Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 30 Sosialurin Við hesum verður starvið fyri Húsalánsgrunnin lýst leyst at søkja. Starvið skal setast skjótast tilber. Arbeiðsuppgávur Stjórin hevur ábyrgdina av at leiða og menna Húsalánsgrunnin í tráð við endamálið í nýggju lógini, og vísir beinleiðis til stýrið fyri Húsalánsgrunnin. Saman við stýrinum skal stjórin leggja virksemið til rættist, og skal virka fyri, at Húsalánsgrunnurin verður ein virkin stovnur á lánimarknaðinum, og eisini at fáa broytt hugburðin í samfelagnum fyri orkusparandi tiltøkum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava eina viðkomandi ástøðiliga útbúgving. Harumframt skulu umsøkjarar hava góða leiðslu- og samstarvsevnir, og góðar førleikar at mynda stovnin úteftir. Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir. Lønar og setanarviðurskiftir Starvið verður lønt eftir 38. lønarflokki, hjá Tænastumannafelagi landsins, uttan tó at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15% av eftirlønar- gevandi lønini. Setunartreytir annars verða ásettar í sersáttmála. Vit kunna annars bjóða Sum stjóri í Húsalánsgrunninum fært tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum í einum sera góðum arbeiðsumhvørvið. Fleiri upplýsingar Umsøkjarar kunna seta seg í samband við Húsalánsgrunnin, Páll Poulsen, fyri at fáa meiri at vita um stravið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi upplýsingum , skulu í seinasta lagi 15. februar 2011 sendast til: Stýri fyri Húsalánsgrunnin Postrúm 215 110 Tórshavn Stjóri til Húsalánsgrunnin Húsalánsgrunnurin Stuðul av játtanini til útoyggjamenning Innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heimasíðu Innlendismálaráðsins www.imr.fo Freistin at søkja um stuðul er 10. febuar 2011. Umsóknir skulu sendast til: Innlendismálaráðið Postrúm 159 110 Tórshavn Innlendismálaráðið P o s t b o k s 7 6 F O - 1 1 0 Tó r s h a v n p o s t @ s o s i a l u r i n . f o Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin! -so eru tit við!