Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 14 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið í næstu viku: Svínoy Hesaferð: Sandoy Hetta Oyggja­ blaðið hevur Sandoynna í fokus. Lesið í hesum blaðnum: Síða 14: Stubbar úr Sand­ oynni Síða 16-17: Fríðgerð mátti bara skriva ein sang Síða 18: Skeiðsdepilin liðugur í mai Síða 19-21: Anna skapar nýggja tilveru á Skarvanesi Síða 22-23: Ung fólk flyta til Húsavíkar Síða 24: Børnini hugna sær Síða 26-27: Gunnvá vil hava fleiri til Húsavíkar Afturgongdina hevur ein í roynd og veru kunnað staðfest síðani 1985, við hagtølum frá Hagstovuni. Hetta árið búðu 1682 fólk á Sandoynni, og er hetta størsta talið hesi seinastu 25 árini. Okkurt árið er talið minkað, fyri síðani at vaksa árið eftir, men sandoyingar mugu tíverri ásanna, at fólkatalið í dag er tað lægsta nakrantíð í nýggjari tíð. Øll tosa tey um og ynskja sær av hjarta, at undirsjóvartunnilin til Sandoynna gerst veruleiki. Tá málið hevur verið fyri á tingi hava fólk verið sera bjartskygd um framtíðina í oynni, men líkaso skjótt sum málið er dottið niðurfyri aftur, minkar hetta. Vónir eru tó um, at hetta neyðuga ferðasambandið gerst veruleiki einaferð í framtíðini. Tað er helst so sum borgarstjórin í Húsavík tekur til aðrastaðni í blaðnum: - Eg vil siga, at vit kunnu bíða eftir tunlinum í 10 ár. Men ikki longur enn tað. - Kemur hann seinni enn tað, er tað ein spurningur um hann ikki kemur ovseint. Hetta er í øllum førum eitt mál sum hevur skund, sigur Jákup Martin Sørensen. snorri@sosialurin.fo 1313 í oynni FÓLKATAL Tey seinastu árini er fólkatalið á Sandoynni minkað ár undan ári, og í dag eru tey 1313. MINKAR Skopun hevur eisini merkt til afturgongdina í fólkatalinum. Her búgva í dag 486 fólk Mynd: Jens Kristian Vang