Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Pál Joensen ásannaði sína støðu í viðtalu við Sosialin í fjør. Tá hevði ÍSF og føroyska Svimjisambandið, danska svimjisambandið, altjóða olympisku nevndina og altjóða svimjisambandið fingi avtalu í lag um, at føroyskir svimjarar kunnu umboða Danmark á olympiskum leikum. – Skal eg fylgja dreyminum um at koma til OL, kann tað bara vera upp á hendan mátan. Eg má so bara liva við, at tað er fyri Danmark, hóast eg helst fari at hoyra fyri tað, noydd ist Pál Joensen at ásanna. Hann legði afturat, at vónandi kundi hann smoyggja Merkið inn ímill um onku staðni. Í gjár varð tað staðfest. FINA, altjóða svimjisambandið, hevur góðtikið, at Páll Joensen kann svimja undir donskum flaggi, tá London er karmur um olympisku leikir nar næsta ár. Vágbingurin skal bjóða heiminum av við síni frá gera góðu samanrenning av evn um og vilja. Tað váttar Jesper Frigast Larsen, elitusjefur í danska svimji­ sambandinum fyri TV2. – Vit hava fingið váttan frá altjóða svimjisambandinum, at talan er ikki um at skifta tjóð, tá tú svim ur fyri Danmark til OL og fyri Før oyar annars, sigur hann. OL er dreymurin Pál Joensen hevur ongantíð dult, at hann hevur strembað eftir at svomið undir OL. Tað er kapp ingin, sum øll vilja røkka, er hann endur­ givin fyri at siga. Góðkenn ingin frá FINA hevur við sær, at Pál Joensen sleppur undan karantenuni, sum fyri hann hevði merkt, at hann ikki kundi svomið altjóða kappingar fyri Føroyar í eitt ár áðrenn og eitt ár aftaná OL. Føroyar hava altjóða limaskap í altjóða svimjisambandinum FINA, so Pál Joensen umboðar Føroyar í kappingum undir FINA. Olympisku leikirnir eru ikki undir FINA, og orsakað av, at Føroyar hava ikki fingið olympiska viðurkenning, kann Pál Joensen ikki fara til OL sum før oyskt umboð, men bara undir donskum flaggi. – Fyri meg er tað altíð nógv tað størsta, at eg kann umboða Før­ oyar í altjóða kappingum. Men í OL ber tað tíverri ikki til, so skal eg við til størstu kappingina av øll um, má tað vera sum partur av danska landsliðnum. Hitt er ikki ein realist­ iskur møguleiki nú, so eg má bara vera glaður fyri tað, eg fái, segði Pál Joensen við Sosialin í mars í fjør. Møguleiki fyri heiðursmerki Danska svimjisambandið sigur seg fegnast um, at Pál Joensen fer at svimja fyri Danmark næsta ár. Lík­ indini fyri at vinna heiðursmerki er størri nú, sigur Jesper Frigast Larsen. Pál Joensen er eisini fegin. – Eg eri fegin um at svimja fyri Danmark og fáa møguleikan at royna meg undir OL, sigur Pál Joensen, sambært danska Tv2. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Páli Joensen, áðrenn blaðið fór til prentingar. Pál fylgir dreyminum Svimjing Fyri Pál Joensen hevur tað altíð verið nógv tað størsta at umboða Føroyar í altjóða kappingum. Nú fylgir hann dreyminum og fer at svimja fyri Danmark í OL Uni Holm Johannesen Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er eisini verji hjá ítróttinum, og ÍSF hava áður roynt at fingið limaskap. Løgmaður og ÍSF hava lagt eina ætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu nærkast teimum, sum hava týdning í felagsskapinum. Føroyar hava fyrr søkt um limaskap í IOC, men tað var áðrenn at reglarnar vóru broytt ar fyri, hvørji lond kunnu gerast limir. Avgerandi kravið er, at lond ini eru sjálvstøðug. Danski forsætismála ráð­ harrin hevur fyrr skrivað eitt bræv til IOC, har hann vegna donsku stjórnina stuðlar og mælir til, at Føroyar fáa lima­ skap í IOC, men fyribils uttan úrslit. uni@sosialurin.fo Føroyar roynir at fáa limaskap Spurningurin um føroyskan limaskap í IOC, sum er altjóða olympiska nevndin, er reistur nakrar ferðir Uni Holm Johannesen Marienlyst Odense Volley er aftur á steypatrónini í donskum flogbólti. Liðið lat seg fagna sunnudagin eftir sannførandi sigurin í steypafinaluni á Middel fart. Úrslitið var 3­0, og sett úrslitini vóri 25­13, 25­17 og 25­21. Bárður Bendix Mikkelsen hevur tískil vunnið fyrsta gull heiðursmerki sum hjálpar­ venjari hjá Marienlyst. Hann tók við starvinum undan kapp­ ingarbyrjan. Bárður Bendix Mikkelsen gavst sum spælari í 2009. Hann hevur áður spælt við Marien­ lyst, tá felagið flutti upp í bestu donsku deildina í 2001. Eftir nøkur ár í Holte, skifti hann aftur til Marienlyst í 2008. Hann setti eitt perfekt punktum sum elituspælari, tí hann vann trý gullmerki við felagnum tað kappingarárinum. Nú hevur hann vunnið fyrsta gullmerki sum venjari. uni@sosialurin.fo Bárður Bendix vunnið fyrsta steypið Flogbóltur Bárður Bendix Mikkelsen hevur vunnið fyrsta steypið sum hjálparvenjari hjá Marienlyst Bárður Bendix Mikkelsen Føroyski Pál Joensen skal svimja fyri Danmark í OL Savnsmynd