Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Vanligt hevur verið, at flogbólts­ spælarar døma dystir hjá flogbólts­ spælarum. Hóast henda skipan ikki er betri enn næstbest, hevur hon riggað, men tá nú Eik­ligan hjá kvinn um vaks upp í átta lið, kom hetta at gerast ein trupulleiki, tí so nógv lið spældu í senn, at dómarar neyvan fingust til allar dystirnar. Tí tóku nøkur fólk seg í heyst saman um at bjóða seg fram at døma fyrst og fremst kvinnudystir, so hetta ikki skuldi verða ein so stórur trupulleiki. Tey vóru eini fýra ella fimm at byrja við, men nú eru tey tilsamans átta, ið manna so­ kall aða dómarabólkin. – Feløgini hava tikið væl ímóti hesum tiltakinum, og tey flestu eru rættiliga glað fyri at fáa okkum út at døma. Vit byrjaðu vit einum 10 dystum í november og desember, men nú í 2011 hava vit sett okkum á einar hálvthundrað dystir, sigur Tummas Óli Mortensen, ið er ein av teim um átta dómarunum. Um vikuskiftið eru serliga nógvir flogbóltsdystir, og tað merkir eisini, at dómarabólkurin fær úr at gera, tí annars hevði tað ikki gingið upp við eitt nú kvinnudystum bæði í morgin og sunnudagin. Av teim um tilsamans ellivu dystunum hesar báðar dagarnar, dømir dómara­ bólkurin teir átta – sjey hjá kvinn­ unum og ein hjá monnunum. Øll eru vælkomin At dómarabólkurin hevur sett seg á so nógvar dystir, skal fyrst og fremst takast sum eitt tilboð, tí er tað so leiðis, at spælarar ella feløg sjálv vilja døma dystirnar í staðin, er tað eingin trupulleiki. Men í flestu førum hava feløgini tikið av. – Nú eru vit átta fólk, sum manna dómarabólkin, men tað liggur líka­ sum í kortunum, at onnur eru eisini vælkomin uppí. Vit ætla at skipa fyri einum ella øðrum skeiði, men enn er ikki greitt, um vit fáa onkran úr Danmark at hava skeiðið ella um okkara altjóða dómari, Jan Hentze, kemur at taka sær av tí, sigur Tummas Óli. – Tað hevur nógv at siga, at fólk fáa eitt ella slag av skúling, men annars haldi eg, at tað hevur gingið stak væl. Og so hvørt sum fólk eru komin upp í dómarabólkin, hava vit tikið tey spakuliga meira uppí við størri og størri uppgávum, og tað hev ur riggað stak væl. Tað, sum vit vóna, er at hetta skal gerast byrjanin til meira skipað viðurskifti í døm ingini, tí í síðsta enda verður tað nakað, allir partar koma at fáa mest burturúr. Dómarabólkur væl móttikin Flogbóltur Nøkur fólk hava tikið seg saman um at hjálpa til við dømingini í fyrst og fremst Eik- liguni hjá kvinnum, sum í vetur telur heili átta lið. – Higartil hevur gingið væl, so vit ætla at halda fram, sigur ein av dómarunum, Tummas Óli Mortensen NógVAr DYStIr Tummas Óli Mortensen og hini í dómarabólkinum hava úr at gera um vikuskiftið, tí tey skulu døma ikki færri enn átta av teimum tilsamans ellivu flogbóltsdystunum, ið verða spældir Mynd: Álvur Haraldsen Dómarabólkurin: Jan Hentze Rúna Hentze Tummas Óli Mortensen Sveinur Tróndarson Magnús Aðalsteinsson Randi Larsen Rosa Jacobsen Óli G. Samuelsen Jóhan D. Heinesen Hilmar Jan Hansen Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Tjaldri, at kvinnurnar hjá Neist­ anum sleppa at hvíla seg undan seinnu hálvfinaluni ímóti Tjaldri mikukvøldið, meðan Tjaldur hin­ vegin sunnukvøldið skal spæla krevj andi oddadyst ímóti Stjørnuni. Orsøkin er, at ein Sunset­dystur hjá Neistakvinnunum nú er fluttur frá næstu viku til hálvan februar. Tjaldur vísir á, at dysturin, sum er mill um Neistan og StÍF, kundi verið spældur sunnudagin ella mána­ dagin. – Vit halda tað vera út um alt mark, at HSF gevur Neistanum ein fyrimun mótvegis Tjaldri í einari so avgerandi løtu, og tað kunnu vit als ikki góðtaka. Neistin stóð at skula spæla tveir dystir dag um dag, men um landskappingardysturin varð framskundaður, so høvdu vit og Neistin havt somu fortreytir. Men í staðin hevur HSF bara flutt landskappingardystin til hálvan februar, so Neistin fær fyrimun av longri hvíld, sigur Niels Peter Bech, ið hevur skrivað undir mótmælið, Tjaldur hevur sent Hondbólts sam­ bandinum. Nicoleta sleppur at spæla Hetta er tó ikki tað einasta, tey í Tjaldri eru misnøgd við og vilja mót­ mæla, tí nú hava tey fingið at vitað frá HSF, at Nicoleta Radu Hansen sleppur at spæla við Neistanum í steypakappingini, hóast hon longu frammanundan hevur umboðað Stjørnuna í hesi kapping. Tjaldur vísir á, at av tí at Nicoleta flutti frá Stjørnini til Neistan, eftir at hava spælt í steypakappingini, ikki – eftir vanliga brúktu siðvenjuni – hevði loyvi til eisini at spæla fyri Neistan í somu kapping. – So seint sum síðsta kappingar­ ár fingu vit í Tjaldri ikki loyvi til at royna at koma í finaluna í steypa­ kappingini við tveimum liðum. Tá blivu vit steðgað av HSF, tí spælarar hava ikki loyvi til at umboða fleiri lið í somu steypakapping. Enntá fingu vit at vita, at gjørdu vit ikki eftir boðum frá HSF, blivu vit koyrd úr kappingini, sigur Niels Peter Bech, ið vísir til eitt mál í fyrr í hes­ um mánaðinum, har Neistin kærdi H71 í deildini dreingir 17, tí ein H71­ spælari hevur spælt við bæði a­ og b­liðnum. – Nú fáa vit at vita frá HSF, at »málið er tikið aftur vegna vant andi lógarverk á økinum«, men í okk ara eygum kundi heldur sæð út til, at Neistin tekur kæruna í dreingja­ deildini aftur, tí hon kundi verið brúkt ímóti teimum í málinum um Nicoletu í steypakappingini hjá kvinn unum. Hetta er reinur tak­ tikkur, har Neistin bakkar, so felag­ ið ikki í einari kæru skal koma at framleiða prógv ímóti sær sjálvum í einari aðrari kæru. Niels Peter Bech sigur, at tey í Tjaldrinum kæra í stundini, um Nicoleta stendur á dómaraseðlinum í seinnu hálvfinaluni, tí tey halda fast við, at hon ikki hevur loyvi at spæla meira í steypakappingini í ár. hilmarjan@sosialurin.fo Tjaldur: Neistin fær fyrimun HoNDbóltur Tjaldur mótmælir harðliga, at HSF hevur flutt ein dyst hjá Neistanum, so liðið fær fyrimun undan seinnu hálvfinaluni ímóti Tjaldri. Eisini mótmælir Tjaldur, at Nicoleta Radu Hansen nú kortini sleppur at spæla í steypakappingini, har hon fyrr í vetur hevur umboðað Stjørnuna