Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 Sosialurin ÚTSØLAN BYRJAR MÁNAMORGUN KL. 9 Johan Samuelsen Javnaðarflokkurin er fyri ógvisligum ágangi í løtuni. Hann hevur ongan góðan. Tað verður skotið bæði frá høgru og vinstru, frá tjóð­ veldi til samband. Prísin ber kommunalt fíggjaða antiherferðin í Norðlýsinum móti javanaðarflokkinum og “Landssjúkrahúsinum í Havn”. Har síggja vit allar garparnar sum eru farnir í politiskt parlag, Jákup M, Bjørn K saman við Jákup J, hvørs hægsta ynski er at gerast komandi lokal­ politikkari, breiða seg út, saman við frúgvunum Gunnvá K, Óluvu K og Else­ beth M. Hetta er langt úti, at senda eitt antijavnaðar­ blað í hvørt hús í landinum, gratis, við einum endamáli, at knúsa Axel Johannesen sum politikkara, goldið av Klaksvíkar býráði við 6 heilsíðulýsingum og harvið fíggjað av øllum klaksvík­ ingum, eisini trúgvu javanaðr­ veljaranum har norðuri – og sum als ikki tænir nøkrum endamáli. Gunvá við Keldu borgarstjóri (fyri allar borgarar í Klaksvík!!??) mátti hildið seg verið ov góða, at latið seg misbrúkt til sovorðið svínskt og ljótt antidemokratiskt bakbit. So tosar hon um at branda Klaksvíkina positivt – hetta er primitivt út um alt sømu­ ligt mark, brúka hart vunnar skattakrónur, til niðurgerð av Axeli og javnaðarflokkinum. Nógv hent í Klaksvík hetta valskeiðið Vita tit ikki, at t.d. Heilsutrygd er skipað í Klaksvík umframt nýggj matvøruútbúgving er skipað har norðuri, skipaður er maritimur depil, uppfest endurvenjing og játtaður peningur til ryggambala­ torinum og útbyggjan av Tekniska skúla – alt komið hetta valskeiðið, meðan garp­ arnir á tingi, Bjørn og Jákup, hava kapprøtt á tingi, um tað neyðuga at spara hjá tí almenna (hvar skul vit ítøki­ liga spara??), og í veruleika­ num eigur javnaðarflokkurin æruna fyri, at heilsuverkið, og har m.a. Klaksvíkar sjúkrahús, ikki liggja í andaleypi hetta komandi árið av kravdu sparingum, ið hesir báðir fegnir vildu hava ­ teir eru júst ikki kendir sum verjar av nøkrum sum luktar av almennum verk­ um, tað veri seg skúli, sjúkra­ hús ella almannaverk!! Men nú látast teir sum... Stuttligt hevði verið at frætt frá Norð­ lýsinum, hvat Sambands­ og Fólkaflokkurin hava lagt lunnar undir har norðuri seinastu mongu árini? Royndarstund Stolta norðurlendska javn­ aðarleiðin, sum hevur skapt fyrimyndarligu vælferðar­ samfeløgini her á okkara leiðum, (og sum sjálvandi ikki eru nøkur sjálvfylgja!) fær ákoyringarnar, nú fíggjar­ kreppan valdar, og roynt verður at siga fólki frá, at ikki er brúk fyri javnaðarflokkum meiri, tí komið er á mál. Skilji væl fólk, at tey eru ikki sørt skuffaði av gongdini í løtuni á fleiri økjum í samfelagnum, tí neyðugt er at spara. Og flokkurin, sum situr við sjálv­ um fíggjarmálaráðharranum, er javnaðarflokkurin, sum má taka neyðugu stigini, og hava hárfinu javnvágina millum játtanir og sparingar fyri eyga fyri at hóra undan, sum frægast, so vit um nøkur fá ár sleppa burtur úr skuldarkreppuni, og aftur kunnu líta framá. Tað kostar í veljaraundirtøku í løtuni, men at latið staðið til eini tvey ár afturat, og so farið undir upptakið í milliarda­ klassanum, dikterað av út­ lendskum bankkreditorum? Ja, tá skal ongin ivast í, at nú­ verandi støðan er sum tann reini sunnudagsskúli aftur­ ímóti teimum krøvum, sum tá høvdu verið sett! Hetta er tíverri neyðugt arbeiði. Hvat er alternativið til javnaðarflokkin? Men javnaðarflokkurin er samstundis garanturin fyri, at grundleggjandi sosialu virðini í samfelagnum, so sum almanna­ og heilsumálini, skúlaverkið o.s.fr. altíð verða best vard og varðveitt, tá javnaðarflokkurin situr við ræðið, og tað er ikki minst galdandi í hesum hørðu peningatíðum, sum vit beint nú uppliva – javnaðar­ flokkurin hevur skapt hesi grundleggjandi virðini fyri trivnaði og vælveru hjá tí einstaka borgaranum, og hesum hjartablóði sleppur flokkurin ikki av hondum so uttan víðari! Og tí verður skuffilsi millum javnaðarfólk tess størri, tá hesi øki verða rakt ­ tað er líkasum sáttmálabrot onkursvegna millum borgara og samfelag. Men hvørt mansbarn í hesum landi veit, at fíggjarkreppan, sum valda hevur síðani 2008 i øllum vesturheiminum, er ikki íkomin av javnaðar­ ávum, men av ómettiligum kapitalistiskum penganym­ fomanum, sum ongantíð fingu nokk í einum púra fríum liberalistiskum bú­ skapi, har sloganini hjá Jørgini Niclasen um fríu marknaðarkreftirnar og borgarligu idealini vóru í hásæti!! Eg meini tað, fram­ tíðin er borgarlig! Uttan­ ríkisráðharrin við ongum ríki, hann er bara skemtiligur! Besta dømi er Ísland, har vinir Jørgins válkaðu sær í borgarligheitini – og upptakið eigur sjálvandi palliba. Jóhanna Sigurdardóttir, for­ sætisráðharri, mátti taka yvir eftir kammiratarnar hjá Jørgini vóru flýddir við pengaposanum á bakinum, og nú er skemtiligi Jørgin farin at breggja sær av nøkrum um Eik banka, sum hann lítlan og ongan leiklut hevur átt í (kanska líka “nógv” sum í Skálabergsmálinum í Murmansk á sinni, nevni­ liga= null!!) – hvussu stutt­ ligur, yvirfladiskur og skemt­ ingarsamur kann man verða Jørgin, við ella uttan embætis­ rukkum á andlitinum!?? Var ein dagin í FK undan jólum, og har møtti eg manni, sum segði, at nú hevði staðið illa til, um ikki hann og familjan fingu pening úr Als og Samhaldsfasta, inn­ keypsvognurin hevði verið tómur! Hevur man ikki nógv at takka javnaðinum fyri? Tók sanniliga undir við manninum og ynskti honum gleðilig jól! Pravda endurfødd í Klaksvík!