fríggjadagur 21. januar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
22
Sosialurin
Kjak
Sum øllum kunnugt, yvirtók
løgtingið/ landsstýrið skúla
verkið og almenna forsorg 1.
januar 2002, og ríkisstjórnin
strikaði tá blokkin til skúla
verkið við 274 milliónum og
blokkin til almenna forsorg
við 92,4 milliónum. Sam
stundis kravdi landsstýrið,
munnliga ella skrivliga, at
tann árliga dagføringin av
blokkinum orsakað av prís
talshækkingum v.m., sum
hevði verið reglulig frá 1988
til 2001, skuldi niðurbindast
í eitt ávíst áramál. Hesin rest
blokkur, 615,5 milliónir, er
oyramerktur til heilsuverkið
og almannaverkið. Hendan
ólukkuliga
niðurbindingin,
sum fólk við vanligum viti og
skili ikki forstanda ein stav av,
og sum hevur kostað nevndu
verkum 100tals milliónir,
hevur nú staðið við á 10. ári.
Sjálvar yvirtøkurnar vórðu
framdar við tveimum avtalum
undirskrivaðar í desember
mð. 2001, nevniliga:
Aftale mellem den danske
regering og Færøernes lands
styre i forbindelse med
hjemmestyrets beslutning
om overtagelse af sagsom
rådet skolevæsenet.
Undirskrivað 21. dec. 2001
vegna stjórnina av Ulla Tør
næs og 20. dec. 2001 vegna
landsstýrið av Óla Holm.
Og: Aftale mellem den
danske regering og Færøernes
landsstyre i forbindelse med
hjemmestyrets
beslutning
om overtagelse af sagsom
rådet den offentlige forsorg.
Undirskrivað 21. dec. 2001
vegna stjórnina av (?) og 19.
dec. 2001 vegna landsstýrið
av Sámal P. í Grund.
Í báðum avtalunum er
tilskilað: ”Under forudsætn
ing af de bevilgende myndig
heders tilslutning overdrages
statens rettigheder i henhold
til nedenstående statslån
vederlagsfrit til Færøernes
hjemmestyre. Der er for
lånene udstedt pantebrev og
deklaration:
Klaksvig Tekniske Skole, 3
statslån med en samlet saldo
på 12.265.000 kr.
Thorshavns
Tekniske
Skole, 3 statslån med en
samlet saldo på 7.100.000 kr.
Færøernes Handelsskole,
2 statslån med en samlet
saldo på 15.250.000 kr.
Dronning Ingrids Menig
heds Børnehave, 1 statslån
med en saldo på 50.000 kr.
Færøernes Børnehjem, 1
statslån oprindelig på 30.000
kr.
Í lógini um stýrisskipan
Føroya, Fl. nr. 103 frá 26.07
1994, § 42, er tilskilað, at
”Lán ella borgan o.a.m, ið
skuldbindur løgting, lands
stýri
ella
stovnar
undir
landinum, kann ikki verða
tikið ella veitt uttan við
heimild í løgtingslóg.”
Í báðum avtalunum er
tilskilað, at 10 statslán upp á
samanlagt 35 milliónir skulu
”overdrages … til Færøernes
hjemmestyre…”
Hetta má innibera, at við
yvirtøkuni av skúlaverkinum
og almennari forsorg vórðu
stórar,
kostnaðarmiklar
statsognir latnar landinum
til ognar: Tekniskir skúlar,
skúlaheim, Føroya Handils
skúli,
ein
barnagarður,
Føroya Barnaheim og óivað
aðrar
ognir
við
ongum
statslánum, eitt nú Føroya
læraraskúli. Minnist meg
rætt, rindaði staturin 60 %
og Havnar kommuna 40
% (Venjingarskúlin), tá ið
læraraskúlin varð bygdur.
Eingi av nevndu 10 lánum
eru skrásett í landskassans
ársroknskapum
20022010.
Hevur landsstýrið við hesum
brotið § 42 í stýrisskipanar
lógini, kann verða spurt.
Í landskassans ársrokn
skapum
20062010
undir
Ognaryvirlit
er
tilskilað:
”20. desember 2002 boðaði
Fíggjarmálaráðið frá, at nú
skuldu stovnarnir fara undir
at skráseta ognir landsins.
Í
vegleiðingarskrivi
30.
november
2004
greiddi
Føroya Gjaldstova frá, hvussu
skrásetingin skal fara fram.
(….) Gjaldstovan kann bara
staðfesta, at hetta kravið –
sum ásett í roknskaparkunn
gerðini – ikki verður fylgt, tí
er ognaryvirlitið eins mangul
fult sum undanfarnu ár.”
Ongar
av
oman
fyri
nevndu ognum eru skrá
settar í landskassans árs
roknskapum.
Hví verða slík stórmál, sum
her umrødd, duld fyri Føroya
fólki? Hvør er tað, ið ikki dugir
at umsita landsins lógir og
skipanir? Og hví vórðu góðir,
royndir
fyrisitingarsiðir
degraderaðir?
Í fíggjarlógini 2010, §
11.20.2.01, er stuðulsjáttanin
til (11) sjúkrakassar niðurløgd.
Heilsutrygdarveitingar eru
komnar í staðin fyri sjúkra
kassarnar. Í ríkisblokkinum,
615,5
milliónir,
eru
17,2
milliónir
oyramerktar
til
sjúkrakassarnar. Sveima nú
hesar 17 milliónirnar fyri
vág og vind í blokkinum
við
ongari
oyramerking?
Endamálið, ríkisstuðul til
sjúkrakassar, er jú niðurlagt.
Meira
innlit,
segði
kellingin, – hon fletti skjúrtið
upp um seg.
Moralur:
Størsta hóttan ímóti manna
sálini er eitt evarska lítið lygn
virus. Sleppur eitt slíkt virus
í mannaheilan, og vit ikki
fáa bast og niðurbundið tað,
verður sum frá líður ógjørligt
at skilja ímillum satt og ósatt,
rangt og rætt. Í politikki
kann eitt slíkt virus gera
óbótaligan skaða. Somuleiðis
í skúlunum. Í hesum døgum
er komið í ljósmála, at Føroya
Skúlabókagrunnur fyrireikar
seg til at geva út nýtt atlas,
sum, um tað gerst veruleiki, í
tápuligheit fer eina bátslongd
fram um Heimsatlasið, sum
Føroya
Skúlabókagrunnur
gav út í 1993.
Líkasæla
og
dølskni
í
mentalum,
politiskum
spurningum
degenererar
sálina. Hon fer í mutatión.
Heri Mohr
Almennar ognir v. m.
Sum avvarandi kommuna
kunnu vit als ikki liva við, at
landsmyndugleikarnir ikki
beinanvegin umvæla Rituna
og seta hana aftur í sigling,
tí drál við hesum kann elva
til óbótaligan miss fyri hesar
útoyggjar
Týdningin av reglusemi í
ferðasambandinum millum
oyggjarnar kenna tey best,
ið sjálvi búgva á plássum,
har fólkið dagliga má brúka
hesar farleiðir fyri at kunna
útinna sítt virksemi.
Ikki minst eru útoyggjar
nar sárbærar á hesum øki,
tí hesar eru frammanundan
sera illa fyri av sentrali
seringsgongdini
annars
í
samfelagnum.
Tí er tað ómetaliga umráð
andi, at tey skip, ið røkja
farleiðirnar millum oyggj
arnar,
beinanvegin
verða
umvæld og sett aftur í sigling,
tá ið skaðar ella brek verða
staðfest við teimum.
Ritan var eitt
stórt framstig
Eingin ivi er um, at tað var
eitt stór og gleðiligt framstig
fyri
Fugloynna
og
fyri
Svínoynna, sum er partur
av Klaksvíkar Kommunu,
tá ið strandfaraskipið Ritan
fyri hálvum ári síðan varð
sett í sigling á Fugloyar og
Svínoyarleiðini.
Ikki minst varð mett tá,
at hetta framstigið fór at
geva nýggjar møguleikar fyri
virksemi av ymiskum slag og
harvið eisini arbeiðsplássum
í hesum báðum oyggjum,
sum eru fyrsta fortreytin
fyri lívi og framburði.
Tað hevur eisini longu
víst seg hesa stuttu tíð, síðan
Ritan kom í hesa sigling, at
virkin vinnulívsfólk hava
sett á stovn eina smoltstøð
í Svínoy, sum gevur fleiri
arbeiðspláss til oynna.
Óneyðugt er at siga, at
henda júst stovnaða smolt
støð hevur ein ómetaligan
týdning fyri Svínoy.
Arbeiðspláss í
stórum vanda
Stigtakararnir til smoltstøð
ina vístu beinleiðis á, at Ritan
hevði avgerandi týdning fyri
avgerðina at lata smoltstøðina
upp í Svínoy, og nú Ritan so
brádliga verður tikin úr hesi
sigling aftur vegna ein leka,
er boðskapurin aftur líka
greiður, at skal Ritan liggja
í vikur og mánaðar, áðrenn
hon
verður
umvæld,
so
umhugsa teir at flyta støðina
inn á fastlandið!
Hetta er ein sera álvarsom
støða fyri Svínoy, sum undir
ongum umstøðum hevur
ráð til at missa hesi arbeiðs
pláss, og tí mugu lands
myndugleikarnir í stundini
taka tey neyðugu stigini, so
Strandferðslan fær heimild
og møguleikar at umvæla
Rituna her og nú.
Hetta er eitt álvarsmál
fyri yvirlivingarmøguleika
rnar og trivnaðin á hesum
útoyggjum.
Tí vil eg heita staðiliga á
avvarðandi landsstýrismann,
Jóhan Dahl – sum eisini tók
stig til at fáa Rituna í sigling
á hesi farleið – um at taka
hetta málið í størsta álvara
og
beinanvegin
útvega
Strandferðsluni tær neyðugu
heimildirnar, so Ritan verður
umvæld og kemur aftur í
sigling beinanvegin.
Opið bræv til landsmyndugleikarnar:
Ritan má umvælast og í sigling aftur beinanvegin
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri