fríggjadagur 21. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
11
VIKUSKIFTI
Hvat gert tú um dagarnar?
Eg havi egna fyritøku og koyri vørukoyring úr
Havn inn í Eysturoynna. Tað er áhugavert, tí
eg møti nógvum fólkum hvønn dag. Tað kann
sjálvandi vera eitt sindur monotont at koyra
sama túrin hvønn dag, men eg hugni mær.
Eg skal jú hava smør upp á breyðið, tú veitst,
skipskeks viðhvørt og kovboykeks viðhvørt.
Fólk kendu teg fyrr sum dólgin í
sjónvarpinum. Kenna tey teg so enn?
Øll yvir 20 rópa dólgur eftir mær, men tey,
sum eru undir 20, rópa bara Erling, politistur.
Tað er øgiliga stuttligt, at tá eg koyri runt,
standa børn fram við vegnum og heilsa
upp á meg, tí tey kenna meg sum Erling,
politist. Tey kenna bilin, tá eg komi, so tey
eru øgiliga spent. Tað er stuttligt at uppliva.
Hvat dámar tær
best, at vera
Erling ella at
spæla onkur
annar?
Sjálvandi vil eg
helst vera eg
sjálvur, men tað
er eisini deiligt
at spæla onkur
annar. Tað hevur
ongar avleiðingar
við sær. Tú kanst
bara gera, hvat
tú hevur hug
til. Men skal eg
velja í longdini,
so velji eg at vera
Erling Eysturoy.
Er skemt neyðugt fyri at taka
broddin av álvaranum?
Ja, tað er tað. Lívið er ov álvarsligt til ikki at
skemta. Øll hava brúk fyri at smílast og flenna,
helst fleiri ferðir um dagin, og eg vænti eisini,
at vit liva longri, um vit gera tað. Tað er eisini
lættari at koma burtur úr álvaranum við skemti.
Hvussu var at skemta á
Hotel Føroyum fyri jól?
Eftir steðg í fleiri ár var tað øgiliga gott at
sleppa at upptraðka aftur. Móttøkan var góð.
Eg tosaði nógv franskt, men tað løgna var,
at fleiri komu og søgdu við meg, at eg dugdi
øgiliga væl at tosa italskt. So segði eg, nei,
nei, hatta var franskt, og tá svaraðu tey bara,
at tað var líkamikið, tí tað var stuttligt.
Hvat helt tú um, at Jørgen Niclasen
fór úr Uttanríkisráðnum
Um handan avgerðin hevði við sær, at talið
á aðalráðum minkaði, og vit spardu eitt
sindur av pengum, hevði tað verið fínt. Eg
vænti, at øll vita, at valstríðið nú er byrjað, og
avgerðin var ivaleyst ein partur av tí. Nú leyp
Fólkaflokkurin avstað sum tann fyrsti, so nú
mugu hinir flokkarnir finna upp á okkurt nýtt,
sum ger mun og dregur veljarar at teimum.
Kundi tú hugsað tær at
stillað upp til løgtingið?
Nei, tað hevði eg ikki tímað. Tú ert øgiliga
útsettur sum løgtingspolitikari. Tey hava
tað ikki altíð lætt, tí tey arbeiða nógv og fáa
nógv oman yvir seg. Eg havi heldur ikki tørv
á at fáa makt. Eg kenni eitt sindur til at vera
almennur sum sjónleikari. Tað er ikki bara lætt.
Hvussu hevði tí býtt pengarnar
í fíggjarnevndini?
Javnt!
Hevur tú nakrantíð staðið
teg væl í ítrótti?
Ja! Í 2010 vann oldboys-liðið hjá HB fyri
fyrstu ferð FM-heitið, og tað hendi sjálvandi,
tí eg sjálvur vandi liðið. Eg eri errin av
at hava skrivað meg í søguna á hendan
hátt og vænti at fáa fleiri lið at venja.
Hvat hevur lívið lært teg?
Lívið hevur lært meg, at tú angrar bara
tað, tú ikki gert. Eg hevði ivaleyst valt
onkra øðrvísi útbúgvingarleið, um eg
skuldi valt umaftur, men yvirhøvur angri
eg øgiliga lítið. Eg eri væl nøgdur.
Erling Eysturoy
Neyðugt er
at flenna
hvønn dag
lagt tIl rættIs: Uni Arge
TEy, sum eru yvir 20, kenna hann oFTasT
aftur sum dólgiN í sjónvarpinum, og tey, sum
eru UNdir 20, halda, at hann er poliTisTUriN
í filmunum um TrøllapæTUr og ommuna.
ErliNg EysTUroy hevur fingið nógv fólk
at FlENNa millum ár og dag, og NEyðUgT
er eisini at flenna HvøNN dag, heldur
hann, tí gera vit tað, liva vit loNgri.