Barsskor var álitið
hjá kalsoyingum. Í dag tosar eingin
um farleiðina sum ein trupulleika.
Sam siglir upp í átta ferðir um
dagin úr Klaksvík, bæði tíðliga og
seint, eins og vegasambandið av
Syðradali og norður til Trøllanesar
er gott.
Nú kunnu fólk hava bilin
standandi í túninum; tey kunnu
luttaka við ymiskt frítíðarvirksemi
í Klaksvík; tey kunnu sleppa til
føðingardagar, kristiligar fundir,
kvøldskúla, sjónleik og ítrótt á
meginøkinum, og kunnu sleppa til
hús aftur um kvøldið.
- Nei, vit hava so einki at klaga
um í hesum sambandi, staðfestir
Aslaug.
Ganga í tunli
Aslaug í Norðnástovu hevur búð í
Mikladali í nærum fjórðings øld, og
hevur dámað væl her.
- Jú, mær dámar væl her norðuri.
Eg kundi sjálvandi ynskt mær, at
tað vóru fleiri yngri fólk í bygdini.
- Og skal eg vera heilt erlig, so
er tað uppá ein máta einsligt her
norðuri, men vit trívast kortini,
slær hon fast.
- Eg hugsi serliga um dóttrina,
Bjørg, sum er einasta skúlagentan
úr Mikladali.
Tær báðar plaga at ganga
túrar um kvøldarnar, ofta saman
við øðrum. Tær koyra niðan til
munnan á Trøllanes-tunlinum og
ganga so til hin endan og aftur.
Tað góða er, at her inni kunnu tær
ganga, óansæð um vindur og regn
leika í uttanfyri.
- Tað kemur næstan ikki fyri, at
vit møta nøkrum bili, slær Aslaug
fast.
Bestilla
Er
tað
nakað
sum
Aslaug
saknar í bygdini, so er tað ein
matvøruhandil.
Av
hesi
orsøk
er
neyðugt
hjá bygdarfólkinum at bíleggja
vørurnar úr Klaksvík ella sjálvi fara
hagar til handils.
- Skipanin er bara góð. Vit
ringja til Inn-handilin í Klaksvík
og bestilla vørurnar, og so hava
vit tær her dagin eftir. Vørurnar
verða koyrdar út tríggjar ferðir
um vikuna, og hann sum koyrir
vørubilin er so óførur, at hann setur
vøruna inn í gongina.
- Í morgun kom hann við
kraftfóðuri til seyðin.
snorri@sosialurin.fo
Hetta er ikki ein
HÚSMÓÐIR - Eg haldi, at tað er í fínasta slag at búgva her á Kalsoynni. Men eg blívi rættiliga irriterað, tá eg hoyri
fólk siga, at vit búgva á eini útoyggj, sigur 37 ára gamla Aslaug í Norðnástovu, sum býr í Mikladali. - Vit hava so
mikið gott ferðasamband til Klaksvíkar, at tað er skeivt at siga, at Kalsoyggin er ein útoyggj. TAÐ er hon so ikki
Vit ringja til Inn-handilin í
Klaksvík og bestilla vørurnar,
og so hava vit tær her dagin eftir
- Tað er gott at búgva her í
Mikladali, men eg sakni tó
ein handil og at tað vóru
fleiri yngri fólk, sigur Aslaug
í Norðnástovu, sum stendur
í túninum hjá sær sjálvum,
og við bygdarskúlanum
í bakgrundini
HandIl