fríggjadagur 28. januar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
20
Sosialurin
Dagfinnur Danbjørg
Høgrarákið
í
sambands
mjørkanum má fáa ein enda.
Várvónin við nýggjari kós
má setast. Og kósskiftið
móti einum sjálvbjargnum
Føroyum við frælsi og javn
rættindum
megnar
bert
CDEH saman við einum
aktivum og málrættaðum
veljaraskara at fremja, um
teirra veljarar ikki einans seta
kross við CDEH á valdegnum,
men virka fyri settu skránni,
ið helst skal tilevnast og
tilpassast flokanna millum
longu frá nú av og til valið
og síðani tillagast tíðini og
útfordringunum, so langt
eygað sær. Hetta krevur
samanhald, sjálvt um ikki øll
fáa alt, men at hvør flokkur
fær mest møguligt undir
teim givnu umstøðunum.
Og tað krevur sjálvdisciplin,
so skútan kann halda løgdu
kósini hóast brotasjógvar
og illveður. Tí leystgangandi
missilir eiga ikki at vera
toldir. Teir kunnu við egin
áhugamálum søkka skútuna,
og tað hava vit ikki ráð til.
Men støða frá í dag av og
fram til valið má í samstarvi
millum umboð fyri CDEH
takast til mál mið og kós við
atliti til m.a.:
Nýggjar vinnur. Nýggja
orku. Tilfeingi. Útbúgving
ar heima og úti. Skattalóg
ina. Almannamál. Heilsu
mál. Útoyggjamál. Mentan.
Ríkislóg við kós móti sjálv
bjargni. Fólkaatkvøðu fyri
2020. Soleiðis at veljararnir
kunnu fáa at vita, hvar kósin
verður sett við CDEH við
róðrið. Men sjálvandi kunnu
teir einstaku flokkarnir eisini
agitera við teirra serstøku
málum. Í etiskum málum er
annars hvør tingmaður frítt
stillaður.
Sjálvt um nevndi sam
gongumøguleiki
er
nógv
hin sterkasti kanska ikki í
mandatum, men so avgjørt
í at kunna og vilja byggja
land og tjóð á veg fram móti
sjálvbjargni, javnrættindum
og frælsi eitt ynski sum
langt
flestu
føroyingar
innast inni eisini vilja so
nevnir Vágaportalurin ikki
henda valmøguleika í teirra
'kanning'???
CDEH - ein nýggj og
betri kós fyri Føroyar
Kjak
Tað er ikki á hvørjum degi ein
fær eina heila oddagrein sum
aftursvar. Kann benda á, at
mín kritikkur av serblaðnum,
ið Norðlýsð,i saman við
Klaksvíkar kommunu sendi
út í hvørt hús í landinum,
ikki var heilt av leið.
Norðlýsið rør framundir,
at eg skal verða tykkin, og at
eg kanska hevði eina óhepna
løtu, so var ikki. Tað, sum eg
fyrst og fremst hevði at, var
at
Klaksvíkar
kommuna
fíggjaði eitt átak, sum vísti
seg at verða samanvavt við
partapolitikki. Eg kenni tað
sum mína skyldu, sum býráðs
limur, at vera á varðhaldi, tá
ið tað snýr seg um, hvussu
kommunan brúkar skatta
borgarans pening, og hvussu
kommunan
umsitur,
til
frama fyri allar borgarar í
kommununi.
Klaksvíkar sjúkrahús
Tað er sjálvsagt, at Norðlýsið
verjir teir stovnar, ið vit hava
í Klaksvík. Men eg loyvi
mær at pástanda, at sjálvt
um eg valdi ikki at skriva í
serblaðið, so merkir tað ikki,
at eg ikki, eins og allir aðrir
norðoyingar, vil varðveita
Klaksvíkar Sjúkrahús. Eg
mælti til, at býráðið í felag
orðaði eitt skriv viðvíkjandi
støðu býráðsins til hetta mál
ið. Helt og haldi framvegis, at
vit stóðu nógv sterkari á tann
hátt, enn at vit, hvør í sínum
lag, profileraðu okkum upp
á at verja Klaksvíkar sjúkra
hús. Tað var tilvitað, at eg
valdi tað frá, at vera partur
av hesi herferðini.
Javnaðarflokkurin
Norðlýsið hevur fullan rætt
til at viðgerða Javnaðar
flokkin, tað tók eg eisini
fram í míni grein. Tað sum
eg átalaði var, at hetta óbein
leiðis var fíggjað av Klaks
víkar kommunu. At komm
unan brúkar pengar uttan at
vita, hvat ið hon betalir fyri,
tað taki eg ikki undir við.
Viðvíkjandi innihaldinum
í oddagreinini um Javnaða
flokkin, so var niðurstøðan,
at flokkurin ikki arbeiðir fyri
javnstøðu millum menniskju
og økir í landinum. Tí er tað
púra rætt, sum Norðlýsið
skrivar, at tað ikki er rele
vant, at nevna øll tey døm
ini, ið eru beinleiðis prógv
um, at niðurstøðan í greinini
ikki er røtt. At eg og Norð
lýsið ikki eru samd viðv.
Javnaðarflokkinum er onki
forgjørt í, men Norðlýsið má
rokna við, at eg geri vart við
tað, sum eg eri ósamd í.
Branda Klaksvík
Eg haldi framvegis ikki, at
hetta var rætti mátin, ið
Klaksvíkar býráð valdi at
branda býin. Tað var óum
hugsað og illa fyrireikað.
Klaksvíkin er á tremur av
tænastum
og
tilboðum,
ið vit kunnu bjóða fram.
Orsaka av, at átakið ikki
var fyrireikað, so kom bert
ein lítil partur við, og tað er
ikki gott nokk. Ein so stór
kommuna eigur at kunna
gera tað betur. Klaksvíkin
sum lokalsamfelag hevur
allar fortreitir fyri at verða
kent sum eitt spennandi
samfelag, har ið tú fær hug
at vitja ella búseta teg. Ein
fortreyt er, at vit branda
okkum samsvarandi hesum,
tað haldi eg ikki vit gjørdu
nóg gott hesuferð.
Eyðgunn Samuelsen
býráðs- og løgtingskvinna
Vakin býráðslimur
Bill Justinussen var so herliga ókompliseraður í svari
sínum: hann vil fegin flyta nøkur frá figgjarlógarpromillu
av hesi góðu ætlan (t.d. bústaðum fyri minniment) á hasa
góðu ætlan (t.d. avvenjing). Skal bert taka undir við lands
nevndarformanni okkara um virðið í slíkum smáflytingum
uttan semju ið røkkur fram í tíð – og so harmast um, at Bill
tók stig til brúka neyðstøðuásetingina um frávik í átrok
andi málum at taka rættin til umrøðu frá Føroya fólki og
minnilutanum á tingi.
Hetta seinna var poengið hjá mær: vit kunnu illa tosa
um heimsins elsta fólkaræði og skriva stjórnarskipan við
minnilutarættindum, tá ið høvuðsreglan er vorðin, at
allar reglur um viðgerðarstig og viðgerðartíð verða settar
til viks. Kritikkurin hjá mær var ikki minst vendur ímóti
formansskapi okkara, men serliga móti Bill og teimum,
sum ikki vildu lata dagslýsi koma framat teimum fíggjar
lógarbroytingum ið hann annars rósar sær av.
Lítið hevur tú góðsið fingið
Annita á Fríðriksmørk hevur tvey argument í svari sínum:
fyrst, at hon sum móðir Grettis kann siga um meg, at ung
dómur og vísdómur fylgjast sjálvdan at; síðani, at eg skal
vera ímóti at lata Fróðskaparsetrinum eina millión eyka.
Nú eru sjálvandi fá so mettaði av kunskapartræsins
fruktum sum Annita, men lat meg kortini minna Annitu
á orðini hjá móðir Grettis beint eftir staðfestingina um
vitsku hansara:
Lítið hevur tú góðsið fingið
av tínum faðirs ræði;
fært tú ikki meiri frá mær,
tá verður tær størri skaði.
Vandamálið hjá Annitu er, at hon ikki hevur vísdómin
hjá Grettismóðir, men heldur ger skaðan verri, sum lands
stýrið og samgongan longu hava gjørt, bæði tá ið ræður um
fólkaræðisliga framferð, men sanniliga eisini fíggjarliga
raðfesting.
Vit brúka alt ov lítið til útbúgving í Føroyum. Vit skulu
fleirfalda framleiðsluna hjá Fróðskaparsetrinum og øðr
um skúlun eftir miðnám, vit mugu semjast um at tryggja
øllum lestrarsøkjandi lestrarpláss, og serliga mugu vit
hava semju um fíggjarkarmin hjá Fróðskaparsetrinum
fleiri ár fram í tíðina.
Men Annita á Fríðriksmørk hevur gingið við til at gera
føroyskan politikk til tjúkkan havragreyt: ongin veit, hvat
er hvat, ongin munur er, onki val millum landsstýrisins lágu
raðfestingar av útbúgving og møguliga høgu raðfestingar
andstøðurnar; bara greytur. Á jólum 2008, tá Annita ætlaði
sær at gerast eysturoyarumboð, tók hon við samseku sínum
5 milliónir av setursjáttanini – og breiðkaði vegir. Nú hevur
hon møguliga funnið tað einu aftur. Men hetta er líkamikið;
fáa vit ikki semju í lag um at vaksa um Setrið, so verður sum
hjá bátsmonnum Grettis. “so bjóða vit ikki bøtur!”
Tá verður tær
størri skaði
Kári á Rógvi
løgtingsmaður og formaður
Sjálvstýrisfloksins
Annita á Fríðriksmørk og Bill
Justinussen staðfestu tíverri í
aftursvarum sínum, at málið
halgar miðilin hjá teimum. Tey
hava nú endurnýggjað legenduna