fríggjadagur 28. januar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
Sosialurin
skipari, Head of Training
og flogovasti, Hans Heri
Ja cobsen,
skipari,
Villads
Bøgesvang, skipari og Fróði
Waag, stýrimaður.
Tað eru ymiskir sáttmálar
innan
frálandavinnuna
í
Norðsjónum. Onkrir sátt
mál ar eru at flyta fólk av
landi út á boripallar, meðan
aðrir innibera at flyta fólk
millum pallarnar. Arbeiðið
hjá føroyingunum í Bel Air
hevur fyri tað mesta verið
umfatað av hesum seinna,
men hava teir júst fingið ein
triðja sáttmála, sum eisini
fevnir um dagliga flúgving
úr Esbjerg.
Ein vanlig vakt
Fróði Waag greiðir her frá,
hvussu ein vanlig vakt hjá
føroysku
tyrlumonnunum
sær út: Vit flúgva týsdag
seinnapart úr Esbjerg út á
Gorm feltið í Norðsjónum.
Hetta liggur uml. 150 fjórð
ingar úr Esbjerg. Vit hava
ein vanligan dag 12 ferðandi
við okkum út. Komnir út á
feltið, ”shuttla” vit so millum
einar 5 til 10 pallar, har fólk
fara av og koma umborð.
Næstu
vikuna
búleikast
vit so umborð á einum av
pallunum á Gormfeltinum.
Av tí at nógv fólk ”búgva”
á einum palli og arbeiða á
einum øðrum, hevur tað við
sær ein stóran tørv at flyta
fólk millum hesar pallar.
Eisini útbúðnaður, ið hevur
skund, verður fluttur.
Vit flúgva 3 til 4 tímar
hvønn dag í 7 dagar, og venda
síðani nøsina aftur móti
Esbjerg, har vaktarskifti er.
Flúgvingin í Norðsjónum
er avgjørt ein avbjóðing til
tíðir. Norðsjógvurin bjóð ar
ikki altíð uppá besta veðr ið,
serliga á hávetri, har so at
siga øll flúgving er myrka
flúgving.
Ein annar sáttmáli, Bel
Air hevur fingið, er flúgving í
Eystursjónum. Talan er eisini
her um frálandaflúgving. Tó
snýr hendan flúgvingin seg
um manningarskifti til eitt
risastórt
rørleggingarskip.
Fyri at nøkta orkutørvin,
keypa londini í Europa á
hvørjum ári stórar nøgdir
av gassi úr Ruslandi. Men
ikki hevur altíð verið líka
lætt at fingið fatur á hesum
gassinum, tá russar onkuntíð
hava hótt við at skrúva fyri,
orsakað av væntandi gjald
føri frá onkrum av londunum
á vegnum. Hetta tykist nú
ein loysn at síggjast á. Fyri
at útvega eina beinleiðis veit
ing, er avgjørt at leggja eina
gassleiðing úr Ruslandi niður
gjøgnum Eystursjógvin til
Týskland. Arbeiðið hevur
vakt til mikla umrøðu og
hevur verið høgt uppi at
venda politiskt. Men ein
sann roynd er, at heimsins
stórsta
rørleggingarskip
”Soli taire” í oktober kom í
finsk an sjógv áleiðis úr russ
iskum sjógvi.
Tá skipið leypandi skal
skifta ein part av manningini
út, tí ikki ber til at fara í havn
uttan víðari, fekk Bel Air
uppgávuna. Onnur tyrlan
hjá Bel Air varð leasað inn úr
Hollandi og flýgur í dag frá
Helsinki til Solitaire, sum fyri
tíðina liggur stutt úr landi.
Men túrarnir gerast nú longri
og longri, so hvørt sum skipið
flytir seg niður gjøgnum
Eystursjógvin. Skipið liggur
nú uml. 100 fjórðingar ella 45
min. úr Helsinki.
Klárir til føroyska
oljuvinnu
Bel Air Aviation hevur sum
sagt í dag tvær tyrlur, meðan
tann triðja er á veg. Triðja
tyrlan er júst komin, meðan
felagið bíðar eftir, at fjórða
AW139 tyrlan verður leverað.
Hetta sigur so mikið at
arbeitt verður alla tíðina við
at útvega nýggjar sáttmálar.
Og her hevur tað víst seg,
at AW139 tyrlan saman við
royndum
og
ikki
minst
fleksiblum starvsfólki, hevur
givið felagnum ein góðan
byr.
Fróði Waag vísir á, at
hetta er ikki fyrstu ferð, at
nógvir føroyingar arbeiða
saman uttanlanda. Í 2008
flugu
heilir
5
føroyskir
tyrlu skiparar hjá Qatarska
felagnum Gulf Helicopters,
har onkur teirra framvegis
starvast.
Føroyingar
eru
sostatt at finna innan næstan
allar vinnur, nógva staðni í
heiminum og hava flogið við
so at siga øllum avbjóðingum.
Frá
oyðimarkarumráðum
í Miðeystri til kavakløddu
firðirnar í Grønlandi. Føroy
ingar eiga tí allan kunnleikan
til eina møguliga komandi
frálandavinnu í Føroyum,
skuldi hetta blivið veruleiki
í nærmastu framtíð heldur
Fróði Waag.
Men so leingi vit ikki
hava
funnið
kolvetni
í
føroysku undirgrundini er
tað ein gyltur møguleiki, at
føroyingar
framhaldandi
kunnu nema sær neyðuga
førleikan uttanlanda, bæði
innan flúgvingina sjálva, og
ikki minst innan aktuellu
typurnar, ið nýttar verða.
Skuldi tað hent, at kolvetni
verð ur funnið í føroysku und
irgrundini, ivist eg onga løtu
í, at vit eiga væl kvalificerað
fólk, ið ført er fyri at lyfta
uppgávuna.
jan@sosialurin.fo
So leingi vit ikki hava funnið kolvetni í føroysku
undirgrundini er tað ein gyltur møgu leiki, at
føroyingar fram haldandi kunnu nema sær neyðuga
førleikan uttanlands.
Fróði Waag, tyrluskipari
Innan frálandavinnuna er AW139 høgt í
metum. Tyrlan er vanliga útgjørd til at taka 12
ferðafólk, men hevur møguleika at taka 15.
Til tíðir liggja fleiri pallar lið við lið. Her eru teir
lendir á grannapallinum "Safe Esbjerg"
Gott veður í Norðsjónum í summar....
Føroysku tyrluskipararnir hava royndir
alt frá oyðimarkarumráðum í Miðeystri
til kavakløddu firðirnar í Grønlandi