Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 4 Sosialurin Leo Poulsen Hóast Emma Fríða Andersen bert er 13 ára gomul, hevur hon vant skoyturenning í níggju ár. Og so telist hon millum evnaríkastu skoytu­ rennarar í danska ríkinum. Men eitt er at hava evnir, eitt heilt annað er at náa heilt fram í oddin á einari ítróttagrein. – Eg venji rættiliga nógv. Tað verður til einar 19 ferðir um vikuna, og byrjað verður frá morgunstundini av, sigur Emma Andersen. Hon er eisini við í elitu­ bólkinum sum miðvíst venur fram ímóti OL í 2016 og 2020. – Eg eri eisini við í serligum venjingartoymi sum venur fast nøkur vikuskifti, og tá kunnu vit saktans venja einar fimm tímar um dagin, sigur Emma Andersen. Hon hevur longu vunn ið trý DM heitir, og við sein­ astu DM kapping lut tók hon fyri fyrstu ferð mil lum juniorarnar, og hóast hon er væl yngri enn kapp ingar­ neytarnir, megnaði hon at gerast nummar trý. Tað er heldur ikki nakar vanligur skúli, sum Emma Andersen gongur í. – Hetta er ein serligur elitu skúli í Esbjerg, har skoyt­ ing beinleiðis stendur á skúla­ skemaðinum. So tá næmingar í vanligu fólkaskúlunum hava hondarbeiði og smíð, havi eg skoyting, sigur Emma Andersen. Fegin um møguleikan Hon hevur nógv um at vera í løtuni, og seinasta vikuskiftið luttók hon í norðurlendskari venjing saman við øðrum evnaríkum skoytarum, og hós dagin skal hon til eina norðurlendska kapping í Riga. Men hon gevur sær fegin stundir at koma til Før oya at vísa síni kynstur á skoytibreytini. – Vit plaga ofta at vera við, tá skoytubreytir lata upp, og at sleppa at vera við til hetta í Føroyum er nakað serligt. So er tað bara spell, at tað ikki bar til at steðga longur, meðan vit eru heima kortini, sigur Marjun Johannesen, sum er mamma at Emmu, og við á ferðini í Føroyum. Í gjár var Emma so við til at undirhalda stóru manna­ múgvuni, sum var til staðar í sambandi við, at skoytu­ breytin var tikin alment í nýtslu. Og hon skuffaði sanni ­ liga ikki. Tí meðan manna­ múgvan stóð væl bjálv að í tjúkkum kotum, skoyt aði Emma í tunn ari drakt og vísti roynd ir av sín um kynstrum til stórt frægd fyri nógvu møttu. Og so gav hon sær eisini stundir at leggja fólki lag á, og tað vóru nógv, sum nýttu hetta fyrsta høvi at standa á skoytum á nýggju skoytu­ breytini hjá Tórs havnar komm unu á Skála trøð. Enn ein føroysk stjørna í Danmark 13 ára gamla Emma Fríða Andersen er væl á veg at gerast fyrsta stóra føroyska skoytustjørnan í Danmark, har málið er OL í 2016 og 2020. Og hóast unga aldurin venur hon við juniorunum, sum eru í aldrinum 15 til 19 ár Framman fyri hundraðtals fólkum vísti Emma Fríða Andersen síni kynstur á skoytubreytini Mynd: Álvur Haraldsen Eftir at borgarstjórin hevði sagt nøkur orð, og Emma hevði skoyta longu skrá sína, slapp almenningurin at royna seg á skoytubreytini Myndir: Álvur Haraldsen