fríggjadagur 21. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
12
VIKUSKIFTI
VETRARBAÐ
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
»Yad Vashem« – Holocaust-savnið
varð sett á stovn í Jerusalem í 1953,
bert átta ár aftaná, at ræðuleikarnir í
teimum nazistisku týningarlegunum
vóru steðgaðir, og bert fimm ár aftaná,
at staturin Ísrael varð settur á stovn.
Tollaksmessudag í 2010 vitjaðu 27
føroyingar »Yad Vashem« savnið á
Herzl-fjallinum, sum er nevnt eftir
Theodor Herzl. Theodor Herzl varð
upprunin til zionismuna seinast í 19.
øld, sum í seinasta enda førdi til, at
staturin Ísrael varð settur á stovn í
1948.
Væl skipað savn
»Yad Vashem« er eitt ógvuliga væl
skipað savn, har ein er noyddur at
verða nakrar tímar, fyri at fáa nakað
gagn av savninum. Savnið er í ymiskum
bygningum. Inni í minnishøllini brennur
hin ævigi eldurin, og har finnast
eisini nøvnini á teimum 22 nazistisku
týningarlegunum. »Hetjunarsúlan«
er til minnis um teir jødarnar, sum
bardust ímóti nasistunum undir seinna
heimskríggið. Tað mest rørandi og
skakandi er barnaminnishøllin, sum
er til minnis um hálvaaðru miljónir
jødisk børn, sum vóru týnd undir
seinna heimskríggið. Meðan gingið
verður gjøgnum barnaminnishøllina,
verður lisið úr hátalaranum nøvn
á børnum, hvussu gomul tey vóru,
og hvørjum landi tey búðu í, tá tey
vóru tikin av nazistunum. Uttanfyri
barna minnishøllina eru nakrir ójavnir
stabbir, sum skulu ímynda tey ungu
barna lívini, sum brádliga vóru kvett.
Fór við børnunum í deyðan
Janusz Korczak gøtan er til minnis
um tann pólskt-jødiska læraran,
Hendrik Goldschmidt, sum eisini bar
pólska navnið Janusz Korczak. Hesin
maðurin rak eitt barnaheim í ghetto´ini
í Warsawa. 5. august í 1942 vóru øll tey
200 børnini send til týningarleguna,
Trablinka. Janusz Korczak fylgdi børn-
unum í deyðan. Hann vildi ikki sleppa
teimum. Ein ógvuliga hugtakandi og
vøkur standmynd, har Janusz Korczak
heldur um nøkur børn er eisini at finna
á hesi serligu gøtuni.
Danskarar kunnu verða stoltir
Danmark hevur eina stóra stjørnu í
Ísrael, og danskarar kunnu eisini av
røttum verða stoltir, tá teir ferðast í Ísrael.
Í »Yad Vashem« er ein »Rættvísisgøta«,
har trø eru plantað til minnis um
ikki-jødar, sum hjálptu jødum undir
krígnum. Danskarar eiga ikki færri enn
trý trø í hesari serligari minnislundini.
Einki land var í námind at bjarga so
nógvum jødiskum mannalívum, sum
Danmark undir krígnum. Tað eydnaðist
at fáa næstan allar heilskapaðar yvir til
Svøríkis. Kristian 10. kongur møtti upp
í sýnagoguni í Keypmannahavn fyri at
vísa sín samhuga við jødunum. Danska
mótstøðurørslan framdi eisini stór
avrik fyri jødarnar. Tí eigur Danmark
trý trø í hesari serligari minnislundini.
Tað danska fólkið eigur eitt træ, danska
mótstøðurørslan eigur eitt træ, og tað
triðja træið er til minnis um Christian
10. kong, sum doyði bert tvey ár aftaná
kríggið. Norska mótstøðurørslan eig ur
eitt træ, og svenskarin, Raoul Wall en-
berg, sum bjargaði túsindtals jødum við
følskum svenskum passum í Buda pest
í Ungarn eigur eisini eitt træ í minnis-
lundini. Eitt træ er eisini plantað til
minnis um Oskar og Emilie Schindler,
sum bjargaðu 1.200 jødiskum lívum.
Vreiði um nútíðar lygnarnar
Tað er skakandi hjá einum ferðamanni
at ganga gjøgnum alt Holocaust-savnið
í Jerusalem, men samstundis er tað
pískandi neyðugt, um ein yvirhøvur
skal kunna skilja støðuna hjá tí jødiska
fólkinum, og hví tann jødiski staturin
varð stovnaður. Og tað er ikki minni
neyðugt nú ein kennir eina stóra
vreiði um lygnarnir á okkara døgum,
sum siga, at Holocaust ikki passar, og
»Bert er jødisk propaganda«. Kendi
ameri kanski generalurin, Dwight
Eisen hower, sum seinni gjørdist ameri-
kanskur forseti segði við síni filmslið,
og sínar krígsfotografar við krígslok í
1945: – Takið film og takið myndir av
øllum, sum tit síggja í teimum nazist-
isku týningarlegunum. Tí gera tit ikki
tað, og dokumentera tit ikki hesar
ræðuleikarnar, so kemur onkur idiotur
um 60 ár og sigur: – Alt er hetta er
ein stór lygn. Dwight Eisenhower var
gløggur í síni avgerð. Henda søgan má
ikki sleppa at doyggja!
Á HolocaUst-
saVnInUm
í Jerusalem
HolocauSt-savnið »Yad VaSHem« er eitt SaVn, sum lýsir dapraSta
kapitulin í Søguni hjá mannaættini. talan er um eina ógVuliga sterka
uppliVing fyri ferðamannin, men eina neYðuga uppliving, um ein
skal Verða førur fyri at skilja støðuna hjá tí jødiSka fólkinum.
Eldurin slóknar ongantíð í minningarhøllini, har tað eru 6 miljónir mosaiksteinar