mikudagur 26. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
6
Sosialurin
Leo Poulsen
– Við Áarstovu fáa vit eitt
full komið konsept innan
mat stovuyrkið.
Tað staðfestir matstovu
leiðarin í Hotel Føroyar sam
takinum, Gunndur Fossdal.
Teir hava framman und
an Gourmet matstovuna á
Hotel Føroyum, Brasserie á
Hvonn og sushi á Etika.
– Nú fáa vit so tað heim
ligu, hugnaligu matstovuna
í Áarstovu. Hølini eru ser
stak liga hugnalig og liggja
ógvu liga væl fyri. Tú kanst
næst an siga, at Áarstova er
portrið til Havnina, sigur
Gunndur Fossdal.
Hann sigur, at tey hava
nógv og dugnalig starvsfólk,
og hetta fara tey at gera sær
dælt av.
– Áarstova verður tað
hugna liga matstaðið, eitt
sind ur øðrvísi enn heima,
men við heimligum hugna.
Vit fara at leggja dent á at
fáa hendur á so nógvari før
oyskari rávøru sum gjør
ligt, men annars verður
tað klassiskur matur við
ný hugsan, sigur Gunndur
Fossdal.
Matstovan verður opin
frá 18 og út til umleið 22 á
vetri, men um summarið
verð ur eisini opið á døg
urða.
Gunndur Fossdal framman
fyri Áarstovu, sum
Hotel Føroyar yvirtekur
raksturin av 1. februar
Mynd: Jens Kristian Vang
Leo Poulsen
Á hvørjum ári skipar 10.
flokkur í Vestmanna fyri
einari verkætlan, har latið
verður upp til flokkin at gera
av, hvat arbeitt verður við.
Og í ár varð gjørt av at talan
skuldi vera um eina felags
verkætlan.
– Vit hildu, at Krabba
meins felagið
arbeiðir
við
einari góðari sak, og tað var
meiriluti fyri, at gera eina
innsavning, har peningurin
skuldi fara til hendan sjálv
bodna
felagsskapin.
Vit
kenna øll onkran, sum er
rakt ur av sjúkuni, sigur Bjart
ur Isaksen.
Tað eru 14 dagar síðani,
at verkætlanin tók form, og
í síðstu viku var skipað fyri
einari tónleikacefé í Vest
manna, har ymiskt varð selt,
og eisini skipaði flokkurin
fyri tombola.
– Har vóru tónleika fram
førslur og listaframsýning,
og so hava vit eisini skipað
fyri tveimum tombola og
einum barnadiskoteki, sigur
Bjartur Isaksen.
Kennist væl
Innsavningin hevur gingið
ógvuliga væl.
– Allarflestu støð, ið vit
vitjaðu, vóru til reiðar at
rætta eina hjálpandi hond,
og tað var ógvuliga fáa
staðni, har tey ikki fingu
hjálpt, sigur Jákup Djurhuus
Kjærbæk.
Hesaferð var verkætlanin
ein felags verkætlan, men
tað er tað kortini ikki neyð
turviliga á hvørjum ári.
– Hesaferð gjørdist tað
so til eina felags verkætlan,
og vit velja sjálvi hvat vit
vilja arbeiða við, sigur Jákup
Djurhuus Kjærbæk.
10. flokkurin er sjálvandi
vælnøgdur við at hava savnað
so nógvan pening inn til eitt
so týdningarmikið arbeiði,
sum
Krabbameinsfelagið
ger.
– Tað kennist ógvuliga
væl, eru teir báðir, Bjartur
Isaksen og Jákup Djurhuus
Kærbær samdir um.
Nógvir pengar
Í morgun kundi 10. flokkur
so handa formanninum í
Krabbameinsfelagnum, Ják
up N. Olsen, ein kekk áljóðandi
33.245,50, sum er úrslitið av
peningainnsavnanini.
Formaðurin var sum vera
man fegin um hesa óvænt
aðu hjálpina og segði, at fe
lagið hevur ovmikið av upp
gávum at nýta peningin til,
og nýtti eisini høvið at takka
Vestmanna skúla og 10. flokki
fyri stórfingnu gávuna.
– Fyrst og fremst vil eg
takka 10. flokki í Vestmanna
skúla fyri at hava valt Krabba
meinsfelagið. Tað vísir, at tey
seta prís upp á tað arbeiði,
vit gera, samstundis sum eg
eisini fegnist um, at tað eru
ung fólk, sum seta fokus á
krabbamein. So vit eru stak
fegin um, at tey hava hugsað
um okkum, sigur Jákup N.
Olsen.
Hann vísti á, at Krabba
meinsfelagið er ein sjálvboðin
felagsskapur, sum ikki fær
nakran almennan stuðul,
og tí eru slíkar gávur sera
væl komnar.
– Vit hava í løtuni eini 40
fólk, sum arbeiða sjálvboðin
hjá okkum, umframt tvey,
sum eru professionelt knýtt
at felagnum, so slíkar pen
inga gávur eru ótrúliga væl
komnar,
sigur
Jákup
N.
Olsen.
Fyrsta februar yvirtekur Hotel Føroyar
samtakið Áarstovu. Gunndur Fossdal verður
leiðari, og hann sigur, at teir nú hava eitt
fullkomið konsept í samtakinum.
Hotel Føroyar yvirtekur Áarstovu
33.000 krónur til
Krabbameinsfelagið
10. flokkur í Vestmanna skúla handaði í morgun Krabbameinsfelagnum ein kekk
áljóðandi 33.245,50 krónur sum er úrslitið av einari felags verkætlan.
Bjartur Isaksen handaði formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, ein kekk
áljóðandi 31.245,50, og umframt tað koma 2.000 krónur so samlaða gávan er 33.245,50
Mynd: Álvur Haraldsen