fríggjadagur 21. januar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
28
Sosialurin
Havi altíð tikið fult og heilt
undir við hugsjónini um eina
veruliga samgongu millum
Norðurlond. Meti tað sum
eitt álvarsligt afturstig, at
ítøkiligu ætlanirnar um eina
handils- og tollsamgongu
millum norðurlond – tað
sonevnda NORDEK – sum
eitt nú Olof Palme stríddist
fyri í seksti- og sjeytiárunum,
varð endaliga jarðað, tá Dan-
mark fór upp í ES í 1973. Haldi,
tað hevði verið ein stórur
fyrimunur
fyri
Føroyar
politiskt, búskaparliga, ment-
anarliga og sosialt – og vit
høvdu helst longu verið
sjálvstøðugt land á jøvnum
stigi við hini Norðurlondini,
um norðurlendska samstarv-
ið hevði verið ment til eina
veruliga samgongu ella eitt
samveldislíknandi samstarv.
Í dag eru vit enn ikki sjálv-
støðugur limur í Norðurlanda-
ráðnum og ikki viðurkend
í altjóðarætti. Meðan tey
sjálvstøðugu Norðurlondini
eru farin í tvíningar millum
ES-limir og ikki ES-limir.
Wetterberg
blæsir lív í
Í sambandi við ársfundin
hjá Norðurlandaráðnum í
Stockholm í 2009, skrivaði
svenski
søgufrøðingurin,
Gunnar
Wetterberg,
eina
kronikk í Dagens Nyheter,
har
hann
mælti
til,
at
Norðurlond skulu skipa seg í
eitt samveldi. Ítøkiliga skeyt
hann upp, at skipað verður
ein føderasjón, har teir fimm
norðurlendsku
statirnir
eru limir: Svøríki, Finnland,
Noreg, Danmark og Ísland.
Hetta skapti ávíst kjak
og umrøðu, og á ársfundi
Norðurlandaráðsins
í
Reykjavík í november 2010
legði Wetterberg fram ein
lítlan bókling, fíggjaður av
Norðurlendska
Ráðharra-
ráðnum, har hann greiðir
nærri frá sínum hugsanum.
Høvi varð eisini til at kjakast
við Wetterberg og onnur um
málið á pallborðsfundi. Og
her tók undirritaði lut.
Skal mæla øllum til, at
fara til fundin hjá Norrøna
Felagnum mikukvøldið at
lurta eftir og skifta orð við
Gunnar Wetterberg. Hann er
ein framúr greiður og lívligur
maður, sum fær sligið sínar
grundgevingar væl fastar
– og lýsir tær bæði søguliga,
við nútíðardømum og við
framtíðarvisjónum.
Norðurlond – tíggjundi
størsti búskapur
í heiminum
Millum
grundgevingarnar
hjá Wetterbergi fyri fyrimun-
unum
og
møguleikunum
í einum Norðurlendskum
samveldi, vísir hann millum
annað á:
Norðurlond tilsaman eru
25 mió. fólk, men búskaparliga
eru vit tilsamans tíggjundi
størsti búskapur í heiminum
(størri enn tildømis Russland
og Brasil).
Norðurlond hava somu
grundvirði við denti á fólka-
ræði, samhaldsfastar vælferð-
arskipanir, og javnstøðu.
Tað samstarvið, ið longu
er skipað innan útbúgving,
felags arbeiðsmarknað, sosial
rættindi,
heilsussamstarv,
umhvørvi og mentan, kann
mennast uppaftur meiri og
sterkari.
Í uttanríkispolitikki kunnu
Norðurlond í felag fáa stóran
leiklut
í
heimspolitisku
gongdini. Tildømis høvdu
Norðurlond kunnað tikið lut
í G-20 bólkinum.
Harumframt hevur Wetter-
berg eina røð av dømum um
og uppskotum um, hvussu
samveldið kann skipast. Tó
stendur enn heldur ógreitt,
hvussu hann ímyndar sær
viðurskiftini við ES.
Føroyingar sum
javnsett tjóð
Á fundinum í Reykjavík
spurdi eg Wetterberg, hví
hann bara tosar um fimm
lond, tá hann tosar um
norðurlendskt
samveldi.
Hví viðger hann ikki tær 9
norrønu tjóðirnar? Skulu vit
taka norðurlendsk virðir fyri
áljóðandi, so hava tey altíð
lagt dent á javnstøðu millum
tjóðir, og tí eiga Norðurlond
sjálvandi eisini at stuðla
frælsisrættindunum
hjá
føroyingum, grønlendingum,
álendingum
og
sámum.
Wetterberg segði seg vilja
hugsi nærri um og viðgera
hendan spurning – og tí
verður áhugavert at vita,
hvat hann sigur á fundinum
í Føroyum.
Í grein í Dimmalætting
eftir fundin í Reykjavík, hevði
ein blaðmaður á Dimmu
hug at kalla Wetterberg
ein
”sambandsmann”
og
legði tað fram eins og hug-
sjóninrar hjá Wetterbergi
skuldu verið í andsøgn við
fullveldishugsjónina í Føroy-
um. Harmiligt, at slíkar
misskiljingar og hugtaks-
fløkjur enn skulu mynda
orðaskiftið í Føroyum, har
gjøgnum ættarlið er billað
fólki inn, at ein sjálvstøðug
tjóð er okkurt sum liggur
einsamalt
og
avbyrgt.
Veruleikin er sjálvsagt tann
øvuti, at ein sjálvstøðug tjóð
og egið fullveldi er fortreytin
fyri at taka lut í altjóða
samstarvi ella á jøvnum føti
í samveldum ella øðrum skip-
anum (eins og ES-londini).
Wetterberg tosar um eina
altjóðarættarliga samgongu
millum sjálvstøðugar tjóðir.
Hann tosar ikki um, at
tildømis Danmark ella Noreg
skulu vera partar av Svøríki
ella øvut. Vilja føroyingar
taka lut í hugsjónini um eina
norðurlendska samgongu ella
eitt norðulendskt samveldi,
so krevur tað sjálvsagt, at
vit verða javnsett og taka lut
sum sjálvstøðugt fólk.
Veruleikafjart?
Wetterberg
hevur
fingið
nógvar spurningar og uttan-
umtos frá norðurlendskum
politikarum, sum siga, at
uppskot hansara er veruleika-
fjart. Hann hevur svarað, at
um onkur fyri 30 árum síðani
segði, at eitt Evropasamveldi
fór at hava 27 limir, so hevði
tað eisini verið skírt veru-
leikafjart og óðamannatos.
Undir øllum umstøðum
eru
hugmyndirnar
hjá
Wetterbergi
greiðar
og
samstarvsøkini liggja beint
fyri. Um eitt norðurlendskt
samveldi skal skipast sum
ein
beinleiðis
føderasjón
ella sum eitt heldur leysari
samveldi millum statir, ber
altíð til at kjakast um. Men
um vit lurta og hugsa, so
eru fyrimunirnir eyðsýndir
og grundgevingarnar ímóti
truplar at finna.
Kjak
Høgni Hoydal
Norðurlendskt samveldi
– við Føroyum sum sjálvstøðugum limi?
Svenski søgumaðurin Gunnar Wetterberg hevur sett skilagóðu hugmyndina um eitt norrønt
samveldi aftur á breddan, og heldur fyrilestur í Havn mikukvøldið á tiltaki hjá Norrøna
Felagnum. Havi áður verið í kjaki við hann og víst á, at eitt norðurlendskt samveldi krevur
javnsettar tjóðir – og harvið eisini sjálvstøðu og egnan limaskap til Føroyar
Helgi, tingmaður Sambandsins, skrivaði her fyri grein, ikki
um “blokkvælsignilsi”, men hitapumpur.
Hann sigur, at fær tú tær hitapumpu svarar tað til at at
flyta oljutangan úr túninum og inn á Sund. Hann hevur
einans um 15 prosent rætt.
Helgi skrivar næstan eisini, at hann als ikki skilur nakað
av tí, hann skrivar um. Rætt hevur hann í tí.
Stutt sagt arbeiðir ein hitapumpa soleiðis, at fyri hvønn
kilowatttíma tú keypir frá SEV, fært tú eini tríggjar kWh
út sum varma.
Brúka eini hús 3 tons av olju árliga til hita, letur húsið
9,9 tons av CO2 í luftina um árið.
Verður skift til hitapumpu verður orkunýtslan
ástøðiliga eitt tons og útlátið 3,3 tons árliga.
Tá tú keypir streymin frá SEV er støðan hon, at 55
prosent er frá olju. Tá verður útlát títt 1650 kilo, ella ein
sætting av 9,9 tonsum.
Ein munandi minking.
Fáa vit bygt út sjóvarfalsorku og vind so minkar útlátið
sjálvandi.
Sigast kann tí, at hitapumpuskipan er væl snildari enn
at hava oljutanga í túninum. So snild, at hini norðanlondini
lata fólki stuðul til hitapumpur.
Hanus Vang
Hitapumpur
– olja og CO2-útlát