Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 9 · 21. januar 2011 2 VIKUSKIFTI Loyniorð Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Bankaørindi, klædnakeyp, adressur, familjumyndir og brøv eru bara ein lítil partur av tí vit nýta internetið til. Til tær flestu av hesum heimasíðum hava vit loyniorð. Oftani sama loyniorði til allar síðurnar, eftirsum tað ikki er lætt at halda reiði á 10 ymiskum. Men hetta útnytta sokallaðir »hackers« fyri at skaffa sær vitan um okk ara bankakontur – og á tann hátt stjala pening. Í USA vórðu virði fyri 2,5 milliardir stolin á internetinum í fjør. Bankaloyniorðið er tað týdningarmiklasta Øll loyniorð eru sjálvandi ikki eins týdn ingarmikil, og eitt, sum vit ofta gloyma, er at hava eitt gott loyniorð til t-postin. Nógv av loyniorðunum verða send til t-postin, so um »hackarin« sleppur inn í okkara post hevur hann at gongd til alt okkara internetlív. Eisini er umráðandi at hava gott loyniorð til Facebook og líknandi síður, har til ber at gera viðmerkingar. Um títt loyniorð verður kent, kann hackarin fara inn og skriva slíkt í tínum navni, sum tú ikki vil kennast við. Teldufyritøkan Microsoft heldur, at eitt gott loyniorð skal vera 14 tekin. Tað skal verða ein blandingur av stórum og smáum bókstavum, tølum og ser- teknum. Tað ljóðar torført at minnast til – ser liga um tú skalt hava 10 ymisk – men tað eru tipp at taka til. 1. Tak ein setning, ið inniheldur bæði nøvn og árstøl ella dato. Til dømis kann tað síggja soleiðis út: Eg var í Rom 1989 og í Svínoy 1991 2. Tak fyrsta bókstavin úr hvørjum orði og síðsta talið í árstølunum: EviR9oiS1 3. Fyri at gera loyniorðið enn tryggari, kunnu sertekin nýtast, sum líkjast bókstøvunum: €viR90i$1 – her havi eg skift E út við € – o við 0 og S við $ Glíði­ breytin á Skála trøð redaktørur: Eydna Skaale Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Omar Djurhuus / Ólavur J. Hansen 2 Klumma: Glíðibreytin á Skálatrøð 4 Omar DJurHuuS: Frá Forvitni til iSlam 8 Søgulig HEnDing: 50 ár Síðani kennedy 10 TiPS: Skoytimótin 11 90 SEKunD: erlinG eySturoy 12 FErðaFráSøgn Frá JeruSalem 14 Til arbEiðiS: berGtóra HøGneSen 15 umaFTuraFTurum: HøGni dJurHuuS 16 ViðmErKingar Til Stripp í FøroySkum klæðum 17 HEilSuSíðan: et teG lættari 22 miðlamJarr: tað SiGa tey á Facebook oG í miðlunum 23 Tað HEnDir: konSertir, tiltøk, bøkur oG annað 24 ViKumynDin: SyndaFyriGevinG Víst bleiv tað bæði biðið og bønað! Víst varð ávarað! – Broytingin í grein 266 b fer at føra føroyska samfelagið inn á eina endaleysa skaðiliga glíðibreyt, og at hetta er bert fyrsta stigið til eina avkristnan av Føroyum, ávaraðu nakrir av landsins fólkavaldu, áðrenn løgtingið samtykti broytingina í grein 266 b í revsilógini. Eftir nógv umrøddu samtyktina, hava vit fingið sjón fyri søgn. Vit skulu bara bakka til dagin í gjár, tá vit fingu enn eina áminn ing um skeivu kósina, vit eru á sum samfelag. Tá vísti sjónvarpið hjá Kringvarp- inum eina sending, sum tey sjálvi hava framleitt, um nakað so óhugsandi sum ein føroyskan strippara. Bar tað til, hevði eg uppsagt mítt Kringvarpshald við brestin, nú fremsti mentanarberi okkara fer undir slíkt virksemi. Føroysk bróst og føroyska rumpu í føroyskum sjónvarpi, Gud forbetri tað! Havi enn ikki sæð sendingina um Villu-Viktoriu men fari, sum ein fólkafloksmaður gjørdi við teimum samkyndu, at loyva mær at ivast í, um hon yvirhøvir er til. Apropos reyv, so kundi 2011 valla fingið eina verri byrjan enn tað sama, tá landsins størsti biografur fór at vísa Klovn: The Movie. Filmin, sum vísir brot har Casper Christensen verður tikin aftanifrá av einum manni. Filmin, sum vísir hvussu Casper Christensen suttar murt og annars bóltar runt millum nakin konufólk, hassjrúsir, ótrúskap og annars bara er ímyndin av ringum morali. Og so hildu tit kanska, at tað var nóg mikið her. At vit høvdu fingið nokk og føroyska samfelagið var rakt av nóg nógvum vanlukkum, tá landsins størsti skíggi vísir samlegu millum tveir menn og føroysk bróst verða kroyst út í hvønn krók í landinum gjøgnum alment fíggjaða Kringvarpið – stovnin vit øll rinda til. Men nei, eisini her fórt tú skeivur. Tí sanniliga sigi eg tær, so hevur Rúsdrekkasøla Landsins eisini latið upp ein dag aftrat um vikuna. Sex – orsaka – seks dagar um vikuna, kunnu føroyingar keypa flótandi eitur og soleiðis ganga í ørviti og fortreingja ræðuleikan, vit liva í. Sjeyndi dagurin í vikuni, sum vit eiga at halda heilagan og hvíla í, fer hjá teimum flestu við spýggju og høvuðpínu. Hini fara á glíðibreytina á Skálatrøð. Glíðibreytin, sum – sum ávarað varð í móti – er veruleiki í Føroyum í dag. Men hon er einki at ræðast! Tí sigi eg thumbs up til Kringvarp Føroya og Villu-Viktoriu fyri teirra dirvi. Tí sigi eg thumbs up til Klovn í Havnar Bio. Tí sigi eg thumbs up til nýggju upplatingartíðirnar hjá Rúsuni, og tí sigi eg thumbs up til øll reyvaføllini á glíðibreytini hjá mister Mortensen. INNIHALD klumman Rólant Waag Dam SamStundiS, Sum INTerNeT gerSt ein alt sTørrI partur av okkara LívIð, verður tað eIsINI meira umráðANDI, at TryggLeIkIN fylgir við NýTsLuNI. Bløð uttanlandS hava gjørt 20. jANuAr til »LoyNIorðsDAgIN«, fyri at mINNA okkum á, at eitt LoyNIorð er Sum ein TANNbusT – tað Skal skIfTAsT regluliga – og IkkI lánaSt út vel rætta loyniorðið Nýt ongantíð nøvn í tínum loyniorði og hav sum reglu, at tað ikki skal bera til at finna títt loyniorð í eini orðabók