Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 22 Sosialurin Karla sum var tann yngsta av tykkum 6 systkjum, hevði eisini eitt heilt serligt pláss í okkara hjørtum. Hon var okkara ommudidd. Fyri okkum vóru omma og ommu­ didd tvær serligar kvinnur í okkara uppvøkstri. Tit vóru tvær ótruliga góðar og fittar systrar, sum høvdu nógv saman. Tit høvdu nógv gott at geva okkum børnum. Vit hava so nógv góð minnir um tykkum báðar, sum fyri okkum hava havt so stóran týdning. Vit minnast hvussu hugna ligt tað ofta var at koma inn til tykkara ommu­ didd og abba. Maður tín Ábraham var okkara abbi. Vit høvdu ongan abba og tað var tí sjálvsagt, at hann bleiv okkara abbi. Tað kendist altíð so lætt og stuttligt at koma inn til tykkara. Tit góvu tykkum altíð stundir til eitt prát og ein góðan drekkamun saman við okk­ um. Vit minnast hvussu stuttligt tað kundi vera, tá ið tit sótu og spældu kort. Tit høvdu eingin ommubørn fingið tá, og vóru vit nógv inni hjá tykkum. Tit vístu altíð tykkara áhuga fyri, hvat vit fingust við. Abbi doyði í 1992 og tað var svárt fyri teg ommudidd. Tú saknaði hann sera nógv, men var takksom fyri tað, tit høvdu havt saman. Tá ið vit fingu børn gledd­ ist tú ommudidd saman við okkum. Ofta tá ið vit fóru heim til ommu at vitja komst tú ein túr framvið og tú hevði nakað heilt serligt fyri børnunum. Hetta er nú ein farin tíð har omma okkara Fía og systurin Karla eru í Skálum. Hvíl í friði góða ommudid og takk fyri alt. Joan, Tina, Vivi og Hannis Minningarorð um systrarnar Sofíu Jacobsen og Karlu Joensen í Skálum Góða fitta omma. Hesi orðini eftir Paulus vóru lisin í kirkjuni til tína jarðarferð, “men latum okk­ um ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. Vit halda, at tey lýsa so væl teg omma og tað tolsemi tú sum menniskja hevði. Tú vart lítillátin og altíð við tí góða, tú sást lív­ ið sum eina guðs gávu. Tú dugdi altíð at fáa sum fræg­ ast burtur úr líkamikið hvat. Eitt jaligt lyndi og altíð nærverandi. Víð tínum ótru liga tolsemi og góðsinni hevði tú gávur, sum gjørdi at øll kundu fara til tín. Altíð til reiðar at leggja oyra til og altíð til staðar. Hóast tú komst frá einari aðrari tíð og hevði aðrar lívs royndir, vart tú altíð við tí góða og dugdi at venda tingunum til tað positiva og bara vera til staðar um tørvur var á tí. Ofta tosaðu vit við teg um tær broytingar sum høvdu verið í tínari tíð, men tú dugdi sera væl at taka tað nýggja til tín. Vit kundu tosað um alt. Vit kendu okkum al­ tíð vælkomnan hjá tær í Skál­ um. Tað er ongin ivi um, at tú vart til fyri familjuna hjá tær og at tú hevur havt ein stóran leiklut í okkara lívi. Tú var næstyngst av 6 systkjum, fyrst 3 beiggjar og síðani 3 systrar. Pápin var bóndi Hans Jacob í Skálum og mamman Jóhanna úr Kollafirði. Tú giftist í 1946 við Hannis Jacobsen úr Hósvík og tit fingu 3 børn Dánjal, Sámal Jákup og Jóhannu. Longu sum 54 ára gomul gjørdist tú einkja í 1972. Í 1973 bleivst tú omma til tríburðar og skjótt løgdust fleiri aftrat, hetta hevur tú gingið uppí við lív og sál. Í alt komu 11 ommubørn og 28 langommubørn. Vit kenna okkum takksom fyri, at hava havt teg í mill­ um okkum “so leingi”. Tú vart tann seinasta av tínum ættarliði sum fór. Vit vita at tú fekst eitt langt lív, men hóast tú bleiv gomul er sakn urin ikki minni stórur. Fyri okkum hevði tann rætta løtan ongantíð komið, at tú skuldi fara. At missa teg kann ikki lýsast í orðum. Minnini eru góð og dýrabær. Tú hevði nú nátt høgan aldur og kendi teg kláran at fara hagani og heim til hansara, sum tú hevði sett títt álit á. Seinastu árini segði tú ofta, at tú helt teg hava havt eitt gott og ríkt lív. Fyri okkum sum eftir sita er tað ringt at fata, at vit ikki aftur sleppa at sita heima hjá tær í tínum fjálga og hugnaliga heimi saman við tær og fáa ein drekkamun. Ofta hava vit tosað um, hvar tín innara styrki kom frá , tí ikki kann sigast, at tú sjálv hevur havt eitt sorgleyst lív. Longu sum 12 ára gomul genta misti tú tína kæru mammu, hetta var svárt, tað hevur tú eisini sagt. Eisini misti tú ein beiggja í ungum árum, sum stóð tær serliga nær. Tú gjørdist tíðliga einkja. Tað at missa mammu tína var ein stór sorg, sum óivað hevur merkt teg nógv. Hetta var møguliga eisini við til, at tú og systurin Karla, sum var 2 ár yngri blivu serliga tætt knýttar. Ofta sóust tit saman og vitjaðust tit næstan hvønn dag. Tað var tí eisini svárt hjá tær, tá hon fór. Hon doyði á sumri 2008. Góða omma tú hevur verið so nógv fyri tíni og tað fekst tú eisini aftur við at øll vóru líka góð við teg. Við sorgblídni fara vit altíð at minnast teg, fyri okkum vart tú tann besta omman vit kundu hugsað okkum. Hvíl í friði góða omma og takk fyri alt. Joan, Tina, Vivi og Hannis Til minnis um okkara góðu ommudid Karlu Joensen í Skálum Fødd 30. apríl 1921 og deyð 28. juni 2008 Til minnis um Sofíu Jacobsen, vanliga nevnd Fía í Skálum – okkara fittu og høgt elskaðu ommu Fødd 6. oktober 1918 og deyð 9. februar 2010 Nøvn 16. januar fingu Noomi S. og Eli J. Christiansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3815 gr. 17. januar fingu Randi Djurhuus og Jákup Martin Jacobsen, Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3755 gr. 18. januar fekk Jóhanna Henriksen, Sandi, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3200 gr. 18. januar fingu Siborg Jóna Nielsen og Janus Hentze í Stórustovu, Keypmannahavn, ein son. Hann varð føddur á Hvidovre Hospital og var 53 cm langur og vigaði 3960 gr. 24. januar fingu Jonli og Jóan Pauli í Dali, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4100 gr. Føðingar Mentamálaráðið hevur gjørt av at lata trimum umsøkjarum stuðul av játtanini til yrkisleiklist til uppseting av leik verk­ um í 2011. Lands stýris­ kvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, er fegin um, at tey við hesi játtan á fíggjarlógini kunnu stuðla upp undir og breiðka útboðið innan yrkisleiklistina, sum er ein sera týðandi táttur í okkara mentanarlívi. Tað er Leiklistaráðið, ið sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuð­ ul til yrkisleiklist v.m. hevur gjørt tilmæli til Mentamálaráðið um stuðul. Játtanin til yrkis­ leiklist er 450.000 kr. í 2011. Umsøkjararnir, sum hava fingið játtað stuðul, eru: Leikbólkurin Tvazz v/Gunnvá Zachariasen til leikverkið »De onda« eftir Niklas Rådström. Stuðlað við 325.000 kr. Leikbólkurin Grugg v/ Riu Tórgarð til leikverkið »Grumpy Old Women« eftir Alison Steadman, Judith Holder o.ø. Stuðl­ að við 75.000 kr. Eyð Matras til leik­ verkið »Í tínum hondum« eftir Eyð Matras. Stuðlað við 50.000 kr. Seks umsóknir vóru um stuðul. Leikbólkurin Grugg Trý leikverk fingið stuðul MENTAN Stuðul latin til trý leikverk av játtanini til yrkisleiklist