Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 14 Sosialurin Vit livdu í eini broytingartíð. Postbáturin Immanuel hevði fingið avloysara og gamli Pride eisini. Tankarnir fara aftur til 1963, tá húsini ”á Heyg um” í Svíni vórðu um­ bygd og tikin í brúk. Másin sigldi enn av Klaksvík norður gjøgnum Haraldsund, fór um Múlan og suður ígjøgnum Hvannasund. Her slongdust vit millum petroleumsdunkar og mjólkardunkar, livandi kálvar, timbur og máling, barna vognar og annan farm. Hetta tók sína tíð. Viðr aði ikki á Svínoyareiði, varð lagt suður um, og lítil tími lagdur aftrat siglingini. Spýggju­ bakk arnir vórðu mangan dúg liga brúktir. Men hevði tú fingið føturnar upp á land, var alt í lagi, tí altíð tók Inge­ borg ímóti okkum, henda hend inga konan, henda ser­ merkta, blíða Ingeborg hjá Julius. Til hennara fóru vit altíð fyrst eftir lyklunum til húsini uppi ”á Heygum”. Ingeborg varð fødd suð­ uri í Vági í januar 1917. Árið fyri, hon var fødd, kom fyrsti millumbygdavegur í Før oy­ um. Tað var millum Sand og Skop un ! Frammi í Garði kallast tað, har Ingeborg í 1945 gift­ ist inn í barnaheimið hjá mann inum Julius, ið var svín oyingur. Inni hjá henni var alt, ­ hiti, umsorgan, heima bakað breyð og blíð­ skap ur. Hetta er áðrenn SEV tendrar streymin í oynni. Petroleumslampurnar hjá Inge borg minnist eg so skín­ andi blankar, bæði lampugløs og messing. Og lampulogin skein so fagurliga. Torv royk­ urin fylti okkum við nærveru og vælveru ­ tekoppurin varð skoldaður, áðrenn hon skonkti. Tað reyk so lystiliga, tá hesin tómi, sjóverkligi búk urin fekk nakað styrkj­ andi frá hesi gudgivnu Inge borg. Og heilsanin: væl­ gagn ist ”tygon” á góðum suð­ ur oyarmáli, fylgdi okk um niðan ”á Heygar”, har Inge­ borg hevði gjørt alt klárt, til vit komu. Tú vart bara so ser­ lig, so heilt ótrúliga sterk og beinasom. Fari aftur um tað farna, sum kom aftur. Byrjanin til alt var sambandið millum Óla Hans Hans – Petersen, verpápa Ingeborg og abba okkara í Klaksvík, Jógvan Fr. Joensen, seinni Kjølbro. Teir báðir vórðu knýttir at handlinum úti í Klaksvík. Óli Hans var nakað eldri enn Jógvan hjá Ole Klokker, men sambandið teirra millum kastaði av sær, ja, frá á leið ár 1903 og so gott sum fram til dagin í dag ! Væl bar til at viðlíkahalda sambandið. Úthandil í Svíni og skyldskapur av Syðradali K umframt framskygni er eitt gott boð uppá samanhaldið. Eitt ferðingarmynstur tók seg upp. Børn í Klaksvík hjá Karini og Jógvan ferðast í Svíni, og børnini hjá Óla Hans ferðaðust í Klaksvík. Og vit flyta okkum skjótt, tá henda mynduga, hávaksna gentan sunnan úr Vági kemur til Svínoyar at taka eina hond í hjá Anniku Justinussen, ið so blaðung gjørdist einkja við trimum smádreingjum. Skjótt hendir tað úti á hesi fjarskotnu útoyggj, at tað dregur saman millum suðuroyargentuna Ingeborg Vilhelm og Julius. Hann var hin seinasti eftir í oynni av systkjunum, hini vóru øll farin til Klaksvíkar. Teirra tilhald var á Biskupsstøð hjá ommu og abba, og systirin, vanliga nevnd Ebba, tænti har í nøkur ár. Hetta hevur verið ein fongur ”Frammi í Garði”, tí verdóttirin var eitt ar beiðs­ grev. Ingeborg var mynd­ ug, trúføst og stýrdi húsar­ haldinum við so fínligari atferð, at vit norðingar løgdu tað til merkis. Hon dugdi bara alt ! Myndugleikin skein av henni, ­ hon var so gløgg, kendi fagrar bókmentir langt út um landoddarnar og legði aftrat sína lívsáskoðan. Fynd ug og beinrakin gav hon til kennar, hvat hon helt um tað, ið frammi var í samfelagnum. Ingeborg og Julius fingu fimm børn, Óluvu, Katrin og John, ið eru tvíburðar og Annu og Mary, somuleiðis tvíburðar. Síni bestu ár passaði hon handilin, kúgv og seyð. Í bønum syrgdi hon fyri, at hoyggið kom til høldar, og burtur í torvi sóu vit hana mangan fara so vandaliga um. Sjálvandi hjálpti Julius til, tá hann ikki var til skips. At Ingeborg var álitið hjá okkum úti í Svíni, kemst ikki uttanum. Hon hevði tað neyva við í øllum. Gloymi ikki, tá systkina­ barnið hjá pápa okkara, Hans Biskopstø Andersen var í Føroyum og ferðaðist, og pápi okkara og hann uppi á Heygum málaðu hvør sín oljumálning av bygdini. Tann hjá Hans var dramatiskur, djúpur og litríkur, ­ tann hjá pápa lítil og eygmerktur. Hans var listarmaður burt­ ur av, pápi meira kravlítil. Máln ingurin hjá Hans fór til Klaksvíkar at hanga. Men myndin, pápi málaði, var sermerkt, litrík og neyv! Tá pápi varnaðist, at Ingeborg var hugtikin av myndini, ið hon kundi sita leingi og eygleiða, ivaðist hann ikki. Hon skuldi eiga hann. Inge­ borg gav málninginum eitt heiðurspláss í góðu stovu ”Frammi í Garði”, og har hong ur hann enn. Í mong, mong ár vóru Inge borg og Julius Gaard bindiliðið millum okkum og húsini á Heygum. Tær tæn astur, tit gjørdu okkum, vóru ómissandi. Ivist, um tað hevði borið til uttan tykkum, tí Svínoy var tá eins og nú, fjarskotin, hóast tunnlarnir norður um Fjall gjørdu tað í ein vissan mun lættari. Sambandið til Klaksvíkar hildu Ingeborg og Julius væl. Vit hittust til serlig høvi, og í mong ár var Ingeborg gestur hjá okk­ um jóladag, tá hon var vorðin einkja. Tað vildu so til, at Julius og pápi okkara fóru í sama ári – í 1977. Ingeborg gjørdist tá meira og minni klaksvíkingur. Vetrarnir gjørdust ov eins­ ligir, so teir helt hon til hjá dóttrini í Klaksvík. Nú hon júst hevði nátt sínum 94. ári, sleptu hesar troyttu hendur. Seinastu árini var hon á Norðoya Vistar – og Røktarheimi. Góða Ingeborg ! Av tínum slag finnast so fá. Tú dugdi bara at fáa alt at bera til, ­ tókst ímóti okkum, ið komu út í oynna, skúlaflokkum úr Klaksvík, Kalsoynni og Havn. Barst teg ongantíð undan um vit vóru nógv ella fá, stór ella smá. Vit høvdu eisini respekt fyri tær og vistu, at tá vit ungu høvdu verið á Heygum og høvdu borið lykilin inn aftur til tín, var umráðandi, at væl varð gingið um, tí ann­ ars fórt tú at tala at næstu ferð, vit komu. Við tær er ein merkistíð farin afturum. Tú litaði og myndaði sumrini úti í Svíni, sum liggur í minninum sum eitt blítt afturskin. Vit lýsa frið yvir merki­ skvinnuna Ingeborg Gaard. Poulina Slættanes Nøvn Ingeborg hjá Julius