fríggjadagur 21. januar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
Sosialurin
Fyrst í sekstiárunum fór
fuglfirðingurin
Sigurðjón
Elde vig til Grønlands at
smíða. Hann hevur verið víða,
og hevur smíðað næstan á
hvørjum pynti á vestursíðuni
– eisini í Thule, sum hann
plagar at taka til. Sigurðjón
giftist grønlendskari konu í
1967 og í 1968 fingu tey elsta
sonin Jens Christian. Tá ið
børnini vóru smá, fluttu tey
aftur til Fuglafjarðar og búðu
tey har, til Jens Christian var
21 ár.
Jens Christian gjørdi vart
við seg í fótbólti og spældi
m.a. við ÍF í 1. deild í 1988 og
89.
Jens Christian flutti aft
ur til Grønlands saman við
familjuni, tá ið hann var 21
ára gamal og hevur gjørt
nógv
ymiskt
fyrifallandi
arbeiði í Sisimiut, sum er
vinarbýur
Klaksvíkar
og
eisini í Nuuk. Sigurðjón var
við til at byggja Tekniska
skúlan í Sisimiut og bleiv
eisini lærari á skúlanum, har
hann eisini hevur fyrisitið
pørtum av undirvíringini.
Seinnu nógvu árini hevur
Jens Christian verið leiðari
á Blue Water Shipping í
Sisimiut saman við yngra
beiggja sínum John Eldevig.
Jens Christian Eldevig,
sum er ein sáttligur og friðar
ligur maður og veit hvat hann
vil, hevur rættiliga gjørt um
seg við fótbólti i Grønlandi
– Hann hevur verið á grøn
lendska landsliðnum í átta ár
og spælt eini 60 landsdystir.
Við B 67 í Nuuk hevur hann
fimm ferðir verið grøn lands
meistari, ársins spælari 1999,
útnevndur sum ársins fight
ari tvær ferðir og eisini verið
ársins tekninari.
Síðani 2003 hevur hann
verið venjari í mannsdeildini
í Sisimiut.
Blue Waterhevur nú boðið
Jens Chriastian eina leið
araútbúgving innan shipping
Í Ålborg. Í hesum sambandi
steðgar hann á í Føroyum
í eitt hálvt ár og leitar eftir
einum arbeiði her nú hann
er heima. Eisini stendur Jens
Chriastian í boði at verða
venjari hjá ÍF 2. deild, meðan
hann er her.
Jens Christian hevur hugt
seg eitt sindur um, nú hann
er heima, og mikudagin gekk
leiðin til Klaksvíkar at hitta
Dávur Winther, ment anar
leiðaran – sum kenn ast bæði
úr Fuglafirði og frá vitjanum
í Sisimiut í Grønlandi.
Skipað varð fyri einum
rundtúri í Klaksvík at síggja
ymisk virki og sjálvandi
gekk leiðin fyrst norður í
Norðhavnina at heilsa upp á
Heina á Marknagili og síggja
rúmliga goymslubygningin
hjá Faroe Ship har. Eisini
varð heilsað uppá Eyðun Ras
mussen, stjóra á P/F Hvalnes,
sum m.a. hevur silda verk
smiðjutrolaran Norðborg.
Jens Christian hevur búð
21 ár í Grønlandi og 21 ár í
Føroyum og tosar føroysk
sum ein fuglfirðingur. Hann
var sera hugtikin av um
støðunum
í
Norðhavnini
og ikki minst tí snotiliga
húsinum, ið har stendur.
Høvdu vit havt eina slíka
havn í Sisimiut, so høvdu
vit verið væl fyri, segði
hann fegin um vitjanina í
vin ar býnum hjá Sisimiut –
Klaksvík.
Jens
Christian
spurdi
um kava og kavagrevstur
í Klaksvik, um hesum var
meira av enn fyrr. Hann
greiddi frá, at fyrstu ferð
hann veit um, var tað regn í
Sisimiut, tá ið jólatræið varð
tendrað í 2010. So okkurt
týður uppá, at verðurlagið er
fyri broytingum.
Ein hugnaligur dag ur
saman við einum hugna
lig um manni var komin at
enda. Men Jens Christian
helt fyri, eg komi skjótt aftur,
tí her er so nógv áhuga vert í
Klaksvík, eg vil vita meir
um, sigur Dávur Winth er,
mentanarleiðari hjá Klaks
víkar kommunu.
Grønlendskur
fuglfirðingur í Klaksvík
Jens Christian Eldevig og Heini á Marknagili á rúmligu goymsluni hjá Faroe Ship í Norðhavnini
Mynd: Dávur Winther